fríggjadagur 19. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 14 - 19. januar 2007
tíðindi
Trupulleikar eru við
stabilisatorunum,
og tí er avgerð nú
tikin um, at Norrøna
verður tikin úr sigling
í eina viku
Skipaferðsla
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Trupulleikarnir við stabili
satorunum hava verið í
nakrar vikur, og nú hevur
Smyril Line tikið avgerð
um, at skipið skal í dokk.
Hetta verður gjørt í komandi
viku, og tí verður skipið
tikið úr sigling í døgunum
21. til 26. januar.
- Avgerðin um at fara í
dokk kemur óivað illa við
hjá fleiri kundum. Hetta
eru vit sera hørm um, men
neyðugt er at fáa umvæl
ingina frá hondini sum
skjótast. Vit hava mill
um annað í huga, at væl
umtóktu
páskatúrarnir
skulu ikki nervast, sigur
Thomas Magnussen, stjóri
á Smyril Line.
At
Norrøna
seinastu
dagarnar hevur siglt uttan
stabilisatorar, hevur í ávísan
mun darvað siglingini.
Og tá veðrið so eisini
spældi eitt puss seinasta
vikuskiftið,
gjørdist
seinkingin heilt munandi. Í
tíðindaskrivi verður tó sagt,
at tá umvælingin er gjørt,
skuldu trupulleikarnir verið
loystir, soleiðis at siglingin
aftur gerst meira reglulig.
Ferðafólk, sum eru farin
avstað og skuldu koma
heim aftur við Norrønu,
nú hon verður tikin úr sigl
ing, fáa bjóðaðar aðrar
ferðamøguleikar frá Smyril
Line, so tey sleppa heim.
Onnur fáa tilboð um at fáa
ferðaseðilin endurgoldnan,
men tey kunnu eisini velja
eina aðra ferð við Norrønu
ístaðin, verður sagt í tíð
indaskrivinum.
Norröna skal í dokk
Stórur
áhugi
fyri
Frískúla
num í
Havn
Mikukvøldið var
stovnandi aðalfundur
hjá Frískúlanum í
Havn, har skúlans
viðtøkur vóru
samtyktar.
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sambært Sharon Weiss
og Eyðbjørg Dalsgaard,
sum hava tikið stig til
frískúlan í Havn siga, at
longu nú er bíðilisti til
1. flokk komandi skúla
ár (2007/2008). Har
umframt eru nøkur fá
pláss tó eftir til børn, ið
fara í 2. flokk komandi
skúlaár.
Eitt av eyðkennunum
hjá Frískúlanum í Havn
er, at skúlabólkarnir eru
settir saman av børnum
í tveimum árgangum.
Hvør bólkur fevnir um
eini 20 børn.
- Foreldur, ið ætla at
søkja um pláss fyri børn
um sínum, sum kunnu
byrja í 2. flokki í Frí
skúlanum í Havn, verða
biðin um at seta seg í
samband við skúlan sum
skjótast, verður sagt.
Eisini ber til at skriva
børn á umsóknarlistan
til komandi árini. Skúlin
hevur eina heimasíðu
www.friskulin.org har
grundhugsjón skúlans
og aðrar upplýsingar um
skúlan eru at finna.
Dansispøl í Esbjerg
Leygardagin 20. januar sleppa føroyingar í Esbjerg at
royna ymisk gomul føroysk dansispøl. Tá fer nólsoyingurin
Hilmar Joensen at halda fyrilestur um gamla siðin at halda
trettanakvøld og tjúgundakvøld, og síðani fer hann at
skipa fyri ymsum dansispølum. Um kvøldið verður dansur
og dansispøl, og harmonikan sleppur eisini upp í part.
Føroyiongafelagið í Esbjerg skipar fyri tiltakinum, sum
verður í festsalinum í Skrænten 11.
Vín ímóti krabbameini
Tað eru eini tíggju ár, síðani kanningar bendu á, at víndrúur
og sostatt eisini vín kundu tálma krabbameini, og nú vil
ein danskur granskari vera við, at tað er prógvað, at tað
er so. Ole Vang, lektari á RUC, sigur, at evnið resveratrol,
sum er í víni, forðar krabbameinskyknunum at veksa.
Kanningarnar benda á, at vínslagið Pinot Noir virkar best,
sigur hann. Í Kræftens Bekæmpelse ivast tey og vísa á, at
alkoholið í víninum kann virka øvugt.
Trupulleikar við stabilisatorunum hava seinkað nógv um siglingina seinastu vikurnar, men nú skal hetta fáast í rættlag, verður
sagt av Smyril Line
Landsstýrið situr í
hesum døgum og
bindur eina bukett
av eyka uppskotum,
nú farið verður undir
síðsta árið av hesum
samgonguskeiðinum
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard, løg
maður, boðar frá, at hann
hevur sett dagin til valið at
vera um nágreiniliga eitt
ár.
- Je havi sett ein reyðan
ring um valdagin, sum sam
bært stýrisskipanini eigur
at vera í seinasta lagi 20.
januar. Men av tí, at hesin
dagurin er ein sunnudagur,
so mugu vit flyta valið til
leygardagin 19. januar, sig
ur løgmaður.
Spurdur, hvat løgmaður
fer at brúka hetta síðsta árið
til, sigur Jóannes Eidesgaard,
at samgongan, og harvið
eisini landsstýrismenninir,
eru í tí hepnu og óvanligu
støðu, at hava ein góðan
meiriluta, umframt at fíggj
arliga støðan í landinum
er betri enn væntað, tá
samgonguskjalið var undir
skrivað.
- Tí hava okur í lands
stýrinum gjørt av, at hvør
landsstýrismaður
kann
koma við einum ella tveim
um eyka uppskotum, sum
vit fara at bera niðan í ting
ið, sigur løgmaður. Hann
vísir á, at uppskotini fara at
koma borgarunum til góðar,
soleiðis at talan verður um
beinleiðis tilboð ella betran
av tænastuni.
- Hetta verður ikki gjørt,
tí at valið nærkast. Men
nú hava vit møguleika at
nýta hugflogið og harvið at
koma við góðum politiskum
hugskotum. Og tíðin er um
at renna út, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Kortini vil løgmaður ikki
avdúka nakað um, hvat vit
kunnu vænta okkum.
Eitt ár
til valið