fríggjadagur 12. januar 2007síða 59
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
Besta útgáva
Gestir – Burtur frá Toftunum
pla bu 1
Fyrsta útgávan hjá Prix Føroyar vinnarunum
Gestum hevur fingið góð ummæli úti sum
heima, inniligi tónleikurin vinnur við tíðini
og bólkurin vinnur sær alt fleiri fjepparar.
Makrel - Transcend
pla bu 2
Transcend tó tráðin upp eftir Wonderland,
og vísir eina enn vakrari og bleytari síðu
av tí einaferð so harða rokkbólkinum. Við
Transcend er Makrel vorðin ein bólkur við
munandi breiðari lurtaraskarða.
The Dreams – Tazy
pla bu 3
Tazy er føroyski sangskatturin punkaður av
Føroya bestu popp punkarum, longu nú er
tvey løg vorðin hitt, og nýtulkingarnar hjá
The Dreams tykjast at hava rakt føroysku
fólkasálina beint í hjarta.
Teitur – Stay Under The Stars
pla bu 4
Stay Under The Stars hjá Teiti er eitt
meistaraverk, hetta tykjast ummælarar kring
heimin samdir um. Fløgan vísir ein minnið
poleraðan Teit enn á fyrru fløguni, og hetta
klæðir unga havnarmanninum.
Týr – Ragnarok
pla bu 5
Ragnarok er fyrsta nýútgávan hjá Týr á
útlendska tungmálmsplátufelagnum Napalm
Records. Á fløguni tók Týr víkingamálmin enn
eitt fet út í heim, fjepparaskarðin hjá Týr er
alsamt vaksandi.
Besti føroyski
(bólkur/einstaklingur)
200
pla bf 1
Framførslan hjá 200 á Roskilde Festivalinum
í fjør fekk betur ummæli enn flest øll stóru
útlendsku nøvnini á festivalinum. Bólkurin
hevur í fjør givið Graceland út, og hevur spælt
bæði úti og heima.
Deja Vu
pla bf 2
Deja Vu vann føroysku GBOB finaluna og
slapp til London at kappast í heimsfinaluni.
Ávegis vann Deja Vu m.a. á Marius, ið vann
GBOB í fyrraárið. Deja Vu hevur í fjør verið
millum virknastu konsertbólkar í landinum.
Høgni Lisberg
pla bf 3
Høgni Lisberg hevur í fjør spælt bæði úti og
heima. Á bæði G! og Summarfestivalinum
gjørdist Høgni millum jaligastu upplivingarnar.
Ungi leirvíkingurin hevur fingið útgávuavtalur
í fleiri ymiskum londum, og gongur eini
spennandi tíð ímóti.
Teitur
pla bf 4
Teitur hevur spælt nógvar konsertir kring
Evropa og í USA, hann er enn Føroya størsta
navn uttanlands og alt fleiri fólk tykjast at
varnast Teit.
Týr
pla bf 5
Við útgávusáttmála og útlendskum
bookingfelag byrjaði árið hjá Týr sera væl, og
sum tíðin fráleið gjørdist árið uppaftur betur.
2006 endaði við nýggjari fløgu og tveimum
stórum konsertferðum kring Evropa.
Besta songkvinna
Eivør
pla bk 1
Eivør gjørdist ársins songkvinna í Føroyum í á
Planet Awards í fjør. Hon hevur ferðast kring
heimin og sungið fyri útseldum húsum í Íslandi
og Danmark. Hon vann heiðurin besta song-
kvinna og besti vísusangari á DMA Folk, og
Útvarpi valdi hana herfyri til ársins tónleikanavn.
Guðrið Hansen
pla bk 2
Guðrið fekk í Isadora and The Rebels sítt
gjøgnumbrot í fjør. Bólkurin er spennandi,
men størsta styrkin er uttan iva stóra røddin
og útstrálingin hjá Guðrið. Guðrið luttók eisini
á fløgum og konsertum saman við øðrum
tónleikarum í ár, m.a. hjá Flemming.
Lenapla bk 3
Lena fekst í stóran mun við komandi fløgu
sína í fjør, men á AME Reykjavík, FO Invasion,
Asfalt og øðrum konsertum bæði hesumegin
og hinumegin hav vann hon alsamt meira fram,
serliga orsakað av frálíku røddini.
Maria Guttesen
pla bk 4
Maria Guttesen valdi í at standa á egnum
beinum. Hon fór burturúr bólkinum Divided
Minds og gav sína aðrum solofløgu út; ein
konsertfløga, ið vitnar um stóru røddina, ið
longu bergtók føroyingar á bandinum hjá
Hjørdis og Gentunum.
Jensina Olsen
pla bk 5
Kórsongkvinnan úr mpiri og mamman hjá
Grísaflísa Pætur kom sum snarljós á alljósum
degi inn í singer/songwriter kappingina í
Hafnia Lounge. Á veg móti sigrinum basti
dugnaliga songkvinnan nøkrum av okkara
bestu innan fyri stílin.
Besti sangari
Hans Marius Ziska
pla bs 1
Oddamaðurin í Marius vísti á fyrstu fløguni
hjá bólkinum, at hann ikki einans er ein góður
sangskrivari, men eisini ein góður sangari.
Røddin er egin og riggar væl í heildini.
Kári Sverrison
pla bs 2
Kári Sverrison gav fyrst í árinum fløguna
Risastova út saman við Yggdrail, eyðkenda
røddin er enn hansara heilt egna, og hansara
máti at brúka hana er framúrskarandi.
Ólavur Jákupsson
pla bs 3
Røddin hjá Ólavi Jákupssyni er eitt av
eyðkennunum hjá Gestum, og hevur vunnið
pláss í hjørtunum hjá ummælarum uttanlands,
Ólavur er heilt egin.
Rókur Jákupsson
pla bs 4
Á sjálvnevndu EP’ini og á konsertum sum
einstaklingur og saman við bólkum sínum
hevur Rókur víst seg sum ein av okkara allar
bestu sangarum.
Teitur
pla bs 5
Teitur er Føroya fremsti singer/songwriter.
Umframt góðu løgini eigur Teitur eisini eina
sera góða rødd. Í fjør ljóðaði røddin hjá Teiti
kring alt Evropa ikki minst heima á klettunum
og í USA og Kanada.
Besti nýggi (bólkur/einstaklingur)
Boys In A Band
pla nb 1
Boys In Band var eitt heilt óskrivað blað, tá
bólkurin meldaði seg til GBOB í heyst. Í
finaluni megnaði bólkurin at syfta GBOB
vinnaranum í fyrra árið Marius.
Budam
pla nb 2
Búi Dam lánti eina smáttu í Andalusisku
fjøllunum at skriva tónleikin til Budam. Á
konsertum hevur bólkurin spælt sín serliga
søgutónleik og hvørja ferð sita áskoðarnir
bergtiknir.
Isadora and The Rebels
pla nb 3
Isadora and The Rebels var millum bestu
upplivingarnar á Summarfestivalinum í fjør,
tað er serliga sterka oddakvinnan Guðrið
Hansen, ið bergtekur. Bólkurin brýtur í
føroyskum høpi upp úr nýggjum.
The Story Ends
pla nb 4
Hóast the Story Ends hevur nøkur ár á baki,
fekk bólkurin sítt gjøgnumbrot í fjør. Eftir
framførsluna á G! í fyrra árið vaks bólkurin
alsamt í virðing og í ár kom fyrsta fløgan út.
Thor Simonsen
pla nb 5
Fyrsta fløgan hjá Thor Simonsen varð gjørd á
hansara teldu í sovikamarinum. Hann kallar
tað hip hop, men tankarnir kunnu ferðast
til nøvn sum Beck Hansen og hansara heilt
serliga stíl. Heilt víst eitt av teimum mest
spennandi nýggju nøvnunum í fjør.
Besti útlendski (bólkur/einstaklingur)
Beth Hart
pla ub 1
Framførslan hjá Beth Hart á G! fór somikið
langt útum pallkantin, at songkvinnan stakk
tarnar í Gøtuvík. Rokk-Mama Hart vann hjørtu
á Gøtusandi hetta kvøldið.
Johnny Deluxe
pla ub 2
Johnny Deluxe vóru 9 tímar ávegis til
Summarfestivalin, men tá bólkurin trein
á pallin kókaði Vágsbøur frá fyrstu stund
til seinasti strongur var sligin og seinasta
trumman var bukað.
Nephew
pla ub 3
Kvarti føroyingurin Simon Kvamm legði
skemtið á hillina í fjør og gjørdist fulltíðar
tónleikari. Úrslitið fløgan Interkom Kom Ind
hevur gingið sigursgongd bæði í Danmark
og Føroyum. Lagið Igen & Igen & var best
umtókta útlendska lag á 15 teimum bestu, og í
summar stendur Nephew aftur á palli á G!
Red Hot Chili Peppers
pla ub 4
Tvífløgan Stadium Arcadium setti Red Hot
Chili Peppers aftur á tónlistarliga heimskortið.
Serliga lagið Dani California hevur hittað um
allan heim. Los Angeles bólkurin hevur gjørt
um seg síðan miðskeiðis í 80’unum og er enn
á toppinum.
Wolfmother
pla ub 5
Wolfmother er nýggjur australskur bólkur,
ið fekk gjøgnumbrot í fjør við síni fyrstu, og
sjálvnevndu útgávu. Talan eru um rokktónleik
við tíðiligum ávirkanum frá sjeytiára
rokktónleiki, har nøvn sum Black Sabbath og
Led Zeppelin teljast millum fyrimyndirnar.
send eini sms boð til 1930
Høvuðsstuðlar av tiltakinum eru: