fríggjadagur 19. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
5
Serviceteknikari
Søkt verður eftir serviceteknikara til Kringvarp Føroya.
Kringvarp Føroya Norðari Ringvegur Postboks 1299 FO-110 Tórshavn Tel.: + 298 34 75 00 Faks: + 298 34 75 01 www.kringvarp.fo
R E P R O Z
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi arbeiði við skiftandi uppgávum á
einum góðum arbeiðsplássi. Eitt starv, ið gevur
tær møguleikar fyri støðugari menning í sjón-
varps- og útvarpstøkni. Møguleikar eru eisini fyri
skeiðum uttanlands, har tú lærir um nýggjastu
tøknina á økinum.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir
Umsóknir til starvið skulu vera Kringvarpi Føroya
í hendi í seinasta lagi 2. februar.
Starvið
Tann, ið settur verður, skal m.a. taka sær av:
• Umvæling og viðlíkahaldi av tøkniligari útgerð, t.d. til ljóð,
video, fylgisvein og tráðleyst samband.
• Verkseting av nýggjari tøkni.
• Ymsum video- og ljóðtøkniligum innleggingum.
Tínir førleikar
Tú ert útbúgvin radio- ella elektronikkmekanikari og hevur innlit í
video-, ljóð- og RF-tøkni. Fyrimunur er at hava praktiskar royndir. Tú
hevur kunnleika um talgilda tøkni, og fyrimunur er eisini at hava skil
fyri KT-útgerð. Tú arbeiðir bæði sjálvstøðugt og í toymi, og tú ert røkin,
fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni. Skeivar arbeiðstíðir kunnu
koma fyri.
Fleiri upplýsingar
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Andor Johannesen,
tøkniligan leiðara, á telefon 34 75 72 ella 34 75 00.
lýsingar