fríggjadagur 19. januar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
23
Prísurin á ráolju
er lækkaður við
einum triðingi í eitt
hálvt ár. Tað gevur
grundarlag fyri at
umhugsa at lækka
serliga oljuavgjaldið
sum kom uppá
flogferðaseðlarnar
fyri trimum árum
síðani
FLOGFERÐSLA
Gunnar Skúvadal
Hann lovar onki. Men tað
er meira sannlíkt nú, tá
oljuprísurin er lækkaður so
nógv, at serliga oljuavgjaldið
á flogferðaseðlum fyrst
minkar, og síðani, um prís
urin á ráolju heldur fram
at lækka, heilt verður tikið
burtur. Stjórin í Atlantic
Airways,
Magni
Arge,
sigur, at fyribils hava tey
eyguni við prísinum, og
bíða. Oljuavgjaldið hjá
Atantsflogi er í dag uppá
120 krónur á ein einvegis
ferðaseðil.
Tað
ljóðar
kanska ikki av so nógvum,
men er kortini ein munandi
partur av bílagastu ferða
seðlunum, sum kosta 695
krónur. Ein lítil helvt av hesi
upphæddini eru avgjøld av
ymsum slag.
Lækkað nógv
Tá oljuprísurin var hægstur,
í juli í fjør, kostaði ein tunna
av ráolju yvir 78 dollarar.
Nú liggur hon um 52
dollarar. Ráoljan er sostatt
minkað í virði við einum
triðingi í eitt hálvt ár.
- Tað er til at føla uppá,
og hevur stóran týdning fyri
kappingarførið og raksturin
annars hjá okkum. Men ein
minking slær ikki ígjøgnum
beinanvegin, tí vit keypa
olju til ein fastan prís nakað
fram í tíðina, sigur Magni
Arge. Tað er vanligt hjá
teimum, sum brúka nógva
olju, harímillum eisini hjá
flogfeløgum, at tryggja sær
oljuna til ein ávísan prís, tá
útlitini eru vánalig, so tey
ikki verða rakt ov meint
av sveiggjum í prísinum,
og soleiðis betur fáa lagt
ætlanir. Vanliga tryggja tey
ein part av oljuni, til dømis
helvtina, í eitt tíðarskeið,
tað kann vera eitt hálvt ár
fram.
- Men he ldur prísurin
fram av lækkað, ella heldur
hann sær nóg leingi á stigi
num, sum hann nú er á, so
kann roknast við at olju
avgjaldið fer at lækka, sigur
Magni Arge. Hann vil tó
ikki siga, hvussu long tíð
skal ganga, áðrenn kundin
fær bíligari ferðaseðlar, tí
oljuavgjaldið er lækkað.
Langt á botn
Tað er kortini langt niður
til tann prísin, sum var, tá
Atlantsflog eins og flest
onnur flogfeløg kring heim
in løgdu serliga oljuav
gjaldið omaná prísin, fyri
at standa ímóti ógvusligu
príshækkingunum.
- Tá lá prísurin um 35
dollarar fyri tunnuna, og
vit fingu á ongan hátt fulla
kompensatión
gjøgnum
avgjaldið. Tað kom okkum
als ikki til hugs, at prísurin
kundi fara heilt upp á
nærum 80 dollarar, vísir
Magni Arge á. Og fyrr enn
oljuprísurin aftur er komin
har niður, kemur ikki upp
á tal at taka avgjaldið heilt
av. Atlantic Airways brúk
ar árliga einar 30 milliónir
litrar av olju, og oljan
er ein stórur partur av
útreiðslunum. Tí sæst tað
skjótt aftur í roknskapinum,
tá oljuprísurin broytist. Tað
er galdandi fyri øll flog
feløg, og tey flestu hava
valt fyribils ikki at taka
oljuavgjaldið av.
Kann skjótt fara
uppaftur
Nakað annað er so tað,
at ongin trygd er fyri, at
oljuprísurin ikki fer upp
aftur skjótt. Fleiri serfrøð
ingar halda, at hann um eitt
ár væl kann liggja omanfyri
100 dollarar fyri tunnuna,
og sostatt enn hægri, enn tá
hann var hægstur í summ
ar.
- Vandin fyri yvirgangi
er ikki minni nú, hóast
tað kanska ikki er so
nógv frammi, og støðan
er framvegis sera spent í
arabiska heiminum, har
ein stórur partur av oljuni
verður framleiddur, sigur
Magni Arge. Hann stúrir
fyri, at langtíðar rákið á
oljuprísinum framvegis er
uppeftir.
- Nýtslan veksur skjót
ari, enn vit finna nýggjar
oljukeldur, og tað verður
ikki fyrr enn aðrar orku
keldur av álvara koma fram
og verða brúktar, at trýstið
á oljuprísin fer at minka,
sigur Magni Arge.
Oljuavgjaldið kann
skjótt lækka
Starvslýsing
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
sansir.fo
Stuðulstænastan
Stuðulstænastan