Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 6 Í ár eru tað liðin 100 ár, síð­ani belgiski tekn­arin Hergé var borin í heim, og tað skal ver- uliga hald­ast í heimland­i­num hjá honum. Hergé var ser- liga kendur fyri tekn­i­røðina um Tintin, sum er víðakend og fram­vegis sera væl umtókt. Nógv verður gjørt burtur úr at markera ser­liga árið í Belgia, og eitt nú verða bygningar og tok skrýdd við tekningum av Tintin. Á mynd­in verður ein slík tekning av­dúk­að, meðan seinna konan hjá Hergé, Fanny Rodwell-Vla- minck er hjástødd . í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakkstein Rullukøka ella køkurulla Hóast rullukøka og køkurulla eru sett saman av somu orðum og kundu fyri tann skuld verið tvær síður av somu søk, er tað stórur munur hjá manni, sum kemur heim úr býnum móti morgni, um konan bjóðar honum rullukøku ella stendur klár við køkurulluni. Kinesarar banna film Nýggi filmurin hjá Martin Scor­ ce­se verður ikki vístur í Kina. Orsøkin er, at kinesisku mynd­ ug­leikarnir eru stak misnøgdir við, at teir í filminum verða lagdir undir at stjala datatøkni til ólógligt virksemi. Kinesarar hava biðið um, at hetta verð­ur tikið úr spælifilminum, men hesum ynski hava farm­leið­ar­ar­ nir sjálvsagt ikki gingið á møti. Í filminum spæla kendir sjón­leikarar sum Leonardo Di­Cap­r­io, Matt Damon, Jack Nich­ol­son og Martin Sheen, og film­urin verður mettur at hava góð­ar møguleikar at vinna onkra Oscar-virðisløn í februar. Washington best umtóktur Amerikanska Harris Poll ger aft­­u­r­vend­andi metingar av, hvørj­­ir eru eru teir best um­ tóktu sjón­leik­ar­ar­nir í USA. Í nýggj­­asta yvirlitinum er tað fyri fyrstu ferð í longri tíð, at Tom Hanks ikki er ovastur á list­a­num. Hann má lúta fyri Denzel Washington, sum sambært Harris Poll er best umtókti sjón­leik­ar­in í USA. Tom Hanks er nummar 2, John Wayne nummar 3, Clint East­wood 4, Will Smith og Julia Robert numm­ ar 5, Johnny Depp og Mel Gib­son numm­ar 7, George Cloon­ey 9 og Harr­ison Ford numm­ar 10. 2007 verður Tintin-ár Høg modell tveitt úr bussinum Tann 180 sentimetrar høga bretska modellin Josephine Kime var úti fyri eini heldur sjáldsamari hending í London nú um dagarnar. Hon fór upp í ein buss í enska høvuðsstaðnum, men var so biðin um at fara úr aftur bussinum. Josephine kom at standa í bussinum, og bussførarin segði, at hann sá einki í speglinum orsaka av teirri høgu modellini. - Fyrst helt eg, at bus- sførarin skemtaði, men so ótolnaðist hann og gjørdist illur, og eg mátti úr bussi- num, greiðir Josephine frá. Ein talsmaður fyri bussfel- agið hevur biðið um umbe- ring fyri hendinga, men tað hevur ikki eydnast at funnið fram til, hvør bussførarin var, skrivar The Sun.