fríggjadagur 12. januar 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
35
Cup 2007
HB bjóðar øllum dreingjum og gentum at gera lið
til innandurakapping í fótbólti, í høllini á Hálsi
í døgunum 19.-20. januar.
Aldursbólkar ........... Føðiár
Gentur 10-12 ............ 95-96
Smágentur 12-14 ..... 93-94
Gentur 14-17 ............ 90-91-92
Pinkulingar ................ 99-00
Smápiltar .................. 97-98
Piltar ......................... 95-96
Smádreingir .............. 93-94
Dreingir ..................... 91-92
Á hvørjum liði eru 5 leikarar. Í deildunum gentur 14-17 og dreingir eru bert 4
leikarar. Loyvt er at hava ein skiftisleikara. Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri hvørt
liðið. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn. 3 tey fremstu liðini í hvørjum aldursbólki fáa
heiðursmerki. Allir luttakararnir fáa lítla gávu frá Kall
Havnar Bóltfelag
Seinasta freist at melda seg til er
mikudagin 17. januar kl. 20.00.
Tilmelding hjá:
Oddmar Andreasen
Tel 310760 / 585300
ella á hb@hb.fo
Lærarar til tekniska skúlan
Timburdeildin søkir eftir tveimum faklærarum !
Av tí at virksemið á timburdeildini økist, sóknast vit eftir einum dugnaligum faklærara til
fast fulltíðarstarv og einum dugnaligum faklærara til tíðaravmarkað fulltíðarstarv í 2
ár vegna farloyvi.
Vit vænta:
-
at tú hevur sveinabræv sum húsasmiður.
-
at tú hevur hollan og dagførdan kunnleika innan byggiøkið.
-
at tú hevur viðkomandi starvsroyndir.
-
at tú hevur eina framhaldandi útbúgving.
-
at tú hevur teldukunnleika og dugir nakað av støddfrøði.
-
at tú dugir væl at arbeiða við ungdómi.
Vit bjóða:
-
eitt spennandi og avbjóðandi starv saman við royndum starvsfeløgum.
-
møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving.
-
løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL.
Tú:
-
kanst venda tær til Sigurd Vatnhamar, leiðandi lærara, á timburdeildini tlf.
521106, um tú vilt vita meiri um starvið.
-
skal senda okkum tína umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir innan
25. jan. 2007 til Tekniska Skúlan í Tórshavn, Postboks 3239, 110 Tórshavn.
Størvini, sum umfata undirvísing av húsasmiðum og snikkarum, skulu setast skjótast til
ber. Til fasta starvið eru fyrstu 2 árini royndartíð.
_______________________________________________________________________________
Timburdeildin á Tekniska Skúlanun í Tórshavn tekur sær av undirvísing av húsasmiðju- og snikk-
aralærlingum og SIT-næmingum.
Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og teimum víðari útbúgvingum, sum skúlin
hevur. Á deildini starvast 8 lærarar og ein verkvørður.
Umboðsmannaval
Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til
umboðsmannaval 23. februar 2007.
Veljast skulu 3 umboð fyri Eiði.
Uppskot skulu vera sjúkrakassanum
í hendi 9. februar 2007.
Eiðis Læknadømis Sjúkrakassi
lýsingar