Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti  Magni Jarnskor hevur spælt fótbólt í ein mansaldur, og hann ætlar at spæla aftur næsta ár. Magni trakaði sínar fyrstu gaggur sum 7 ára gamal. Hann hevur altíð spælt við GÍ, uttan eitt ár, tá ið hann royndi seg í Slagelse í Danmark. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá GÍ í 1984. Tá var hann einans 15 ára gamal. Upplivdi Landskrona Magni hevur gjøgnum hesi árini upplivað mangt ymiskt við GÍ. Hann var ein partur av liðnum, sum fyrst í 1990´unum vann alt, sum kundi vinnast. Hann var eisini við landslið­ num í Landskrona, tá ið teir vunnu 1-0 móti Eysturríki. - Tað var ótrúligt. Eg spældi ikki inni sjálvur, men tað var eitt sera gott upplivilsi at vera við. Tað er heilt vist ein av minniligastu løtunum sum fótbóltsspælari, sigur Magni. - Tað var ein ógloymandi heimferð úr Landskrona. Tað tóktist sum, at allar Føroyar stóðu úti á vegnum og fagnaðu okkum, tá ið vit koyrdu runt við bussinum, sigur hann. Hann heldur, at landsliðið hevur ment seg nógv tekniskt síðani tá. Kortini høvdu teir okkurt, sum núverandi lands­ liðsleikarar møguliga mangla. - Landsliðið hevur ment seg sera nógv hesi árini. Teir duga betri at spæla. Men vit høvdu ein ófatiligan arbeiðsvilja tá, og hann manglar kanska nú, sigur Magni, sum er skrásettur fyri 30 landsdystir. Hann spældi sín fyrsta landsdyst í 1989. Pengar Magni heldur eisini, at før­ oyska landskappingin er vorðin sterkari. - Leikararnir er leikliga betri fyri, og fótbólturin er vorðin meira seriøsur. Nú eru pengar eisini komnir uppí, og tað ger, at leikararnir raðfesta fótbóltin sera høgt, sigur Magni, sum als ikki hugsar um, at hann spælir móti summum dreingj­ um, sum hann kundi verið pápi at. - Tá ið tú ert á vøllinum, hugsar tú als ikki um, um mótstøðuleikarin er 17 ella 40 ára gamal, sigur hann. Magni Jarnskor: Spælt í 38 ára gamli Magni Jarnskor hevur spælt fótbólt í bestu deildini í nærum kvarta øld. – Eg havi fyrr sagt, at eg skal enda við einum meistaraheiti, men tað vísir seg at ganga striltið, sigur Magni, sum er gøtumaður við stóra G Fótbóltur Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Magni um ÍF - ÍF hevur fólk aftanfyri, sum fegin vilja náa langt. Men tey koma ikki á mál. Teir hava tó góðar fótbóltsspælarar. Tað hava fuglfirðingar, sum hava spælt í øðrum feløgum, prógvað. Kortini slær ÍF ongantíð til. Tað má vera eitt ella annað, sum ikki riggar hjá teimum. Magni um trúgv - Eg eri kirkjufólk. Eg kundi tó gjørt meira við at farið í kirkju. Men aftur har kemur fótbólturin fyri. Vit spæla sunnudag og skulu ofta møta um kirkjutíð.