Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2007 17 tíðindi Rýmir frá næmingunum Næmingar á Fjordskolen hava ofta ringar atferðartrupulleikar og eru tí vanir at verða í andstøðu við skúlan, og eru sostatt eisini í andstøðu við henda skúlan. Ingvald sigur, at nýggir næmingar javnan rýma, tá plagar hann at gera eitt gallróp og síðan renna hinvegin. Næmingurin steðgar skjótt upp, og til endans rennur hann eftir Ingvaldi. Um trupulleikarnir eru serliga ringir, og næmingurin ikki fæst at gevast við at rýma, hevur Ingvald roynt at koyrt til onkran bý, ið næmingurin ikki kennir og er síðan rýmdir frá næminginum. Hetta plagar at hjálpa, greiðir Ingvald frá. Góð úrslit at vísa á Síðan Fjordskolen byrjaði í 2001 hevur skúlin havt góð úrslit við nærum øllum næmingunum. Bert einaferð vóru tey noydd at geva upp við einum næmingi. Hetta var ein, ið hevði somikið stórar sálarligar trupulleikar, at tey als ikki fingu arbeitt við honum. - Hann reageraði somikið ógvusligt mótvegis øðrum, at tað ikki bar til at hava hann á skúlanum. Hann var tí fluttur á sálarsjúkrahús ístaðin Vit eru eitt alternativ til at tvangsflyta børn úr heimunum. Tey sum ganga á Fjordskolen búgva heima, hetta er eitt dagtilboð ikki ein kostskúli, greiðir Ingvald frá. Tann nú 15 ára gamli Christian fekk á Fjordskolen áræði til at skapa sær eitt lív. Føroyski skúlastjórin Ingvald á Kamarinum er errin av fyrrverandi næminginum, ið ætlar sær at gerast bilmekanikari. Fjordskolen Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Seinasta vikuskiftið prent­ aðu vit grein um Fjord­ skolen í Holbæk. Fjord­ skolen er skúli har føroyski skúlastjórin Ingvald á Kam­ arinum hevur latið dyrnar á sínum egnu húsum upp fyri næmingum, ið hava trupult við at hóska inn í ein van­ ligan skúla. Tann dagin vit vitjaðu Fjordskolen, var eisini 15 ára gamli Christ­ ian á vitjan. Christian er fyrrverandi næmingur á Fjord­skolen, og var hendan dagin fyrstu ferð á vitjan aftur á skúlanum. Mist hugin at liva - Tá Christian kom til okk­ ara, var hann øgiliga illa fyri. Hann var depressivur og hevði bestan hug at beina fyri sær, so tað er øgi­ liga gott at síggja, hvussu væl hann er komin fyri seg. Hann er farin á eftirskúla og klárar seg sera væl, greiddi Ingvald á Kamarinum frá. Christian sjálvur var ein sera fryntligur ungur maður og tað var greitt, at hann hugnaði sær á vitjani: - Eg og Ingvald eru vinir fyri lívið, greiddi Christian frá. Fekk betri skil á - Tað var ein deilig broyt­ing at byrja á Fjordskolen, men samstundis var tað eis­ini eitt nokkso løgið skiftið, t.d. at eisini skula røra seg og gera ymiskt annað, meðan man var í skúla. Eg føldi eisini á tí bókligu síðuni, at eg fekk betri skil á øllum. Eg fekk neyðugu hjálpina við øllum tí, sum eg hevði trupult við. Hetta gjørdi, at tá eg var liðugur við skúlagongdina eftir 3-4 ár á Fjordskolen, var eg fyrireikaður til at koma víðari við lívinum. Tá Christian byrjaði á skúla­num, var hann ein av elstu næmingunum, fleiri av næmingunum vóru mun­ andi yngri enn Christ­ian, men hetta legði hann ikki so nógv í. - Tað tekur man bara, sum tað er. Eg haldi ikki at tað er nakar trupulleiki, at aldursbýti er somikið stórt, sigur hann. Byggir eitt lív Christian gongur nú á einum tekniskum eftirskúla, og hevur stórar ætlanir við restini av sínum lívið. Drongurin, ið var somikið niðurundurkomin, at hann nærum ikki orkaði at liva, tá hann byrjaði á skúlanum, er nú ein glaður ungur maður við áræði til at byggja sær eitt lív. - Á eftirskúlanum er eing­in bátur, eins og á Fjord­skolen, men ístaðin eru bilar. Eg ætli mær at verða bilmekanikari, og á eftirskúlanum er bilverk­ staður, so tað dámar mær væl, sigur hann. – Eg og Ingvald eru vinir fyri lívið! Um Fjordskolen Fjordskolen er serskúli, ið Ingvald á Kamarinum tók stig til í 2001. Skúlin er í heiminum hjá Ingvaldi tætt við havnarlagið í lítla norður sælendska býnum Holbæk. Ingvald er sosial pedagogur og fór undir Fjordskolen eftir at hava starvast við ung við trupulleikum í nøkur ár. Á Fjordskolen eru 13 næmingar, alt dreingir í aldrinum 8-15 ár. Hetta eru næmingar við stórum trupulleikum við at passa inn í ein vanligan fólkaskúla. Næmingar við diagnosum sum ADHD, OCD ella Tourettes Syndrom. Summi eru undir doyvandi viðgerð við heilivági. Eisini eru næmingar við atferðartrupulleikum av øðrum uttanhýsis orsøkum. Á Fjordskole starvast fýra fólk 2 pedagogar og 2 lærarar, ið eru um børnini alla tíðina. Hetta, at hava tey somu vaksnu rundan um seg, skapar tryggleika. Grundhugsjónin handan Fjordskolen, er ikki at fokusera uppá trupulleikar og veikleikar, men í staðin leggja dent á styrkir hjá barninum. Dentur verður lagdur á, at børnini ikki skulu kenna seg, sum um tey eru vrakaði og endaði á onkrum serskúla, tí tey ikki passa inn. Hetta verður gjørt við, at tey læra ymiskt, ið tú ikki lærir í vanliga fólkaskúlanum, og at tey fáa upplivingar, ið tey ikki høvdu fingið aðrastaðni. Eitt nú eigur Fjordskolen ein sera stásiligan seglbát, ein reyðan skjóttgangandi gummibát, jollur og vatnskíðir. FAKTA Christian ætlar at læra til bilmekanikara, tá hann er liðugur í eftirskúlanum Mynd: S. Jóannesarson