fríggjadagur 12. januar 2007síða 66
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
14
Koyra nógvar næmingar á Bukkvald
Ingvald á Kamarinum heldur, at tað er forferdiligt, at eisini øll handverkaralæra er
vorðin so bókliga tung.
- Tað er forferdiligt, at meistara læran verður koyrd á Bukkvald, tí við at gera tað
verða nógvir næmingar eisini koyrdir á bukkvald, vísir Ingvald á og heldur fram:
- Nógvir av næmingunum, ið ikki eru so sterkir bókliga duga væl ymiskt
handaligt, fyrr fingu hesir næmingar lærupláss, men nú vera hesir mistir á gólvið
í okkara samfelag. Hetta átti ikki at verið neyðugt. Føroyar eru eitt somikið lítið
samfelag, at vit áttu at kunna skapt eitt ideelt samfelag.
noget at drikke og tílíkt. Hon
hevði ikki uppliva sovorðið fyrr.
Einki er galið við dreingjunum,
teir eru stillir og róligir, greiðir
Ingvald frá
- Tá ein næmingur í 1. flokki
í fólkaskúlanum t.d. kemur
ov seint, so er tað galið av
læraranum at skelda barnið
út, tí tað er ikki barnið, ið eigur
feilin. Børnini skulu kenna seg
trygg í fólkaskúlanum, men
ístaðin koma fleiri av teimum
skeivt inn í skúlaskipanina
av fyrstan tíð. Fyri næmingin
gerst tað at hoyra eina klokku
ringja eitt niðurlag, og hetta
royna vit at rætta uppá. Hetta
ber til, men tað krevur, at
familjan stuðlar upp um tað, at
ein hugburðsbroyting hendur
hjá foreldrunum, sigur Ingvald.
Ingvald virkar eisini sum
ráðgevi, tá tað snýr seg um
systkin hjá næmingunum,
og fyri at fyribyrgja, at yngri
systkin koma skeivt inn í
skúlaskipanina og fyri at øll
familjan fer í upploysn.
Finna orsøkina
Ístaðin fyri at skelda ein
næming, verður á Fjordskolen
tosað við hann, og arbeitt
við at finna orsøkina, til tann
atburðin, ið næmingurin vísir.
Ingvald nevnir eitt dømið:
- Ein morgunin tók ein næm
ingur knappiliga ein stóran
ljósastaka, og skuldi sláa
ein annan næming í høvdið.
Høvdu vit ikki steðga hon,
hevði verið heilt galið. Tá vit
so tosaðu við næmingin, vísti
tað seg, at hann kvøldið fyri
hevði sligið ein mann niður við
einum kúbeini, tá hesin hevði
brotið inn til teirra, og roynt at
neyðtaka mammu hansara.
Fakliga støðið
Fakliga innlæringin tekur støði
í einstaka næminginum, og
hesin fær tí best møguligar
fyritreytir at læra. Á Fjord
skolen er m.a. ein 13 ára
gamal næmingur, ið ikki dugur
bókstavirnar Hann er somikið
orðblindur, at hann ikki dugur
at lesa. Ingvald væntar, at
innan fyri 2 ár fer okkurt at
henda og vónar, at hann fer
at læra at lesa, tí teir arbeiða
hart við hesum.
- Hann hevur motivatiónina
og arbeiðir hart við tí og
roynir at blíva við. Hann er
ein skilagóður drongur, ið
dugur væl alt møguligt annað,
so sum at seyma og viðgera
myndir á teldu. Ingvald hevur
gjørt hann telduumsitara á
skúlanum og givið honum eina
farteldu. Hini børnini fara til
hansara, tá okkurt forrit skal
leggjast inn. Hann er glaður
og hevur rættan rygg, sigur
Ingvald.
- Tá er týdningarmikið at
fáa ment tað sosiala, og fáa
næmingin at skilja, at lívið
steðgar ikki, tá tú er 14 ár. Vit
læra næmingarnar at koma
víðari, sigur Ingvald.
Tað týdningarmiklasta
fakliga, er at tey læra at
lesa og skriva, tí eisini innan
støddfrøði eru nógv stykkir
lesistykkir, so dugur tú ikki at
lesa, hevur tú trupulleikar í
øllum fakum.
- Umframt alt hitt á skúla
num, leggja vit nógvan dent á
tað fakliga, og tryggja okkum,
at næmingarnir gerast klárir til
lívið, og hava best møguligar
fyritreytir at fóta sær í lívi
num. Teoriin hevur fingið
somikið stórt pláss í øllum
útbúgvingum, at tú skalt vera
bókliga væl fyri, fyri at klára
teg.
!
Les meira Fjordskolen
í komandi viku
Í komandi viku verða fleiri
greinir um Fjordskolen, m.a.
tosað vit við ein næming, ið
hevur gingið á skúlanum um
hvussu hann upplivdi hetta.
Vit tosa eisini við Ingvald um
føroysku Pisa úrslitini og um
hvussu hesi kunnu betrast.
Seglbáturin hjá Fjordskolen er 1. floks. – Hesi børnini hava ongantíð upplivað at nakað er 1. floks, so tí skulu tey uppliva tað her, sigur Ingvald á Kamarinum.
Mynd: Ingvald á Kamarinum
Mynd: S.J.