fríggjadagur 19. januar 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti 17
hoyrist týðiliga, at hetta er eitt
evni, hann hevur hugsað gjølla
um.
- Mentunargrunnur Landsins
er ein fínur stovnur, og hann
er ein góð loysn, tí hann
blandar seg ikki uppí. Játtanin
til hann átti tó at verið størri.
Men politikkur er uppi í øllum.
Tú verður ikki gøtusópari í
Havn, um tú ikki hevur rættan
politiskan lit til ávísa tíð, sigur
Jógvan uttan himprast við sítt
speisemi.
- Áðrenn tú veitst av, høvdu
partamenninir hjá Carl Johan
Jensen valt hann sum ritstjóra,
og so hevði eingin bók komið
út uttan kanska sjeynda hvørt
ár.
Bókaútgevarin
Spurdur, hvat hann heldur
um korini hjá føroyskum
bókaútgevarum, sigur Jógvan,
at tey kanska ikki eru so
góð, men at tað eru tey
heldur ikki alla aðrastaðni
í heiminum. Hann greiðir
frá, at Mentunargrunnur
Studentafelagsins, ið er
stjórnað av Jógvani síðani
1978 og sum annars er
stovnað í 1914 og harvið er
Føroya elsta forlag, hevur givið
undirskot tey seinastu nógvu
árini. Tað eydnaðist ikki at
fáa slætt borð fyrr enn í fjør.
Spurdur, hvussu tað yvirhøvur
ber til at reka slíkt virksemi,
svarar Jógvan, at kreditturin í
slíkum førum veður strektur og
at hetta hendir av vælvild frá
prentsmiðju og peningastovni.
Prentsmiðjurnar hava eisini ein
sjálvsagdan áhuga í, at forløg
lata bøkur prenta.
Seinastu árini hevur
Mentunargrunnur
Studentafelagsins latið
allar sínar bøkur prentað í
Føroyum. Hetta er tó ikki av
hugsjónarligum orsøkum, men
av tí at føroyskar prentsmiðjur
eru á minst líka høgum støði
sum tær útlendsku, greiðir
Jógvan frá. Harafturat
slepst undan óneyðugum
umbrótingarvillum og
flutningskostnaði til Føroya.
Tað er tó eitt annað slag av
flutningi, ið Jógvan serliga
brennur fyri, og er hetta
útflutningur av føroyskum
bókmentum.
Í takkarrøðu síni í
Norðurlandahúsinum
mánakvøldið segði hann m.a.,
at vit áttu at fingið føroyskar
bøkur umsettar til onnur mál, tí
eingin ger hetta fyri okkum.
- Eini hálvtannaðhundrað
bøkur harav nógvar
upprunaføroyskar koma út á
Føroyum um árið, men eingin
frættir um tað aðrastaðni.
Jógvan greiðir frá, at
íslendingar hava ein almennan
stovn, sum tekur lut á altjóða
bókamessum, og um t.d.
ein íslendsk bók verður týdd
til føroyskt, stuðlar hesin
grunnurin við nøkrum fáum
túsund krónum. Danir og
norrmenn hava eisini líknandi
stovnar, ið tó eru væl størri
enn tann íslendski.
- Mínar krimisøgur eru á
donskum og týskum, men
hetta er mest hent av tilvild.
So seint sum í gjár fekk eg ein
meyl um, arbeitt verður við at
geva hesar út á enskum, sigur
Jógvan.
- Men nógvar aðrar bøkur
hava hetta uppiborið, m.a. tær
hjá Oddvør Johansen. Hevði
tað bara komið út á donskum,
tí nógv fólk duga eisini danskt í
Týsklandi. Áhugin fyri Føroyum
er nógv størstur í Danmark,
sigur Jógvan, ið tó minnir á,
at hetta eisini er galdandi í
Íslandi.
Jógvan greiðir frá, at hann
hevur verið í samband við eitt
nú stóra forlagið Gyldendal,
har fólk hava róst føroyskum
bókum, hóast tey ikki vilja
geva tær út, tí tey ikki meta
pengar vera í teimum.
- 100.000 krónur um árið
høvdu verið nokk hjá einum
slíkum grunni, tí er tað fyrst
komið út á donskum, er
nógv vunnið, heldur Jógvan,
og vísir á, at áhugin fyri tí
norðurlendska er stórur í
Týsklandi, og at helmingurin
av besteljaralistanum í
Týsklandi eru norðurlendskar
bøkur, men at tað eru fá,
sum duga at umseta føroyskt
beinleiðis til týskt.
Týskarar eru eisini sambært
Jógvani áhugaðir í Føroyum.
Herfyri var hann í Dortmund og
las upp úr sínum krimisøgum,
og tey spurdu nógv greiðir
hann frá. Í næstum skal hann
til Hamburg í tríggjar dagar í
somu ørindum.
- Omanfyri 100 fólk møttu
upp, og tey gjalda eini 100
krónur fyri tað, sigur Jógvan.
Útisetin og
høvundurin
Hóast Jógvan hevur búð í
Danmark í meira enn 35 ár, so
lesur hann dagliga føroysku
bløðini, sær sjónvarpið í
telduni og tosar heim fleiri
ferðir um dagin.
- Fysiskt eri eg niðri, men
mentalt eri eg í Føroyum,
hóast ein vinmaður segði mær,
at tað ikki er tað sama sum at
spáka niðri í Vágsbotni, sigur
Jógvan.
Men hóast hann býr
niðri, fara hendingarnar í
krimisøgum hansara fram í
Føroyum.
- Eg ætlaði ongantíð at
skriva eina skaldsøgu, og
sjálvt tá ið hon var liðug, visti
eg ikki, um nakar tímdi at lesa
hana. So eg sendi hana til
pápa mín, og hann segði, at
hon var góð Og so varð hon
givin út, sigur Jógvan um “Blíð
er summarnátt á Føroyalandi”,
sum kom út í 1990, og sum
Hanus Kamban í heiðursrøðuni
í Norðurlandahúsinum
mánakvøldið kallaði ein
klassikara.
Hendan fyrsta skaldsøgan
hjá Jógvani er nú seld í
omanfyri 3000 eintøkum í
Føroyum. Flestu føroyskar
skaldsøgur fara ikki upp um
1000 eintøk.
- Í krimisøguni eru allar
tær gomlu dygdirnar, alt
tað samfelagsliga kjakið,
sum ikki er aðrastaðni, sigur
Jógvan, ið ikki er samdur við
teimum, ið kalla krimisøgur
lættisoppalesnað.
- Tað finnast góðar bøkur
og vánaligar bøkur innan allar
sjangrur, er stutta svarið hjá
Jógvan til hetta.
Í løtuni situr Jógvan og
skrivar ta fjórðu krimibókina
um blaðmannin Hannis
Martinsson.
Hvat Hannis kemur í hóslag
við í næstu bókini, vil Jógvan
ikki út við, hóast hann sigur
seg hava skrivað einar 50 síður
og gjørt fitt av research.
Men hann himprast ikki
við at ásanna, at íblásturin
kemur frá Philip Marlowe
hjá Raymond Chandler, hvørs
skaldskap hann hevur lisið
eina ferð um árið, síðani hann
var smádrongur. Hesum gavst
Jógvan tó við, tá hann sjálvur
byrjaði sum krimihøvundur, tí
hann var bangin fyri, at líkjast
Chandler ov nógv. Men nú er
hann kortini aftur byrjaður at
lesa um Philip Marlowe og
hansara góðu evni at uppklára
brotssverk. Harafturat hava
danski Dan Turell og norski
Gunnar Staalesen verið
fyrimyndir hjá Jógvani.
Spurdur, hvussu Jógvan
ger slíkt research, tá hann
býr niðri, sigur hann, at eitt
nú liggja nógvar myndir av
Føroyum á netinum, og t.d.
ber til at finna hæddir o.a. hjá
Geodætisk Institut.
Internetið var tó ikki
hvørsmansogn, tá “Blíð er
summarnátt á Føroyalandi”
kom út í 1990, og Jógvan
viðgongur, at hann ikki var
norðuri í Sjeyndum, har tann
týski kavbáturin endaði sínar
dagar, fyrr enn bókin var komin
út.
Jógvan greiðir frá, at hann
áður mest skrivaði seint á
kvøldi, men síðani dóttirin
fór í skúla, roynir hann nú at
skriva um morgunin. At hann
í grundgevingini fyri at fáa
Heiðursgávu Landsins verður
sagdur at hava merkisvert
arbeiðssemi, kemst sambært
honum sjálvum av, at hann ikki
vil vera latur.
- Eg havi altíð mett meg sum
dovnan, men eg eri uppvaksin
við, at leti er eitt tað ringasta,
sum finst, so tað hevur gjørt,
at eg kenni meg noyddan at
arbeiða, sigur Jógvan Isaksen.
!
- Tá var bara vinstra
vongurin.- Men tað
var eisini rumblut,
tí hann klandraðist
innanhýsis
!
- Fleiri - serliga
kvinnur - tora ikki at
skriva, tí so kemur
Carli eftir teimum.