fríggjadagur 19. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 14 - 19. januar 2007
Tað gongur sjón fyri søgn: veðurlagið í heiminum
er veruliga broytt. Lufthválvið ella atmosferan, er
ornað, og hetta ber við sær ógvusligar broytingar í
veðurlagnum. Í roynd og veru merkir hetta, at árligi
meðalhitin veksur, og hetta kann aftur leiða til nógvan
hita, skerping, ódnir og ómetaligan kulda alt eftir
árstíðunum ymisk støð á jørðini. Við ST sáttmála
- tí sonevndu Kyoto protokollini ella sáttmálanum,
sum varð samtykt í Kyoto tann 11. desember 1997,
binda luttakaralond seg til í fyrsta lagi at minka um
útlát av sonevndum vakstrarhúsgassum, og í øðrum
lagi binda londini seg til at seta ítøkilig tiltøk í verk
til tess at bøta um støðuna í lufthválvinum og harvið
í øllum heiminum.
ES samtykti Koyoto í 1998 og síðan hava heilt nógv
av heimsins londum boðað frá, at tey taka undir við
sáttmálanum. Nøkur stór ídnaðarlond eru tó enn
uttanfyri. Hetta eru lond, sum antin meta sáttmálan
sum eina forðing fyri ídnaðarmenning t.d. Kina ella
lond, sum heilt einfalt halda tað vera ov dýrt fyri
vinnuna at binda seg til Kyoto protokollina. Millum
hesi lond eru USA. Tað eru mong, sum halda, at so
leingi ávís stórveldi ikki eru við í Kyoto protokollini
um veðurlagsbroytingar, so er alt sum einki. Tey siga
sum so: hvat hjálpir, at nøkur minka um útlatið, tá
onnur ikki gera tað?
Hetta er sera skeivur hugsunarháttur. Allur bati
bøtir, og hvørja ferð eitt land ella eitt ríkjasamband
tekur undir við Kyoto, so økist trýstið á tey, sum enn
himprast. Umhvørvisspurningar fáa alt meira pláss í
politiska orðaskiftinum. Í USA, har mótstøðan móti
Kyoto hevur verið stór eitt nú í flokki forsetans er nú
vend við at koma í. Tøknin gerst alt meira framkomin
og alt bendir á, at vit kunnu minka um útlátið uttan at
lækka okkara livistøði.
Føroyar eru millum teirra, sum himprast við at taka
undir við Kyoto. Tey, sum eru ímóti, skylda uppá
veiðiflotan og uppá eina komandi oljuvinnu. Henda
støða er ikki haldgóð. Granskarar ávara og seinasta
ávaringin kom frá okkara mæta granskara Boga
Hansen, tá hann í fjør heyst fekk umhvørvisvirðisløn
Norðurlandaráðsins. Vit hava mangan lyndi at illskast
inn á tey ídnaðarlond, sum dálka okkara havumhvørvi,
samstundis sum vit gloyma, at Føroyar uppá seg
eru millum teir stóru syndararnar, tá hugsað verður
um útlát av skaðiligum evnum. Kanska útlatið
ikki vigar so tungt í heimshøpi, men hetta leggur á
okkum eina moralska ábyrgd, sum er tung at bera.
Tjóðveldsiflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið
um, at Føroyar skulu taka undir við Kyoto. Hetta er
eitt gott uppskot, sum allir tingflokkar áttu at kunna
tikið undir við.
Sosialurin
Kyoto – sjón fyri søgn
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Nú gjørdi Hergeir Nielsen
tað púra greitt. Málið um
møguligan ólógligan flutn
ing av fangum í føroyskum
loftrúmi er fyri hansara
flokk ikk i ein spurningur
um rættindini hjá fangu
num, men eitt gylt høvi
at skapa enn eina fíggind
amynd av dønum og fáa
í lag eitt nationalistiskt
rumbulsmál
Havi higartil verið rættiliga
fegin um, at Hergeir Nielsen
og eg sjálvur hava drigið
nøkulunda somu línu í uttan
landsnevndini, tá tað snýr seg
um at verja mannarættindi.
Men avdúkingin í seinasta
lesarabrævi hansara fær meg
at harmast.
Í trimum umførum í
lesarabrævinum “Søgufals
anin hjá John Johannessen”
ger Hergeir Nielsen klass
isku støðuna púra greiða:
Danin er fanin, og síðani
kemur alt annað í aðru røð.
Vónandi hevur Hergeir
Nielsen skrivað lesarabræv
ið í sinnismuni og er tí
komin at gera í so nógv
av. Í øllum førum er nógv,
sum bendir á tað borðið.
Tí umframt at innihalda
hesa óhepnu avdúking, so
er restin av brævinum ein
niðrandi viðgerð av mínum
persóni. Og hóast júst slík
ur atburður er vorðin eitt
alt meira vanligt vápn hjá
nógvum politikarum, so
plagar Hergeir Nielsen at
vera ov dugnaligur til slíkt.
Hvør falsar søguna?
Óhepni orðadrátturin, ið
ikki er virðiligur fyri hetta
álvarsmál, byrjaði við einum
lesarabrævi hjá formanni
Tjóðveldisfloksins í vikuni.
Hesin legði meg undir at
látast at vera ímóti ólóg
ligum flutningi og píning
av fangum, umframt at
hann sum talsmaður fyri
alt tað góða og reina royndi
at geva mær ábyrgdina av
34.452 drápum í Irak. Tá
var tað, at søgufalsanin fór
fram.
Í undanfarnu grein míni
gjørdi eg greitt - enntá við
støði í skjalprógvum - hvør
greiða støðan hjá Javnað
arflokkinum síðani 2002
hevur verið til málið um
nýtslu hjá amerikanska her
valdinum av føroyskum loft
rúmi. Á fundinum 3. oktober
2002 vildi Andrias Petersen
ikki lata føroyskt loftrúm
verða nýtt til eitt álop á
Irak, sum heimssamfelagið
var ímóti.
Í gerðabókini frá hesum
fundi stendur soleiðis um
støðuna hjá Javnaðarflokk
inum:
“Ein minniluti, Andrias
Petersen, tekur ikki undir við,
at loyvið hjá amerikanskum
stríðsflogførum verður giv
ið treytaleyst, men mælir
til, at málið um álop á
Irak fyrst skal roynast í ST
høpi”.
Í gerðabókini frá sama
fundi
stendur
soleiðis
um støðuna hjá Hergeiri
Nielsen:
“Ein minniluti Hergeir
Nielsen heldur, at málið
ikki er búgvið at taka støðu
til”.
Og
í
brævinum
til
løgmann dagfest 3. okt.
2002, sum Hergeir Nielsen
nú sipar til, sigur Hergeir
Nielsen
millum
annað
soleiðis:
“Vísandi til løgtingssam
tyktirnar um uttanveltaðu
støðu
Føroya
og
til
almennu ætlan Føroya um
at tryggja sær fult innlit í
og avgerðarrætt á øll uttan
ríkis- og verjupolitisk mál,
ið kunnu hugsast at hava
týdning fyri Føroyar og
føroyingar heldur minnilut
in, at málið ikki er búgvið
at taka støðu til”.
Tí undrar tað meg ikki
sørt, tá Hergeir Nielsen
skírir meg søgufalsara, tá
eg í fyrru grein míni sigi,
at Javnaðarflokkurin í 2002
var einsamallur um at gera
greitt, at flokkurin ikki
góðtók misnýtslu av før
oyskum loftrúmi til feigdar
átøk. Velji kortini at trúgva,
at henda álvarsama útsøgn
er gloppin Hergeiri á papp
írið av ósketni. Tí skal tað
vera honum fyrigivið.
Nationalistiskt kot
Tað sum kortini harmar
meg almikið er, at Tjóðveld
isflokkurin nú eisini letur
málið um píndar fangar
í eitt nationalistiskt kot.
Tað er at skúgva álvaran
í málinum til viks, skapa
enn eina ræðumynd av
dønum og brúka málið til
flokspolitiskan
vinning.
Hetta prógvar skrivingin
alt samalt. Dømini eru
fleiri í lesarabrævinum hjá
Hergeiri Nielsen umframt
í brævinum hjá formanni
num.
•
Hergeir Nielsen:
“Saman við áralongu mann
vondu herferðini hjá dønum
við einum ivingarsomum
ST-mandati, tagnaði so eis
ini hetta einasta mótmæli
frá Javnaðarflokkinum”.
•
Hergeir Nielsen:
“John Johannesen og teir
hava mótvegis øllum viti og
skili í løgtingssamtykt slept
øllum uttanríkispolitiskum
valdi av hondum og ganga
nú og veittra við einum
Fámjinsskjali, sum ikki er
vert tað pappír, tað er skriv
að á”.
•
Hergeir Nielsen:
“Tað allar minsta vit kunna
gera fyri at støðga hes
um ótýdligu brotunum á
mannarættindini, er átaka
okkum ræði á egnum viður
skiftum...”
•
Høgni
Hoydal:
“Teir vita eins væl og eg og
tú, at um Uttanlandsnevndin
tordi at siga nei og mótmæla,
at okkara loftrúm verður
nýtt til krígsendamál, so
hevði danska stjórnin givið
loyvi kortini. Og so var alt
tosið um Fámjins-skjal og
“ægte medinddragelse og
indflydelse” avdúkað sum
tað bluffið, tað er”.
Hetta
nationalistiska
gyklið er altso støðan hjá
Tjóðveldisflokkinum til, at
eg í mínum virki í uttan
landsnevndini havi heitt á
løgmann um greitt at senda
út politiskan boðskap um,
at føroyingar ikki góðtaka
møguligan ólógligan fanga
flutning í føroyskum loft
rúmi. Og í øðrum lagi at fáa
kannað og staðfest um hetta
er nakað, ið veruliga fer
fram í føroyskum loftrúmi.
Havi leingi havt eina
vón um, at tað fór at bera
til skapa eina samgongu á
vinstravonginum. Men tað
gerst alsamt meira greitt,
at tráanin og muran stendur
aðrar vegir.
Eg yppi øksl í undran og
harmist almikið...
Danin er fanin
Løgtingsmaður
www.john.fo
John
Johannessen