fríggjadagur 19. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
17
tíðindi
Rýmir frá næmingunum
Næmingar á Fjordskolen hava ofta ringar atferðartrupulleikar
og eru tí vanir at verða í andstøðu við skúlan, og eru
sostatt eisini í andstøðu við henda skúlan. Ingvald sigur,
at nýggir næmingar javnan rýma, tá plagar hann at gera
eitt gallróp og síðan renna hinvegin. Næmingurin steðgar
skjótt upp, og til endans rennur hann eftir Ingvaldi. Um
trupulleikarnir eru serliga ringir, og næmingurin ikki
fæst at gevast við at rýma, hevur Ingvald roynt at koyrt til
onkran bý, ið næmingurin ikki kennir og er síðan rýmdir
frá næminginum. Hetta plagar at hjálpa, greiðir Ingvald
frá.
Góð úrslit at vísa á
Síðan Fjordskolen byrjaði í 2001 hevur skúlin havt góð
úrslit við nærum øllum næmingunum. Bert einaferð
vóru tey noydd at geva upp við einum næmingi.
Hetta var ein, ið hevði somikið stórar sálarligar
trupulleikar, at tey als ikki fingu arbeitt við honum.
- Hann reageraði somikið ógvusligt mótvegis øðrum,
at tað ikki bar til at hava hann á skúlanum. Hann var
tí fluttur á sálarsjúkrahús ístaðin Vit eru eitt alternativ
til at tvangsflyta børn úr heimunum. Tey sum ganga á
Fjordskolen búgva heima, hetta er eitt dagtilboð ikki
ein kostskúli, greiðir Ingvald frá.
Tann nú 15 ára
gamli Christian
fekk á Fjordskolen
áræði til at skapa
sær eitt lív. Føroyski
skúlastjórin Ingvald
á Kamarinum er
errin av fyrrverandi
næminginum, ið
ætlar sær at gerast
bilmekanikari.
Fjordskolen
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Seinasta vikuskiftið prent
aðu vit grein um Fjord
skolen í Holbæk. Fjord
skolen er skúli har føroyski
skúlastjórin Ingvald á Kam
arinum hevur latið dyrnar á
sínum egnu húsum upp fyri
næmingum, ið hava trupult
við at hóska inn í ein van
ligan skúla. Tann dagin vit
vitjaðu Fjordskolen, var
eisini 15 ára gamli Christ
ian á vitjan. Christian er
fyrrverandi næmingur á
Fjordskolen, og var hendan
dagin fyrstu ferð á vitjan
aftur á skúlanum.
Mist hugin at liva
- Tá Christian kom til okk
ara, var hann øgiliga illa
fyri. Hann var depressivur
og hevði bestan hug at
beina fyri sær, so tað er øgi
liga gott at síggja, hvussu
væl hann er komin fyri seg.
Hann er farin á eftirskúla og
klárar seg sera væl, greiddi
Ingvald á Kamarinum frá.
Christian sjálvur var ein
sera fryntligur ungur maður
og tað var greitt, at hann
hugnaði sær á vitjani:
- Eg og Ingvald eru vinir
fyri lívið, greiddi Christian
frá.
Fekk betri skil á
- Tað var ein deilig broyting
at byrja á Fjordskolen, men
samstundis var tað eisini eitt
nokkso løgið skiftið, t.d. at
eisini skula røra seg og gera
ymiskt annað, meðan man
var í skúla. Eg føldi eisini á
tí bókligu síðuni, at eg fekk
betri skil á øllum. Eg fekk
neyðugu hjálpina við øllum
tí, sum eg hevði trupult við.
Hetta gjørdi, at tá eg var
liðugur við skúlagongdina
eftir 3-4 ár á Fjordskolen,
var eg fyrireikaður til at
koma víðari við lívinum.
Tá Christian byrjaði á
skúlanum, var hann ein av
elstu næmingunum, fleiri
av næmingunum vóru mun
andi yngri enn Christian,
men hetta legði hann ikki
so nógv í.
- Tað tekur man bara,
sum tað er. Eg haldi ikki at
tað er nakar trupulleiki, at
aldursbýti er somikið stórt,
sigur hann.
Byggir eitt lív
Christian gongur nú á
einum tekniskum eftirskúla,
og hevur stórar ætlanir
við restini av sínum lívið.
Drongurin, ið var somikið
niðurundurkomin, at hann
nærum ikki orkaði at liva, tá
hann byrjaði á skúlanum, er
nú ein glaður ungur maður
við áræði til at byggja sær
eitt lív.
- Á eftirskúlanum er
eingin bátur, eins og á
Fjordskolen, men ístaðin
eru bilar. Eg ætli mær at
verða bilmekanikari, og á
eftirskúlanum er bilverk
staður, so tað dámar mær
væl, sigur hann.
– Eg og Ingvald eru vinir fyri lívið!
Um Fjordskolen
Fjordskolen er serskúli, ið Ingvald á Kamarinum tók stig
til í 2001. Skúlin er í heiminum hjá Ingvaldi tætt við
havnarlagið í lítla norður sælendska býnum Holbæk.
Ingvald er sosial pedagogur og fór undir Fjordskolen
eftir at hava starvast við ung við trupulleikum í nøkur ár.
Á Fjordskolen eru 13 næmingar, alt dreingir í aldrinum
8-15 ár. Hetta eru næmingar við stórum trupulleikum
við at passa inn í ein vanligan fólkaskúla. Næmingar við
diagnosum sum ADHD, OCD ella Tourettes Syndrom.
Summi eru undir doyvandi viðgerð við heilivági. Eisini eru
næmingar við atferðartrupulleikum av øðrum uttanhýsis
orsøkum.
Á Fjordskole starvast fýra fólk 2 pedagogar og 2 lærarar,
ið eru um børnini alla tíðina. Hetta, at hava tey somu
vaksnu rundan um seg, skapar tryggleika.
Grundhugsjónin handan Fjordskolen, er ikki at fokusera
uppá trupulleikar og veikleikar, men í staðin leggja dent
á styrkir hjá barninum. Dentur verður lagdur á, at børnini
ikki skulu kenna seg, sum um tey eru vrakaði og endaði
á onkrum serskúla, tí tey ikki passa inn. Hetta verður
gjørt við, at tey læra ymiskt, ið tú ikki lærir í vanliga
fólkaskúlanum, og at tey fáa upplivingar, ið tey ikki høvdu
fingið aðrastaðni. Eitt nú eigur Fjordskolen ein sera
stásiligan seglbát, ein reyðan skjóttgangandi gummibát,
jollur og vatnskíðir.
FAKTA
Christian ætlar at læra til
bilmekanikara, tá hann er
liðugur í eftirskúlanum
Mynd: S. Jóannesarson