fríggjadagur 19. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti
útisetin
Lagt til rættis: Teitur Joensen (teitur@sosialurin.fo)
Hvar ert tú stødd?
La Concepción, Panama
Nær flutti tú til Panama?
Tann 4. august 2006, so eg
havi verið her í hálvan sætta
mánaða.
Hví valdi tú júst Panama?
Eg vildi fyrst og fremst læra
spanskt flótandi. Ætlanin var
at fara til Spania, men eg
sendi umsóknina inn í seinna
lagi, so ikki var pláss fyri
fleiri næmingum har. Lestrar
vegleiðarin vísti mær á onnur
spanskttalandi lond, og eg
valdi Panama. Eg visti einki
um landið annað enn at hava
hoyrt eitt sindur um Panama
kanalina.
Hvussu er við málinum – dugir
tú lokala málið?
Eg hevði spanskt í 1.s og
helt meg duga nøkurlunda.
Men tað var sum at fáa ein
frammaná, tá eg fyrstu ferð
hoyrdi fólkini tosa. Men um ein
lurtar og vil læra, so gongur
skjótt. Eftir 2 mánaðir kláraði
eg meg sjálva, og nú eftir 5
mánaðir er so at siga alt komið
upp á pláss, men eg læri meir
allatíðina og orðabókin gerst
størri hvønn dag.
Hvat dámar tær í Panama?
Mær dámar ótrúliga væl.
Fólkini eru fitt og blíð.
Fyrsta skúladag byrjaðu tey
beinanvegin at spyrja meg
um land mítt, áhugamál osv.
Og hóast eg ikki dugdi málið,
so vóru tey hjálpsom. Tosaðu
allatíðina vid meg og fingu
meg at skilja. Tað fekk meg
at føla meg væl millum tey
beinanvegin. Mær dámar
eisini væl, at fólk heilsa á
gøtuni, ella tá ein kemur inn í
bussin, sjálvt um tey ikki kenna
hvørt annað.
Er tað nakað, tær ikki dámar
við at liva í Panama?
Politiska skipanin er heldur
korrupt. Aldursmarkið at
koyra er 18 ár, men børn heilt
niður í 13 ára aldur koyra.
Um foreldrini eiga pengar, so
gjalda tey til løgregluna, og
so sleppa børn teirra at koyra
uttan trupulleikar. Landið er
fátækt, vegirnir verða ikki
viðlíkahildnir og gøturnar eru
skitnar, tí eingin ruddar.
Eg gangi á einum almennum
skúla saman við 2000
næmingum. Baðirúmini verða
vaskaði eina ferð um vikuna og
skúlastovurnar verða als ikki
vaskaðar. Hvønn dag kemur
fyri, at lærarar ikki møta upp
til tímarnar, bert tí teir ikki
hava hug.
Hvussu er mentanin í Panama?
– Líkist hon tí føroysku?
Nei, hon er øðrvísi. Líka
mikið hvar ein fer – út á
eina lítla bygd ella mítt í
stórbýin – allastaðni eru
konur í tjóðarbúnanum at
síggja. Fólkini eru rættiliga
konservativ. Flestu konur
eru heimagangandi, meðan
maðurin arbeiðir og vinnur
pening til familjuna. Nú fái
eg meg at ljóða, sum eru tey
100 ár aftan fyri. Sjálvandi
eru øðrvísi familjur, og tað eru
eisini hesar, ið eg síggi mest
til.
Hvussu er maturin í Panama?
Maturin er alt ov feitur, og so
at siga alt er friturusteikt. Tað
farligasta er, at tað smakkar
so væl. Borðreitt verður við rís
og bønum og onkrum kjøti ella
høsnarunga hvønn dag, og vit
eta næstan ongantíð epli.
Hvussu er veðrið í Panama?
Summarið er frá desember til
apríl, so í løtuni er summar,
og eg havi summarfrí. Tað er
ógvuliga heitt, og regnar als
ikki nú. Hitin er omanfyri 30
hitastig og mær er fortalt, at
tað verdur enn heitari. Um
veturin, sum er frá apríl til
desember, regnar ofta illa og
við nógvum torusláttri. Tá eru
um 20-30 hitastig.
Nú ert tú í AFS í Panama, men
kundi tú hugsa tær at flutt yvir
har?
Nei, tað haldi eg ikki. Eg ætli
mær at ferðast og uppliva
nógv. Eg eri jú bara 17 ár, so
tað er ógjørligt hjá mær at
siga, um Panama er staðið, har
eg vil búgva. Tá alt kemur alt,
so vænti eg, at einki er sum
Føroyar.
Navn: Malan Djurhuus
Foreldur: Rólvur og
Hanna Elina Djurhuus
Føddur: 11/07-1989
Føðistaður:
Tórshavn
Besti matur:
Føroyskur: Mær
leingist eftir øllum
føroyskum mati í løtuni
Útlendskur:
Arroz con pollo (Rís vid
høsnarunga)
Útbúgving/
Starv: Fari í 2.s í
studentaskúlanum, tá eg
komi aftur til Føroya
Motto: Heldur angra
tað, tú hevur gjørt, enn
at angra tað, tú ongantíð
fekst gjørt.
Fakta
Útisetin hesaferð:
Malan Djurhuus í Panama