Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 19. januar 2007 25 tíðindi eta seg á Strondum Ein av fyrstu døgunum verður farið undir at stykkja út her í Lánni á Strondum. – Vit mugu bara staðfesta at stórur áhugi er at búseta seg her á Strondum, sigur Malena Thomsen, borgarstjóri Mynd: Jens Kr. Vang sum heldur vilja búgva í eini íbúð. – Hesum ynskjum vilja vit eisini fegin ganga á møti, sigur Malena. Tað eru nevniliga rættiliga nógv fólk sum spyrja eftir eini slíkari loysn. Til tess at nøkta eftir­ spurningin ætlar kommunan ikki bert at stykkja út á Strond­um, men eisini á Kolb­ anargjógv og á Selatrað. Roknað verður kortini ikki við, at tað í stóran mun bert verða fólk, sum hava ættarbond higani ið velja at búseta seg her. Men tey skulu kortini fáa grundøki, - tey sum hava áhuga fyri tí! Stórur eftirspurningur er eftir bæði grundøkjum, íbúðum og randarhúsum. Sjóvar kommuna ætlar tí at fyrireika eina stóra útstykking í framtíðini – suðureftir og norðurum Mynd: Jens Kr. Vang Tað eru so mong sum vilja búseta seg her ” Á fundi á Svanga­ skarði í oktober mánaði í fjør var rættiliga stórur áhugi var fyri Høga­ nes­ætlanini, sum Nes kommuna ætlar at seta í verk Búseting Snorri Brend Toftir: Á hesum fundinum luttóku Símun Johannesen, borgarstjóri, arkitektarnir Høgni T. Hansen og Anders Abraham og Bogi Jacobsen frá Munin. Her varð kunngjørd ein stór útstykkingarætlan hjá Nes kommunu. Tað er økið kring Høga­ nes og oman móti Løkin­ um, sum Nes kommuna ætlar at byggja sethús og íbúðarblokkar á. Økið er 180.000 fer­ metrar til støddar, og ætlanin er at umleið 800 fólk skulu búgva í økinum, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu. Hetta økið hevur higartil ligið sum hagi, men tá prátið um tunnil millum Skálafjørðin og Havnina gjørdist veruleiki, var løtan komin til hesa sera áhugaverdu útstykking. Fleiri fyrispurningar Símin Johannesen vísti á fundinum m.a. á, at komm­unan dagliga fær fyri­spurningar um grund­ stykki. – Síðani Høganesætlanin kom fram í fjølmiðlunum, eru fyrispurningarnir øktir mun­andi, greiddi hann frá. Somu­leiðis hevur tunnils­ætlanin eisini økt um áhugan hjá fólki at fáa grundstykki í Nes kommunu. Arkitektarnir, Høgni T. Hansen og Anders Abra­ ham fingu til uppgávu at gera útstykkingina og fingu fríar hendur at skapa eitt íbúðarumhvørvi runt Høganes. Einasta treyt var, at pláss skuldi vera fyri 800 fólkum og øðrum fasilit­ et­um, ið hoyra einum øki til, har fólk skulu búgva, m.a. eitt hotel, skúli, ein ítróttarháskúli og svimji­ høll. Klárt í vár Arkitektarnir vístu á, at tað var tann vakra náttúran, sum hevði hugtikið teir í teirra arbeiði. Teir nevndu Toftavatn og umhvørvið runt vatnið, sum er eitt stórt opið og fjølbroytt landslag við óav­ markaðum møgu­leik­um hjá fólki. Tað er innanfyri vatnið at ætlanin er at gera annan tunnilsmunnan í Skálafjarðartunlinum. Sethúsini í økinum skulu venda ymiskt í land­ slagnum, og tað skulu ikki vera nakrar byggilinjur, og húsini skulu laga seg til lendið. Á fundinum segði Sím­ in Johannessen, at næsta stigið í hjá Nes komm­ unu verður at gera eina serliga byggisamtykt fyri Høganesøkið. Síðani skal økið keypast, og tá verður klárt at seta spakan í hálvt ár seinni. Høganes-ætlanin skal kunna rúma sethúsum og øðrum, ið hoyrir til ein tílíkan býling Mynd: nes.fo 800 sethús á Høganesi