fríggjadagur 19. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 14 - 19. januar 2007
tíðindi
Búseting
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Strendur: Stórur spenningur
hevur verið millum manna í
samband við ætlanina um fast
samband av Skálafjørðinum
til Havnar.
Ætlanin um hetta hevur
verið í umbúna í nøkur ár,
og í gjár varð so tann enda
liga umsóknin latin vinnu
málaráðnum um loyvi at
fremja ætlanina við Skála
fjarðartunlinum.
Hetta er ein verkætlan
sum kommunurnar við
Skálafjørðin hava sín leiklut
í, og sín stóra áhuga í, at fáa
framda í verki – eisini fólk í
Sjóvar kommunu.
Hóast nógv ár ganga
áðrenn koyrandi verður
beinleiðis til Havnar, er
longu nú líkt til at mong
havnarfólk ynskja at búseta
seg her, ístaðin fyri í egnum
heimbýi.
Eitt skifti í fjør hevði
kommunan omanfyri 30
umsóknir um byggiloyvi á
Strondum, men í dag er hetta
talið komið uppá nærum 80.
Og lítil ivi er um, at talið av
umsóknum bert fer at økjast
enn meiri.
– Tað er eingin ivi um, at alt
tosið um Skálafjarðartunnilin
hevur havt ávirkan á fólk
– og fer eisini at fáa fólk at
venda eyguni hendavegin
í framtíðini, sigur Malena
Thomsen.
Mugu arbeiða skjótt
Sjóvar kommuna hevur
í longri tíð fyrireikað
seg uppá tær – positivu
– avleiðingarnar av ætlaða
Skálafjarðartunlinum.
Í fjør varð løgd fram ein
rættiliga stór og imponerandi
ætlan um, hvussu kommunan
sær fyri sær at Strendur og
hinar bygdirnar í kommun
uni kunnu mennast í fram
tíðini.
Her varð løgd ein ætlan
fyri menning av skúlum og
stovnum, vinnumøguleikum,
frítíðarítrivum og ikki
minst, hvussu ein kann gera
nýtslu av økinum fram við
sjóvarmálanum.
Eingin av hesum ætlanum
kann kortini gjøgnumførast
uttan so at fólk velur at
búseta seg í kommununi.
Hetta verður ikki gjørt av
ongum, og tí má kommunan
gera sítt til at skapa umstøður
til hetta.
Tað er júst hetta sum
kommunan hevur arbeitt við
í seinastuni.
– Ja, sum støðan er nú,
mugu vit bara arbeiða enn
skjótari við enn eini útstykk
ing.
– Tað eru so mong sum
vilja búseta seg her, sigur
Malena Thomsen.
80 á bíðilista
Í eina tíð hevur verið arbeitt
við at stykkja út á einum øki
tey nevna í Lánni, nakað
uttarlaga á Strondum.
Her er ætlanin at gera pláss
fyri íalt 23 grundøkjum, og
verður byrjað við hesum ein
av allar fyrstu døgunum.
Hetta arbeiðið hevur verið
í umbúna leingi, samstundis
sum líkt er til at fólk hava
fingið veruligan áhuga í at
búseta seg á Strondum.
Í roynd og veru var eingin
trupulleiki hjá kommununi at
sleppa av við øll hesi grund
økini – og fleiri aftrat.
– Ja, hetta kom sum eitt
stórt yvirraskilsi fyri okkum,
sigur borgarstjórin.
Sum støðan er í dag hevur
Sjóvar kommuna næstan
80 umsóknir liggjandi um
byggiloyvi. So her vantar
ikki byggihugur hjá fólk í
og úr bygd.
– Í veruleikanum eru tað
rættiliga nógv havnarfólk
sum ynskja at búseta seg
her hjá okkum, staðfestir
Malena Thomsen.
Grava út í heyst
Stóri eftirspurningurin eftir
grundøkjum hevur gjørt tað
neyðugt hjá kommununi at
seta ávis stig í verk.
Í eini kunngerð í november
mánaði varð víst á, at tørvur
var á byggibúnum grund
økjum til tey, ið ætla sær at seta
búgv her. Tí hevði bygdaráðið
nevniliga samtykt, at keypa
tey grundøkini aftur, ið fólk
ikki høvdu bygt á.
Víst varð her til skeytið,
ið segði at um sethús ikki
eru bygd á økið innan tvey
ár eru liðin, kann kommunan
krevja tað aftur fyri sama
prís, sum tað varð selt fyri.
Um somu tíð varð arbeitt
við tí formella partinum
til útstykkingina í Lánni.
Væntað verður, at sjálv
ústykkingin fer at taka einar
átta til níggju mánaðir.
Hetta vil aftur siga, at
byggihugaðir strandingar
- og onnur kunnu - byrja
arbeiðið at seta føtur undir
egið borð í september mán
aði í ár.
Í hesum sambandi skal
eisini gerast ein nýggj vega
føring, har m.a. Fløtuvegurin
skal leingjast oman í
landsvegin í bygdini.
90 øki aftrat
Hesin stóri byggiáhugin, og
nú ein sær fram ímóti føstum
sambandi av Strondum til
Havnar, hevur nú fingið
kommununa at fara undir
fyrireikingar til eina enn
størri útstykking.
Sambært hesi útstykkingini
fer ein longur suður og
haraftrat omanfyri bygdina,
har ætlanin er at gera klárt
bæði til grundøki, íbúðir og
randarhús.
– Summi ynskja sær grund
øki, men tað eru eisini mong
Stórur áhugi at búse
Summarhús
á Selatrað
Hóast tað neyvan eru so
mong havnarfólk sum
beinleiðis velja at búseta
seg á Selatrað, so hevur
bygdin kortini áhuga hjá
teimum.
Her er serliga talan um
tey ið ynskja at byggja
sær eini summarhús í
hesi sera vøkru og hugna
ligu bygdini, og sum har
aftrat hevur sera góðan
sólargang.
Har standa longu nú
fleiri slík hús, og gongst
sum ætlað verða tey enn
fleiri í framtíðini.
Sjóvar
kommuna
arbeiðir nevniliga við at
gera eina byggisamtykt
fyri eitt serstakt summar
húsøki á Selatrað.
Í roynd og veru var eingin
trupulleiki hjá kommununi at
sleppa av við øll hesi grundøkini –
og fleiri aftrat. - Ja, hetta kom sum
eitt stórt yvirraskilsi fyri okkum
”
Hóast ikki verður koyrandi gjøgnum
tunnil til Havnar fyrrenn um í minsta
lagi fimm ár, er kortini sera stórur
áhugi fyri at búseta seg á Strondum.
– Hetta kom sum eitt stórt
yvirraskilsi á okkum, sigur Malena
Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar
kommunu