Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 73
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 73

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 21 trí­býti av valdi? Hetta er ein ógv­u­liga áhugaverdur og við­kom­andi spurn­ing­ur. Er tað víst, at um talaða valdsbýti er besta ella einasta trygd fyri politiskum stabi­li­teti, rættindatrygd og ágangi frá almennu myndugleikunum ? Finnast betri skipanir? Tað tykist ofta, at nógv fólk eru komin til ta niðu rstøðu , at menniskjað hevur funnið ta fræg­astu loysnina í sambandi við at skapa eina politiska skip­an, har stjórnin á góðan og virð­iligan hátt stjórnar fólk­i­num , forpliktar seg at hava tamarhald á sær sjálvari og tryggj­ar borgarunum grund­leggj­andi rættindi og politiskan stabilitet. Finnast ikki betri loysnir enn tær, sum nú á døg­­­um verða mettar at vera tær bestu? Tað tykist løgið, at tað næstan ongantíð verð­ur ført fram, at betri loysnir mu nnu finnast. Tá ið ein hev­ur í huga tað bjartskygnið og ta framburðartrúgv, sum hava verið grundarlag fyri menn­ ing­ini í framkomna og mo­ der­ n­aða heiminum , er trupult at skilja, hví framburðartrúgvin ikki eisini kann flytast yvir til po­litiskt-vísindaliga økið og seta spurningar við ver­andi skipanir, sum ofta virka illa, og geva boð uppá, hvussu betri skipanir kunnu menn­ast. Tað eru ikki fullkomnar loysnir, sum her verða eftirspurdar, tí tær finnast neyvan. Tað er viljin at royna at skapa betri loysn­­ir, ið ein sóknast eftir. Fyrisitingarstaturin – tað fjórða valdið? Eitt menningareyðkenni í mo­d­ern­aða heiminum er sokallaði fyrisitingarstaturin (adm­ini­stra­tive state). Em­ bæt­is­veldi hevur verið partur av skipan okkara í longri tíð , so tað er ikki em­bætisveldi í sjálvum sær, ið er eitt nýtt eyðkenni; tað er støddin, kom­ pleks­i­teturin, manna­gongd­ir, reglugerðir o.sfr., sum geva embætisveldinum eina ser­ staka støðu í teirri po­li­tisku skipanini. Embætisveldið er í stóran mu n sjálvstøðu gt í skipanini, og eftirlitið við em­bætisveldinum er ofta vánaligt. Teir politisku leiðararnir (ráðharrarnir) hava ofta í veru­leik­anum lítla stýring á fyrisitingini. Eisini er ávirkanin hjá fyrisitingarstatinum á ein­ støku borgararnar vorðin nógv størri nú á døgum í mu n til fyrr. Valdið hjá fyrisit­ing­ar­ stat­inum er rættiliga stórt, og harvið er eisini størri vandi fyri valdsmisnýtslu. Henda støða kann lættliga seta borgararættindi í vanda. Leikluturin og valdið hjá fyrisitingarstatinum hev­ur týdning fyri siðbundnu fatanina av valdstríbýtinum . Um hetta sigur M. J. C. Vile í bókini Constitutionalism and the Separation of Powers: “The reality of the working of government provides a difficulty for the traditional theory of the sepa­ra­tion of powers, which divides the powers and functions of government into three, for, in effect, there are now four major sections of the political institutions of the democratic state: the legislature, the gov­ ern­ment, the administrative machine, and the judiciary.” Tað er ikki longur nøktandi at siga, at valdið er býtt í tríggjar partar. Fyrisitingarveldið (em­ bætisveldið) hevur ment seg til at blíva eitt slag av valdi í mu n til tey trý siðbundnu vøld­ini. Fyrisitingin er vorð­ið tað fjórða valdið, so valds­býti er: útinnandi vald, lóg­gev­a­ ndi vald, dømandi vald og fyrisitandi vald. Hetta fýr­a­býti av valdi krevur eina end­ur­ skoðan av teirri po­litisku skipanini. Tørvur er á at menna eftirlitsmekanismu r, sum kunnu fyribyrgja valds­ misnýtslu hjá øllum fýra vøld­unum . Eins og ætlanin við valds­tríbýtinum (og eftirlits- og javnvágskipanini, checks and balances á enskum ) er at forða fyri ágangi á borg­ ar­lig rættindi, eigur ein endurskoðað skip­an at inni­ halda eftirlitsmekanismu r, sum á effektivan hátt forða fyri, at embætisfólk fremja valds­misnýtslu og ágang ím óti rætt­ind­um borgaranna. Tann vanliga og siðbundna fat­anin av valdstríbýtinum hev­ur tørv á atfinningum og end­­ur­­skoð­an. Hetta eigur sjálv­ andi at verða gjørt í virðing fyri øllum undanfarnum politiskum heim­­spek­ingum , sum hava roynt at víst á, hvussu fræls­ is­tryggjandi og góðar stjórn­ar­ skip­anir kunnu skipast. Útvaldar keldur: Alexander, Larry (ritstjóri): Constitutionalism. Philosophical Foundations. Cambridge University Press, Cambridge 2001. Barber, Sotirios A. Og Robert P. George: Constitutional Politics. Essays on Constitution Making, Maintenance, and Change. Princeton University Press, Princeton 2001. ButleRitchie, David T.: The Confines of Modern Constitutionalism. Pierce Law Review, vol. 3, no. 1, s. 1-32, 2004. Diskin, Abraham o.o.: Why Democracies Collapse: The Reasons for Democratic Failure and Success. International Political Science Review, vol. 26, no. 3, s. 291-309, Sage Publications, London 2005. Lane, Jan.Erik: Constitutions and PoliticalTheory. Manchester University Press, Manchester 1996. Locke, John: Anden afhandling om styreformen. Det lille Forlag, Frederiksberg 1996. Madison, James o.a.: The Federalist Papers. Mentor, a division of Penguin Putnam Inc., New York 1999. March, James G. Og Johan P. Olsen: Rediscovering Institutions. The Organizational Basis of Politics. The Free Press, New York 1989. Montesquieu, Charles Louis de Secondat de: Om lovenes ånd. Bind I og II. Gads Forlag, Keypmannahavn 1998. Olsen, Henrik Palmer: Magtfordeling og mistillid. Greinin stendur í Grundlovens nutid og fremtid. Årsberetning 1998. Retsvidenskabeligt Institut B, Københavns universitet. Olsen, Henrik Palmer: Magtfordeling. En analyse af magtfordelingslæren med særlig henblik på den lovgivende magt. Jurist- og Økonomforbundets Forlag, Keypmannahavn 2005. Peters, Guy B.: Institutional Theory in Political Science. The “New Institutionalism”. Continuum, New York, 2001. Rasmussen, Rúni: Valdsbýti. Føroyskt Lógarrit (FLR), vol. 5, no. 1, Tórshavn 2005. Rasmussen, Rúni: Konstitutionalisma og stjórnarskipanir. Føroyskt Lógarrit (FLR), vol. 6, no. 1, Tórshavn 2006. Vile, M.J.C.: Constitutionalism and the Separation of Powers. Liberty Fund, 2. útgáva, Indianapolis 1998. tinghellan Fakta: Valdsbýti atfinnandi viðmerkingar Enski heimspekingurin John Locke (1632-1704) legði grundarlag fyri tríbýtinum av valdinum , tí hann hann greitt vísti á týdningin av at býta sundur lóggevandi og útinnandi valdið fyri at forða valds­mis­nýtslu. Serliga í Second Treatise of Civil Government verða hugsanirnar hjá Locke um sambandið millum ymisku vøldini lýst. Franski løgfrøðingurin Charles de Montesquieu (1689-1755) orðað væl kenda tríbýtið av valdinum í verkinum De l’Esprit des Lois (Um anda lóganna) frá 1748. Tó hevur hann ikki uppfunnið læruna um valdsbýtið. Locke vísti á týdningin av at lóg­gev­andi og dømandi vald eiga at vera býtt sundur. Montesquieu leggur dømandi valdið aftur at valdstvíbýtinum hjá Locke og orðar tríbýttu valdslæruna. Men valdsbýtislæran er ikki eitt einstaklingaavrik. Fjølbroyttar søguligar royndir og ymiskir politiskir heimspekingar hava víst á, at neyðu gt er, sambært teimum , at valdið verðu r býtt til tess at forða fyri valds­mis­nýtslu. Ofta verðu r sipað til ta amerikonsku stjórnarskipanina í sambandi við valdsbýti. Teir amerikonsku stjórnarski panarsmiðirnir vóru í stóran mu n ávirkaðir av teimum politisku hugsanunum hjá Locke og Montesquieu. Stjórnarskipanarsmiðir í mongum londum hava fingið íblástur frá Locke, Montesquieu og teimum amerikonsku stjó rnarskipanarsmiðu num , bæði í sambandi við tingræðisskipan og forsetaskipan. Munur er á valdsbýti millum útinnandi og lóggevandi vald í ávikavist tingræðisskipan og forsetaskipan. Tað er ikki talan um veruligt valdsbýti millum lóggevandi og útinnandi vald í skipan við tingræði, tí stjórnin (samgongan) hevur bæði tað lóggevandi og útinnandi valdið. Harafturím óti er hetta býti veruligt í forsetaskipan, tí bæði lóggevandi og útinnandi vældini eru vald hvør sær beinleiðis av fólkinum . Tað besta dømið um slíka skipan er tann amerikanska politiska skipanin. Fólkið velur um boð til Kongressina (Umboðsmannatingið og Senatið), sum er lóggávuvald, og forsetin (útinnandi vald) verðu r eisini valdur av fólkinum