fríggjadagur 12. januar 2007síða 71
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti 19
veruleikanum fingið sítt egna
land, sum ikki er beinleiðis
partur í stríðnum í restina
av Irak í dag. Kurdarnir hava
fingið sítt, shiitarnir sítt og
sunniarnir koyrdir frá. Tí er tað,
sum Tonny Brems Knudsen,
lektari í Stjórnmálafrøði í
Århus sigur, at sunniarnir hava
ikki annað val enn at berjast
fyri at fáa betri sømdir enn tað,
sum tað er lagt upp til í dag.
Uppgerð?
Tonny vísir eisini á, at
rættarmálið ímóti Saddam
í sjálvum sær vísir, hvussu
trupul støðan í Irak er. Tað er
eingin ivi um, at Saddam hevur
nógv brot á samvitskuni. Og
tað er heldur eingin ivi um,
at hann hevur framt nógvar
ræðuligar gerðir. Men tað
tykist rættiliga meiningsleyst
í eini uppgerð bert at taka
nøkur brot, døma hann og so
heingja hann skjótast gjørligt.
Tú brúkar ikki møguleikan
at gera upp við hansara tíð
og ræðuleikar, og fært tí
heldur ikki øll viðurskifti fram
í ljósmálan. Hetta fær tí alla
hugsanina um eina uppgerð
við Saddam-tíðina at fána.
Sjálvur mátin, hann bleiv
tikin av døgum, ber nógv
meira brá av at Irak koyrir
í sama hugsunarhátti sum
undir Saddam. At hann skuldi
takast av døgum í skundi líkist
meira hevnd, og so sjálvandi
filmsupptøkan, har hann verður
spottaður, ger ilt verri, heldur
Tonny Brems Knudsen.
Vann Saddam?
Tonny metir tó, at Saddam
vann síðsta leikin, tí hann stóð
fattur og tók deyðarevsingina,
sum var tað ein av váðunum
í at liva lívið, sum hann hevur
livað. Allar umstøðurnar
kring rættarmálið líkjast
meira tí Irak, ið Saddam
stýrdi, enn einum fólkaræði;
Eingin náði, ræðulig revsing
og ikki nógv hugsan um
rættartrygd. Tonny metir tí,
at alt kring rættarmálið og
deyðarevsingina av Saddam
prógvar tað Irak, sum Saddam
stýrdi, og tað er tí afturlítandi
og ikki á veg frameftir.
Munurin er bara, at nú er tað
shiitarnir, sum sita á valdinum,
og Irak fer sama veg sum undir
Saddam.
Gøla
Tonny fer so langt sum at
kalla umstøðurnar, tá Saddam
bleiv hongdur, fyri eina gølu.
Tað sæst eisini aftur á, at
dagfestingin, tá hinir báðir
deyðadømdu skulu takast av
døgum, er útsett - m.a. eftir
áheitan frá Louse Arbour frá
ST. Og nú um vikuskiftið hevur
nýggi ST aðalskrivarin Ban Ki-
moon heitt á Irak um at útseta
deyðarevsingina. Og serliga
Gordon Brown, sum helst er
komandi forsætisráðharrin
í Bretlandi, hevur kritisera
avrættingina av Saddam
rættiliga harðliga.
Shia og sunni stríð
Tonny Brems Knudsen
hevur fyrr víst á, at í Irak er
beinleiðis stríð millum shia og
sunni muslimar, og at hetta
stríðið kann elva til stórar
trupulleikar í Miðeystri. M.a.
tí Saudi Arabia longu hevur
gjørt vart við, at tað ikki ætlar
at lata sær lynda, at sunniar
standa við sviðusoð í Irak, sum
støðan er í dag. Framferðin, tá
Saddam varð tikin av døgum
og átrúnaðarliga vanvirdur,
varpar ljós á júst henda
trupulleikan, og tað sæst m.a.
við at stjórnin í Irak hevur
handtikið tveir persónar í
samband við filmsupptøkuna.
Týdningurin av, at vanvirðingin
bleiv almenn, sæst eisini
aftur í, at øsingin í Irak snýr
seg um júst vanvirðingina
og almannakunningina av
filmingini - og ikki tað at
Saddam bleiv tikin av døgum!
Tað høvdu tey flestu viðurkent,
at so fór at verða. Tonny leggur
at enda afturat, at útsagnirnar
frá bæði Bush sjálvum og
Hvítu Húsunum heldur ikki vísa
á, at tað er eitt framlítandi
Irak, sum verður grundlagt við
stuðli frá Bush stjórnini.
Í størri høpi?
Meðan eyguni eru vend ímóti
Irak, síggja vit samstundis
eitt annað stríð, sum fer fram
í Somalia, har átrúnaðurin
sær út til at hava avgerandi
leiklutin á stuðulin. USA
hevur longu lagt seg uttanfyri
somalisku strondini at fanga
islamistar, tí USA hevur alla
tíðina mett, at beinleiðis
samband var ímillum Al-Qaeda
og islamistarnar í Somalia. Har
vóru bara ikki nóg góð prógv.
Somalia er eisini eitt sunni
muslimskt land og tí kann tað
skjótt henda, at eisini hetta
landið - sum hevur verið uttan
myndugleikar og almenna
skipan í 16 ár - verið drigið upp
í stríðið, har vald, átrúnaður og
yvirgangur verður vavt saman í
ein ellubita.
dur í egnum anda
Hann tók revsingina og niðurgerðina og vann tí seinasta stríðið
Tonny Brems Knudsen er
lektari í stjórnmálafrøði á í
við lærda háskúlan í Århus
kronikkur