fríggjadagur 19. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
bestu deildini í kvarta øld
Útlendskir
fótbóltsleikarar
Alt fleiri útlendskir leikarar
leika í føroysku kappingini.
Hetta heldur Magni ikki einans
vera gott.
- Útlendsku leikararnir skulu
hækka støðið, men tað er
alt ov nógvir miðalgóðir ella
vánaligir spælarar, sum eru
komnir upp, sigur Magni, sum
viðurkennir, at nógv er broytt,
síðani hann byrjaði at sparka.
- Fyrr vóru tað einans lokalir,
sum spældu við felaginum í
bygdini. Síðani pengarnir eru
komnir uppí, flyta spælarar
millum feløg, og útlendingarnir
gerast fleiri. Hetta havi eg
torført við at venja meg við,
sigur Magni.
GÍ í hjartanum
Hjá Magna hevur tað altíð
verið einans eitt felag.
- Eg eri sera heimføðissligur,
og GÍ hevur altíð verið mítt
felag, burtursæð frá tí eina
árinum, sum eg spældi í
Slagelse. Eg fekk einaferð eitt
tilboð frá einum øðrum felag,
men tað kom ikki uppá tal,
sigur hann.
Magni hevði ein steðg frá
fótbóltinum uppá tvey ár, tá ið
hann bygdi hús. Hann byrjaði
tó aftur, og tað er ikki vist, at
hann fer at gevast í nærmastu
framtíð.
- Eg eri sjálvandi ikki ungur
longur, men eg spæli so leingi,
sum eg tími. Eg havi fyrr sagt,
at eg skal enda við einum
meistaraheiti, men tað vísir seg
at ganga striltið, sigur hann og
viðurkennir, at hann ikki hevði
kunnað spælt fótbólt í so nógv
ár uttan eina góða konu.
- Uttan eitt gott bakland,
hevði hetta als ikki borið til,
sigur Magni.
Fótbóltsfamiljan
Jarnskor
Magni er í einari fótbólts
familju burturav. Øll systk
ini hava íðkað. Fýra av
beiggjunum hava eisini leikt
við besta liðnum hjá GÍ.
- Dánjal, John, Pauli og
Henning hava eisini leikt við
GÍ. Vit hava spælt fýra í senn.
Hóast teir eru mínir beiggjar,
so uppfatar tú teir sum van
ligar viðleikarar á vøllinum,
sigur Magni.
Mamma Magna vaskar
venjingarklæðini hjá besta
liðnum. Pápin er íðin fjeppari
og plagar mangan at rópa
harðast til dystir.
Magni hevur upplivað mest
sum alt sum fótbóltsleikari,
men hann hevur ongantíð
spælt í aðru deild. Einaferð var
tó nær við, at GÍ flutti niður.
- Á Skála fyrra árið var sera
nær við, at vit fluttu niður.
Skála skoraði til 2-1 nøkur fá
sekund fyri leiklok, og so var
GÍ niðri í næstbesti deildini. Tá
bleiv alt svart fyri mær. Men
GÍ skoraði til 2-2 einans 10
sekund aftaná, og tað gjørdist
endaliga úrslitið. Við hesum
úrslitinum varðveitti GÍ plássið
í bestu deildini. Rómurin var
øgiligur á vøllinum á Skála.
Tað var sum at vinna meist
araheitið, sigur Magni.
Venjari
Magni hevur tikið tað fyrsta
venjaraskeiðið. Hann kundi
væl hugsað sær at verið
venjari, tá ið virkna fótbóltsleið
hansara er av.
- Eg starvaðist hálva tíð
sum ungdómsvenjari hjá GÍ
í fjør. Hetta dámdi mær sera
væl, men tað bleiv ov strævið
at hava við síðuna av mínum
starvi hjá kommununi. Men
eg kundi hugsað mær at verið
venjari aftur, sigur Magni,
sum ikki hugsar um at gerast
venjari hjá besta mansliðnum
hjá GÍ. Hann hevði tó ikki sagt
nei til møguleikan.
- Um eg fái kjansin at gerast
venjari hjá besta mansliðnum,
sigi eg neyvan nei. Men
eg hugsi mest um at venja
børnini, sigur hann.
Ein av royndastu leikarunum
í landinum fer aftur at
traðka í gaggurnar, nú tá
ið fótbóltskappingin byrjar
aftur. Hann fer uttan iva at
gera alt fyri at vinna enn eitt
føroyameistaraheiti við tí
felagnum, sum hann elskar,
áðrenn hann gevst at spæla.
Føddur 16.11.1968
Giftur við Randi
Tey eiga tvey børn
Arbeiðir sum pedell hjá
Gøtu Kommunu
Byrjaði at spæla fótbólt
sum 7 ára gamal
Fyrsta dyst á besta liðnum
í 1984 sum 15 ára gamal
Fakta
Magni
Jarnskor
– Um eg fái kjansin at gerast
venjari hjá besta mansliðnum
hjá GÍ, sigi eg neyvan nei,
sigur Magni Jarnskor
Mynd: Høgni Thomsen
Magni um
politikk
- Eg blandi meg ikki uppí politikk.
Tað hevur ikki mín áhuga. Eg fylgi
eitt sindur við, tá ið tað er val og
tílíkt, men eg havi næstan altíð
avgjørt frammanundan, hvar eg
seti krossin.
Magni um
føroyskan mat
- Mær dámar sera væl føroyskan
mat. Mær dámar allan føroyskan
mat, men ræst kjøt og súpan er eitt
tað besta.