fríggjadagur 19. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 14 - 19. januar 2007
Fíggjardeildin á Strandfaraskipum
Landsins sóknast eftir dugnaligum
skuldarrøktara/skrivstovufólki.
Av tí, at skuldarrøktari/skrivstovufólk
okkara hevur valt at fara í annað starv,
sóknast vit eftir einum fólki til at umsita
skuldarar og at tryggja eina effektiva
inntøkuskráseting.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávurnar eru hesar:
• Avstemming og innkrevjing av
skuldarum
• Bóking og avstemming av
ferðaseðlasølu
• Inntøpping og bóking av fakturum
og kreditnotum
• Fyrisiting og menning av
mannagongdum í samband við
fakturering, inntøkuskráseting og
skuldarapolitikkinum
Tá ið tað er neyðugt, kemur tú eisini í ein
ávísan mun at røkja aðrar uppgávur á
Fíggjardeildini.
Førleikakrøv
Vit vænt a:
• at tú hevur skrivstovuútbúgving,
HH ella líknandi.
• at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
og dugir at samstarva
• at tú hevur kunnleika og royndir í
Navision fíggjarstýringsskipanini
• at tú hevur kunnleiki og royndir í
Microsoft Offi ce-forritunum
• at tú hevur góð evni at orða teg
bæði skrivliga og munnliga
• at tú hevur góðan røkjuskap
Uppgávurnar hjá Fíggjardeildini
Høvuðsuppgávan hjá Fíggjardeildini
er at veita leiðsluni í fyri tøkuni eina
úrslitagóða búskaparfyrisiting, herundir
samskipa, viðlíkahalda og menna
búskapar stýring ina hjá fyritøkuni.
Aðrar høvuðs uppgávur eru:
• Fyriskipan av roknskaparverkinum
• Uppsetan av fíggjarætlanunum
• Roknskaparlig skráseting
• Roknskaparframløga
• Játtanareftirlit
• Lønarfyrisiting
Setanartreytir og umsókn
Starvið verður sett sambært
sáttmála millum Fíggarmálaráðið og
Starvsmannafelagið, og verður lønt í
lønarfl okki 4.
Arbeiðsstaðið er Høvuðsskrivstovan
Yviri við Strond 4 í Tórshavn.
Umsóknir
Umsókn við próvskjølum, og møguligum
viðmælum, skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att: Starvsfólkadeildin
Postboks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 22. januar 2007 kl. 12.00
Um tú ynskir nærri upplýsingar,
kanst tú ringja til Jógvan Rubeksen,
fíggjarleiðara, á tlf. 543021 ella e-post:
jor@ssl.fo
sansir.fo
Skuldarrøktari /
skrivstovufólk
Strandfaraskip Landsins er ein landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, og hevur sum
endamál at nøkta landsins tørv á innanlands fólka- og farmafl utningi. Strandferðslan umsitur
29 farleiðir (7 Oyggjaleiðir og 22 Bygdaleiðir). Talið á fl utningsførum er 8 ferjur og 40 bussar.
Samlaða talið av starvsfólkum svarar til 120 ársverk.
Skóbúðin hjá Mundu
Garðsv. 16
520 Leirvík
Tel 44 30 80
UPPLATINGARTÍÐIR
mánad.-fríg. 14.00-17.30
leygardag
10.00-13.00
ÚTSØLU
endabrestur
Alt fyri -50% til -75%
Hjálpi okkum at tøma handilin
lýsingar