Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 72

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 20 tinghellan Hvørjar eru fyritreytirnar fyri vísindaligum fram­brot­ um? Er vanliga fatanin av sambandinum millum mill­um valdsbýtislæru og pol­it­iskan stabilitet røtt? Kann fyrisitingarvaldið metast at vera tað fjórða vald­ið? Hetta eru nakrir av spurn­ingunum, ið verða við­ gjørdir í hesi grein. Tørvur á atfinningum Framstig og nýbrot innan vís­ indaligt arbeiði er treytað av, at ein áhaldandi setir spurn­ ing­ar við vanligar, siðbundnar og ofta ov illa umhugsaðar fatanir og niðurstøður. At­finn­ ing er eitt lyklaorð í vís­ind­a­ lig­um arbeiði. Funnist eigur ikki vera at vísindafólki og ar­beiði teirra fyri at peika á villur og at sápla niður teirra avrik. Nei, atfinningar eiga at verða gjørd­ar fyri at skapa fyritreytir fyri nýggjum úrslitum og vísindaligum fram­brotum. Hetta er eis­ini galdandi innan samfelags- frøðiliga/stjórnmálafrøðiliga greining. Samfeløg broytast og mennast, og tí er neyðugt at menna ástøði, sum kunnu lýsa og forklára broytingar og av­bjóðingar og tey hugtøk og fyribrigdi, sum eru knýtt at samfelagstilgongdini. Hetta merk­ir ikki, allar áður framdar niðurstøður og ástøði skulu vrakast. Nøkur ástøði kunnu nýt­­ast til at forklára nútíðar fyribrigdi, og onnur ástøði mugu tillagast við støði í nýggjari vit­an, og onkuntíð er neyðugt at vraka áður góðkend ástøði. Valdsbýti og politiskur stabilitetur Ofta verður sagt, at besti hátt­ur at skapa politiskan stabilitet, er at býta valdið í tríggjar part­­ar sambært læru Montesquieus. Hetta er ein vanlig fatan, sum sjáldan spurnartekin verð­ ur sett við. Kann tað vera, at henda fatan hevur tørv á endurskoðan? Í hesum sam­­­bandi er viðkomandi og áhugavert at spyrja, um tað er tilevningin av valdi í stjórn­ar­ skip­an, sum er variabulin, sum forklárar politiskan stabilitet ella óstabilitet. Nógv gransk­ ing er gjørd í samband við politiskan stabilitet í ávikavist tingræðisskipan og forseta­skip­ an, og vísindaliga orðaskiftið heldur áfram, tí semja er ikki um, hvussu sambandið er ímill­um stýrisskipanarslag og politiskan stabilitet. Fleiri granskarar eru tó samdir um, at em­pir­iska tilfarið avdúkar, at skipanir við tingræði veita størri stabilitet enn for­seta­ skip­an­ir. Um hetta er so, er tað áhugavert í sambandi við ta vanligu fatanina av valds­trí­být­inum, tí so er prógv fyri, at ein skipan (ting­ræð­is­ skipan), sum ikki inniheldur veruligt valdstríbýti sam­bært Montesquieu, veitir størri politiskan stabilitet enn tann skipan nú á døgum, sum í ávísan mun kann setast í sambandi við valdshugsan Montesquies, nevniliga forsetaskipan. Hetta eigur at fáa ein at steðga á og seta spurnartekin við vanligu fatanina. Men ein atfinning er, sum í nógv størri mun eigur at fáa fólk at endurskoða vanligu fat­an­ina. Hetta snýr seg um stað­festing av variablum, sum forklára politiskan stab­i­l­i­tet. Er tað so, at til­evn­ing av valdi í einari stjórnarskipan, forsetaskipan ella tingræðisskipan, ikki er av­gerandi variabulin, ið forklárar politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps? Empirisk grein­ing tykist at staðfesta, at ikki er grundarlag fyri at koma til ta niðurstøðu, at ein variabul er av­gerandi fyri, um ein politisk skipan er stabil ella fellur saman. Í greinini Why Democracies Collapse: The Reasons for Democratic Failure and Success vísa Abra­ham Diskin o.o. á fleiri var­i­abl­ar, sum eru avgerandi fyri politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps. Tilsamans 11 va­ria­blar, sum eru knýttir at politiskum stabiliteti, eru kannaðir í 30 londum, har fólkaræði er fallið saman, og í 32 londum har fólkaræði hevur verið stabilt. Kanningin staðfestir, at tað serliga eru 5 variablar, sum eru avgerandi fyri ta politisku gongdina í hesum londum. Í niðurstøðuni verð­ur sagt: ”Variables from all four categories examined (in­sti­tu­ ti­on­al, societal, mediating, and extraneous) proved to be related to the collapse of democracy. It is evident, however, that the most importan cluster is composed of societal variables. It is important to emphasize that no single variable on its own is ca­pable of predicting democratic collapse. The findings show not only which variables are related to the col­lapse of democracy, and in what hierarchical order, but that the key to the demise of a democratic sys­tem is a combination of variables.” Ein slík staðfesting ger upp við fat­anina, sum sigur, at verður valdið tríbýtt sambært hugs­an Montesquies, so er hetta ein trygd fyri politiskum stabiliteti og verja ímóti stjórn­ar­koll­ apsi. Vanliga fatanin eigur at endurskoðast og vrakast, tí veruleikin er ikki so einfaldur, sum mong halda. Nakrir av teim­um týdningarmiklastu vari­ abl­u­num eru: klovningar (clea­ va­g­es), vánalig búskaparstøða og daprar søguligar royndir. Skilabest er at vraka vanligar fatanir, tá ið veruleikin ikki hósk­ar til hesar fatanir. Verður hes­­in logikkur fylgdur, er ikki ann­að at gera enn at vraka van­ ligu fatanina av sam­band­in­um millum valdstríbýti sambært Montesquieu og politiskan stabilitet. Vanliga verður hildið, at vald­ið er tríbýtt: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Í ting­ræð­isskipan og for­set­a­ ski­p­an er valdið formelt býtt í tríggjar partar. Hví verður mett, at best er at skipa eitt Valdsbýtislæra – nakrar Samrøða Rúni Rasmussen stjórnmálafrøðingur runir@tinganes.fo