fríggjadagur 19. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
tíðindi
Miðalaldurin hjá
føroysku kommunu
læknunum er 58 ár,
og 10 læknar vænta
í, um vit skulu upp á
norðurlendska støðið,
har 1500 íbúgvar eru
til hvønn lækna
Heilsumál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Eins og í grannalondunum
hevur
læknatrot
verið
partur av veruleikanum í
mong ár. Her á landi er
støðan tann, at av teimum
32 læknunum, sum áttu at
verið í føstum starvi kring
landið, eru bert 22 læknar.
Av hesum fara eini fýra frá
fyri aldur um stutta tíð, og
av hinum eru teir flestu í
fimmtiárunum.
Fleiri av leysu størvunum
verða rikin av útlendskum
avloysarum, sum koma
higar og røkja ein komm
unulæknasess í vikur ella
mánaðir.
Sambært fólkum, sum vit
hava prátað við, eru vánalig
útlit fyri, at støðan fer at
batna við bræði.
Halda út
Eitt nú rópar Andor Ellef
sen, formaður í Kommunu
læknafelagnum, støðuna
á kommunulæknaøkinum
sera dapra.
- Um vit skulu liva upp
til norðurlendskar normar,
har ein lækni er til hvørjar
1500 íbúgvar, so resta 10
størv í. Harumframt eru
flestu læknarnir, sum sita
í føstum størvum um at
røkka pensjónsaldri, sigur
Andor Ellefsen, sum eisini
hevur roknað seg fram til, at
miðalaldurin hjá læknunum
er 58 ár.
- So tað hevði ikki verið
lukkuligt, um vit valdu
at fara frá um trýss ára
aldur, sum vit kenna tað
frá øðrum starvsbólkum,
sigur Andor Ellefsen. Hann
heldur, at læknarnir hava
lyndi til at halda út, hóast
umstøðurnar als ikki eru
nøktandi.
- Umframt høga aldurin,
eru tað alt ov fáir læknar.
Í Suðuri eru 2 størv leys.
Í
Suðurstreymi
eru
8
læknar, og 3 vanta. Har
er eitt starv klárt at seta,
umframt at tørvur er á
tveimum størvum umframt.
Í Eysturoynni mangla tveir
læknar, harav annað starvið
hevur verið leyst í 2 ár,
greiðir Andor Ellefsen frá.
Og hann staðfestir víðari,
at hóast Klaksvík hevur
fingið til vega allar bestu
umstøðurnar, við nýggjum
viðtaluhølum, so er bert ein
lækni í føstum starvi har
norðuri.
- Har eru 2 ósett størv,
sum eru klár at seta,
umframt at tørvur er á enn
einum lækna, sigur Andor
Ellefsen.
Støðast longur
Hann vísir á, at tað ein
ovurhonds stórur tørvur
á læknum í øllum norður
londum, so vit eru onki
undantak.
- Normurin í norðurlond
um er ein lækni fyri hvørjar
1500 íbúgvar. Í løtuni eru
22 í føstum starvi, meðan
tað áttu at verið 32. Sostatt
eru omanfyri 2100 íbúgvar
uppá læknan her á landi,
sigur Andor Ellefsen.
Hann greiðir frá, at
avloysararnir hava ikki
støðast her á landi, men at
umstøðurnar seinastu árini
eru batnaðar nakað, so teir
sum koma hendan vegin,
steðga eitt sindur longur.
- Hetta við at hava
avloysarar inni er bara ein
neyðloysn, sum koyrir nøku
lunda, sigur hann.
Betri umstøður
Tá vit spyrja Andor Ellef
sen, hvussu hann metir
útlitini vera fyri økið, sigur
hann seg vóna og vænta,
at nýggja vaktarskipanin,
sum kemur í gildi um ein
mánað, fer at bøta nakað
um arbeiðsumhvørvið.
- Eg vóni, at nýggja vakt
arskipanin kemur at gera tað
hugaligari at vera lækni, í
øllum førum her í miðstaðar
økinum. Hon fer kanska at
gera, at nýggju læknarnir
støðast betur, sigur hann.
Ætlanin við nýggju skip
anini er, at í staðin fyri at
koyra runt, so verður mót
tøka á Landssjúkrahúsinum.
Harumframt koyra ein til
tveir læknan runt í øllum
miðstaðarøkinum. So fara
teir, sum koyra, ikki at
vera bundnir av telefonini,
og tann sum er heima á
sjúkrahúsinum tekur ímóti
telefonboðum og sjúk
lingum, sum møta upp har.
Søkja javnan
Úti á Almanna og heilsu
málaráðnum eru tey varug
við trupulleikan, men fáa
lítið gjørt. Maria á Dul,
starvsfólkastjóri í Almanna-
og heilsumálaráðnum sig
ur, at tey gera alt sum tey
eru ment at fáa kommunu
læknar at søkja fast starv
her í Føroyum.
- Vit lýsa javnan eftir
fólki til størvini, men tað
letur til, at vera nógv lættari
at fáa avloysarar, sigur
Maria á Dul. Hon greiðir
frá, at seinastu árini hevur
tað verið ein tendensur til,
at teir somu avloysararnir
koma aftur ár um ár.
- Hetta kemst helst av,
at umstøðurnar eftirhondini
eru somikið góðar, at fólk
hava hug at koma aftur,
sigur Maria á Dul. Spurd,
hvat hon sipar til, tá hon
sigur góðar, vísir hon á, at
eitt nú hava kommunurnar
gjørt nógv burtur úr at gera
fysisku karmarnar góðar við
nýggjum læknamiðstøðum
og viðtaluhølum, væl skikk
aðum hjálparfólkum og
betri vaktarskipanum.
- Men hesir avloysararnir
hava ikki hug til at fáa fast
starv, tí teir hava valt eina
lívsleið, har teir ferðast runt
og avloysa, sigur Maria á
Dul, og hon leggur afturat:
- Vit hava møguleika
at seta 32 læknar í starv,
um umsøkjarar vóru til øll
størvini.
Útlendskar læknar
Mariu á Dul heldur, at
útlitini fyri framtíðina eru
nakað bjartari. Hetta kemst
eitt nú av, at áhugin fyri at
sleppa inn at lesa almenn
medisin er hækkaður.
Spurd, um tey hava um
hugsað at bjóða útlendskum
læknum her til lands, sigur
Maria á Dul, at tað hava verið
fremmandir læknar her. Men
hon dugur ikki at ímynda sær,
at tað verður ein loysn, tey
fara at brúka nógv.
- Fyri læknar, sum ikki
tosa eitt norðurlendskt mál,
og sum hava lokið prógv á
útlendskum lærustovnum,
er tað eitt krav, at teir fara
ígjøgnum eina rættiliga
krevjandi og kostnaðarmikla
endurútbúgving, at læra seg
umstøðurnar her at kenna.
Vit hava ikki fíggjarligan
førleika til at skipa fyri
tílíkum eftirútbúgvingum,
so tað fer neyvan at lata seg
gera í nærmastu framtíð,
endar Maria á Dul.
Trotið á
kommunu
læknum
heldur fram
Norðoyar
Eysturoyar
Norðstreymoyar
Suðurstreymoyar
Vága
Sandoyar
Suðuroyar
Eru
Mangla
Frágreiðing
Læknar - skift á læknadømi
Tilsamans eiga 32 kommunulæknar at
vera í Føroyum. Men sum sæst á myndini,
vænta 10 læknar í, um vit skulu koma upp
á Norðurlendska støðið.
Andor Ellefsen, formaður í Kommunu
læknafelagnum, sigur, at støðan á
kommunulæknaøkinum er sera døpur
- Vit lýsa javnan eftir fólki til størvini,
men tað letur til, at vera nógv lættari
at fáa avloysarar, sigur Maria á
Dul, starvsfólkastjóri í Almanna- og
heilsumálaráðnum