fríggjadagur 12. januar 2007síða 65
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti 13
Ætlaði at brenna skúlan niður
Ein av næmingunum á Fjordskolen, ið hevði serliga stórar trupulleikar, boðaði
ein dagin frá, at hann ætlaði sær at seta eld á skúlan í vikuskiftinum. Hetta var
sjálvandi ein álvarslig hóttan, serliga tí her var ikki bert talan um ein skúla, men
um heimið hjá Ingvaldi, konu hansara og børnum hansara. Men ístaðin fyri at
øsa seg, spurdi Ingvald, hví hann ætlaði at bíða til vikuskiftið, hví hann ikki gjørdi
tað sama dag. Hetta hevði næmingurin trupult við at svara. Ingvald spurdi so um
hvussu hann ætlaði at gera tað, teir fóru síðan undir eina stóra ætlan um hvussu
best kundi setast eld á skúlan, og hvat skuldi gerast fyri, at hetta skuldi eydnast.
Eftir eina løtu bakkaði næmingurin út.
g riggar ikki
trupulleikum. Har treivst eg als
ikki, skúlin var rikin for militant
til mín. Úrslitið var eisini
hareftir; næmingarnir gjørdust
harðir og fóru út og løgdu á
fólk. Ein av mínum næmingum
varð skotin í einum ráni í Ølby.
Hann doyði av skotunum og
ein annar varð skotin í beini,
tá hugsaði eg; nei, nei, nei
– kæft, trit og retning riggar
ikki, greiðir Ingvald frá.
- Fyrr vandi man politihundar
við at buka teir, um teir ikki
gjørdu, sum man bað teir.
Men hetta er man er frá og
er ístaðin farin at spæla við
teir. Hetta kann eisini brúkast
til børnini, tey læra gjøgnum
spæl, sigur hann.
Vildi hava fulla
stýring
Ingvald varð biðin um at vera
leiðari á eini skipsverkætlan,
har ung við øðrum etniskum
uppruna enn donskum vórðu
tikin umborð á skip. Hetta var
ikki líka harðrent, men sera
torført arbeiði. Hóast Ingvald
var leiðari á verkætlanini,
hevði hann ikki fulla stýring og
tað vildi hann hava.
- Tey sum arbeiða við børnu
num eiga at hava fulla stýring,
hvørt barn hevur ymiskar tørvir,
og teir tørvir kenna bert tey
sum arbeiða við barninum.
Tað var við hesum í huga,
at Ingvald tók seg burturúr
skipsverkætlanini og fór undir
Fjordskolen. Ein skúli har
hann er leiðari, og í samstarvi
við hinum starvsfólkinum á
skúlanum tekur allar avgerðir.
Tey eru fýra fólk 2 pedagogar
og 2 lærarar, ið eru um børnini
alla tíðina, børnini skulu kenna
seg trygg, og hava tey somu
vaksnu rundan um seg.
Styrkir ikki veikleikar
Skúlin byggir á grundhug
sjónina, at ikki fokusera uppá
trupulleikar og veikleikar, men
í staðin leggja dent á styrkirnar
hjá barninum.
- Eg ringi ongantíð heim til
foreldrini hjá barninum og tosi
um at vit hava trupulleikar av
ein hvørjum slag. Men ístaðin
ringi eg heim og tosi um hvat
gongur væl, og hvørjar styrkir
barnið hevur, greiður hann frá.
Kennir seg sjálvan
aftur
Tá tú tosar við Ingvald er
greitt, at honum dámar sítt
arbeiði. Sosial pedagogikkin
valdi hann, eftir at hann flutti
til Danmarkar, tá kreppan
herjaði í Føroyum. Ingvald
hevði roynt seg innan ymiskar
vinnugreinar, m.a. sum
myndamaður og sjómaður.
Hann hevði einans 7. flokk,
og tá hann kom til Danmarkar
byrjaði hann á berum. Hann
tók skúlagongdina frá 8. flokki
til HF í eini serliga intensivari
útgávu yvir tvey ár, síðan fór
hann undir læruna sum sosial
pedagog.
- Eg minnist, at tá eg fór til
skips 14 ára gamal, tá føldi eg,
at eg var verdur. Eg treivst ikki
serliga væl í skúlanum. Fólk
skulu vita, at tey duga okkurt,
og tað er tað, sum eg vil hava
mínar næmingar at føla,
akkurát sum eg føldi, tá eg fór
til skips.
Hava rættan rygg
Á Fjordskolen verður dentur
lagdur á, at børnini ikki skulu
kenna seg, sum um tey eru
vrakaði og endaði á onkrum
serskúla, tí tey ikki passa inn.
Hetta verður gjørt við, at tey
læra ymiskt, ið tú ikki lærir í
vanliga fólkaskúlanum, og at
tey fáa upplivingar, ið tey ikki
høvdu fingið aðrastaðni. Eitt
nú eigur Fjordskolen ein sera
stásiligan seglbát, ein reyðan
skjóttgangandi gummibát,
jollur, vatnskíðir. Ingvald
greiðir frá, at tey hava syrgt
fyri at seglbátur, gummibátur
og annað er 1. floks:
- Hesi børnini hava ongantíð
upplivað, at nakað er 1. floks,
so tí skulu tey her uppliva tað,
sigur hann.
- Tá næmingarnir á Fjord
skolen ganga niðri á havnar
lagnum í vátdrakt, vita teir,
at teir duga okkurt, sum flest
onnur ikki duga, og ryggurin er
øgiliga rættur, greiðir Ingvald
frá.
- Tað er týdningarmikið,
at næmingarnir vita, at vit
hava tey høgt í metum. Vit
geva teimum sjálvsvirði,
næmingurin skal vita, at hann
er okkurt og at onkur leggur í
hann. Sjálvsálitið kemur av at
duga væl, men tú mást hava
sjálvsvirði, tí tað er tað, tú
byggir sjálvsálitið á, greiðir
Ingvald frá.
Vóru í Føroyum
Næmingar, pedagogar og
lærarar á Fjordskolen vóru í
heyst í Føroyum og ferðaðust.
Hetta at ferðast saman er
eisini ein partur av tí, at
skapa jaligar upplivingar fyri
næmingarnar, ið teir ikki høvdu
uppliva aðrastaðni. Tað er
heldur eingin ivi um, at Føroyar
hava gjørt stórt inntrykk á teir
níggju dreingirnar. Tá vit hitta
nakrar teirra uttan fyri skúlan,
eru teir skjótir at fortelja um
túrin til Føroyar, og hvussu
góður hann hevur verið.
Einki galið við
dreingjunum
- Flogternan á veg niður aftur
segði, at hon ongantíð hevði
havt so fólkalig
børn, teir søgdu:
Undskyld må vi få
- Ein av mínum næmingum varð skotin í einum ráni
í Ølby. Tá hugsaði eg, nei, nei, nei – kæft, trit og
retning riggar ikki. Sigur Ingvald á Kamarinum, ið
síðan valdi at stovna sín egna skúla fyri næmingar
við trupulleikum.
Mynd: Símun Jóannesarson
Mynd: S.J.
➘