fríggjadagur 19. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 14 - 19. januar 2007
tíðindi
Vilja hava tunnil
Gamli tankin um ein tunnil millum Fuglafjørð og Skálabotn
er nú komin framaftur. Fuglafjarðar kommuna hevur biðið
vinnumálaráðið um loyvi at gera ein tunnil har eftir
sama leisti bygnmaðarliga og fíggjarliga sum partafelagið
Skálafjarðartunnilin ætlar at nýta. Tunnilin verður 2.300
metrar langur, og kommunan hevur roknað seg fram til, at
tað fer at kosta 10 krónur fyri persónbilar og 40 krónur fyri
lastbilar at koyra ígjøgnum hann.
Nýggjar trolvektir
Lemmavirkið Rock í Vági hevur gjørt eitt nýtt slag av
trolvektum. Partrolarar brúka vektir til at halda trolinum
niðri við botnin. Vanligt er at brúka ketur, men tær fara illa
við botninum. Nýggja vektin hjá Rock er gjørd soleiðis,
at hon rullar eftir botninum og ger tí ikki so stóran skaða.
Harafturat hevur hon tann fyrimun, at trolararnir btúka
minni olju. Partrolarar í Suðuroy hava roynt nýggju
vektina og eru sera væl nøgdir við hana.
(Kelda: www.sudurras.fo)
Í gjár varð kunngjørt,
at løgfrøðiliga met
ingin, sum Menta
málaráðið læt gera
av fýra stýrislimum
í Kringvarpinum,
staðfesti, at hesir eru
gegnigir.
– Neyðugt er við
skjótum avgerðum
í slíkum førum,
tí annars kunnu
málsviðgerðirnar í
almennu fyrisitingini
verða ov drúgvar,
metir Jógvan Elias
Winther Poulsen,
advokatur
GEGNI
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Í gjár kunngjørdi Menta
málaráðið, at ein ekstern
ur advokatur var komin
til ta niðurstøðu, at teir
fýra limirnir í Kringvarps
stýrinum Símun Absalon
sen, Páll Isholm, Kristina
Samuelsen og Eyðun Joen
sen eru gegnigir og kunnu
sostatt røkja sítt arbeiði í
stýrinum.
Jógvan Elias Winther
Poulsen, advokatur, hevur
gjørt frágreiðingina fyri
Mentamálaráðið, av tí at
ivi varð sáddur um gegnið
hjá fýra av stýrislimunum
í nývalda stýrinum fyri
Kringvarp Føroya, og hann
metir, at limirnir í stýrinum
ikki kunnu metast ógegnigir
sambært kringvarpslógini,
fyrisitingarlógini ella óskriv
aðum fyrisitingarrætti, sum
t.d. kunnu vera niðurstøður
frá umboðsmannastovnum
og líknandi.
Sosialurin hevur fingið
innlit í málið. Her sæst,
at Jógvan Elias Winth
er Poulsen hevur í síni
løgfrøðiligu meting lagt
dent á, at sambært kring
varpslógini kunnu fólka
tings- ella løgtingslimir
ella starvsfólk í øðrum
fjølmiðlum ikki sita í stýri
num, og tað ger eingin av
núverandi limum. Símun
Absalonsen, stýrisformað
ur, hevur áður gjørt send
ingar fyri Lindina, men er
ikki longur virkin á hesi
rás.
Kunnu vera ógegnig
í konkretum málum
Jógvan Elias Winther Poul
sen metir, at fyrisitingar
lógin er galdandi fyri Kring
varpsstýrið. Hann nevnir
m.a. í síni løgfrøðilgu met
ing, at fyrisitingarlógin í
høvuðsheitum er galdandi
fyri mál, har ein myndugleiki
tekur ítøkiligar avgerðir
mótvegis borgarunum, sum
ávirka viðkomandi borgara
ella borgara beinleiðis ella
ítøkiliga.
Sambært §3 stk. 3 í fyri
sitingarlógini verður sagt,
at tann, sum er ógegnigur
í einum máli, ikki má taka
avgerð ella, vera við til at
taka eina avgerð ella vera
við í viðgerð av tí konkreta
málinum.
Sostatt verður mett, at
talan um gegni verður
aktuelt, tá einstøk mál, sum
koma ávísum stýrislimum
ov nær, koma upp átal.
Hetta kunnu t.d. vera
starvssetanir o.t. Einasti
sessurin, sum stýrið tó
hevur ávirkan á, er tann
hjá kringvarpsstjóranum.
Sostatt metir advokaturin
ikki, at tað kann hava
ávirkan á gegni hjá einum
persóni at vera limur í
Kringvarpsstýrinum,
at
viðkomandi
annaðhvørt
eiga ein mammubeiggja í
Útvarpinum ella er giftur
við einum tekstara í Sjón
varpinum.
Í hvørjum einstøkum føri
skal metast um, hvørt tann
einstaki stýrislimurin er
ógegnigur.
Jógvan Elias Winther Poul
sen metir sostatt heldur ikki
metir Kristinu Samuelsen,
ið er gift við stjóranum á
Dimmalætting, sum ógegn
iga at sita sum limur í
Kringvarpsstýrinum, tí um
eitt mál sum t.d. viðvíkti
Dimmalætting varð aktuelt,
hevði borið til at viðgjørt
hetta, og varalimur hennara
kundi tikið sæti á fundi,
sum síðan viðgjørdi hesi
mál.
Ikki drúgvar
málsviðgerðir
Jógvan Elias Winther Poul
sen sigur í viðtali við Sosial
in, at vanligt er í slíkum
førum, at eitt stýri sjálvt
metir, um ávísir stýris
limir eru ógegnigir, og
um hetta er niðurstøðan,
verða varalimirnir boð
sendir. Tó kunnu fólk, ið
eru rakt av stýrisins avgerð
um, og ivi er um gegnið,
antin fara í rættin ella til
umboðsmannin.
Jógvan Elias Winther
Poulsen sigur, at kring
varpsstýrið tekur, at stýrið
tekur yvirskipaðar avgerðir,
og at tað ber til at kjak
ast um, hvørt tær eru fyri
sitingarligar.
Hann leggur dent á, at
ein avgerð um gegni er ein
avgerð, um nær ein veru
lig avgerð kann takast í
fyrisitingini. Jógvan Elias
Winther Poulsen heldur tí,
at sum heild er neyðugt
við
skjótum
avgerðum
í slíkum førum, um ikki
málsviðgerðir skulu verða
alt ov drúgvar í almennu
fyrisitingini, og samfelagið
kann ikki leggast lamið.
- Reglurnar um inhabil
itet eru gjørdar um per
sónlig áhugamál, staðfestir
advokaturin, sum metir, at
stýrislimirnir fyri Kring
varpið eru gegnigir.
Neyðugt við skjótum
avgerðum um gegni
Jógvan Elias Winther Poulsen,
advokatur, sigur at kringvarps
stýrislimir kunnu vera ógegnigir í
konkretum málum, men sum heild
eru teir gegnigir
Mynd: Jens Kr. Vang