Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 60

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 8 rákið Lagt til rættis:Inna Tørnroos Náttúran hevur givið okkum menniskjum eina tungu og tvey oyru, so at vit skulu hoyra dupult so nógv sum vit vit tala Latínskt orðatak Blaka jólastjørnuna út og tak tulipanirnar inn Nú tá jólatræið og jólastjørnan hava gjørt sítt fyri árið, er tíð upp á at fylla vasarnar við litríkum tulipanum, ið bera boð um at várið er - um ikki í nánd - so nóg so nær. Tað eru yvir 100 ymisk sløg av tulipanum, og blóma tær frá apríl til juni. Her eru nøkur ráð fyri at halda teimum á lívið so leingi sum til ber. l Vel tulipanir, ið vísa frískan lit í handlinum l Lat pappírið vera verðandi rundan um tulipanirnar l Sker umleið tveir centimetrar av og set tær í kalt vatn l Sker beint yvirav l Tulipanirnar halda longur, um tær standa í køldum rúmi um náttina l Fyll vasan við lunkaðum vatni hvønn dag 10 Tey móta boðini Her eru nøkur av teimum mest nýttu ráðunum, tá tað kemur til at klæða seg vakurt og stílfult. 1. Tú skal virða tilfarið og hantverkið – tað lønar seg at keypa góðan kvalitet og vælgjørd pløgg. 2. Nýt mótsetningar – svart og hvítt, tunt og tjúkt, lakk og leður, vítt og stramt – hesi ting gera tína drakt spennandi. 3. Keyp røtt lyklapløgg – eitt lyklaplagg er eitt plagg tú nýtur sera ofta – skógvar, taskur, jakkar, og kanska eina húgvu ella hatt. Nýt pening upp á hesi pløg- gini eftirsum tú oftast er í teimum, og tey slítast mest. 4. Streva eftir balansu – um tú er klødd í einari víðari blus, skulu buksurnar ella niðurdeilurin helst verða strømm og umvent. 5. Klæð teg einkult – ov nógvir litir, smúkkur, myn- stur og blómur er ikki gott at blandað. Vel eina tasku, ella brosju, ið strálar ein- samøll. 6. Blanda ikki mynstur – rútut og blomstut sa- man kann síggja rættuliga ræðuligt út. Men um tú vil blanda mynstur, lat tey so vera í sama liti ella tóna. 7. Lat teg ikki í ov lítil klæði – tað er stórur munur á strømmum klæðum og ov lítlum klæðum. Klæðir, ið eru ov lítil fáa sjálvt ein klænan persón at síggja feitan og ófantaligan út. 8. Hygg í spegilin – gang altíð út frá tær sjálvari - hvørjar litir riggar tú í, hvussu sær tín kroppur út, og hvussu tjúkk er tín lummabók? at herma eftir Hollywoodstjørnum ella venindum førur sjálvdan naka gott við sær. 9. Pínast fyri vakurleikan – trist men satt, um tú vil hava at fólk skulu venda sær um eftir tær á gøtuni, má eitt sindur av arbeiði og tanki til. Vælstrokin klæðir, vakurt hár, langar negl, perfekt make-up er bara byrjanin... 10. Tað skal vera stuttligt at lata seg í – ver ikki bangin at royna nýggj klædna- pløgg og stílar. Blanda gamalt og nýtt og legg ikki í, hvat onnur siga og gera. Pynta við skøltum ella??? Síðani filmurin »Pirates of the Caribbean« kom, er tað vorið meira modernað enn nakrantíð við skøltum. Teir eru at finna á klæðum, smúkkum, húsar- haldsmaskinum og til og við barnaklæðum. Seinast undir- ritaða var úti í býnum, kom hon fram á hesa suttuna við skølri á... spurningurin er, um mótin ikki er farin eitt sindur ov langt, tá tað mest lívgevandi við eiga – smábørnini – skulu renna runt pyntaði við skøltum... Hvítvørufyritøkan Electrolux var fyrst við tí automatiska dustsúgvaranum Trilobite, og nú kanna tey marknaðin fyri skógvar, ið dust- súgva, meðan tú gongur í teimum. Hvørja ferð tú gongur eitt fet, verður dustið sogið upp í súluna við hjálp av vakuum. Tá súlan er full, er bara at tøma hana. Tankin er at strongd karrierufólk, ið ikki hava tíð at rudda, skulu bruka hesar skógvar. Tað eru tveir næmingar frá einum spons- kum formskúla, ið eru komnir við hugskoti- num. Electrolux hevur í løtuni ikki nakrar ítøkiligar ætlanir at fara undir at framleiða skógvarnar, men vil fyrst og fremst geva fólki íblástur til nýggjar loysnir innan húsarhaldið. Dust-skógvar Skógvarnir súgva nullimennirnar upp Automatiski dustsúgvarin Trilobite Luktspor eftir Gwen Stefani Songkvinnan Gwen Ste- fani ger sum nógvar aðrar kendar kvinnur undan henni hava gjørt og kemur við sínum egna luktilsi. Heystið 2007 væntar hon, at luktilsið skal verða at fáa í handlinum og sjálv skal hon hava sagt, at tað skal anga sum »eg sjálv inpakkað«. Onnur kend, ið hava egið luktilsi l Britney Spears – Fantasy l Linda Evans – Forever Krystle l Elizabeth Taylor – White Diamonds l Jennifer Lopez – Glow l Jessica Parker – Lovely l Paris Hilton – Just Me l Kylie Minogue– Darling l Sean Puffy Comb – Unforgivable Fyll heimið við tulipanum