fríggjadagur 19. januar 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 - 19. januar 2007
35
Bókhaldsstovan
hjá Regin KlaRgaaRd
bóKhald | RoKnisKap | mvg | debitoR/KReditoR
niels WintheRsg. 7 | tóRshavn | tel 21 81 96 | bhRK@post.olivant.fo
Lærarar til tekniska skúlan
Timburdeildin søkir eftir tveimum faklærarum !
Av tí at virksemið á timburdeildini økist, sóknast vit eftir einum dugnaligum faklærara til
fast fulltíðarstarv og einum dugnaligum faklærara til tíðaravmarkað fulltíðarstarv í 2
ár vegna farloyvi.
Vit vænta:
-
at tú hevur sveinabræv sum húsasmiður.
-
at tú hevur hollan og dagførdan kunnleika innan byggiøkið.
-
at tú hevur viðkomandi starvsroyndir.
-
at tú hevur eina framhaldandi útbúgving.
-
at tú hevur teldukunnleika og dugir nakað av støddfrøði.
-
at tú dugir væl at arbeiða við ungdómi.
Vit bjóða:
-
eitt spennandi og avbjóðandi starv saman við royndum starvsfeløgum.
-
møguleika fyri dagføring og eftirútbúgving.
-
løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og FTL.
Tú:
-
kanst venda tær til Sigurd Vatnhamar, leiðandi lærara, á timburdeildini tlf.
521106, um tú vilt vita meiri um starvið.
-
skal senda okkum tína umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir innan
25. jan. 2007 til Tekniska Skúlan í Tórshavn, Postboks 3239, 110 Tórshavn.
Størvini, sum umfata undirvísing av húsasmiðum og snikkarum, skulu setast skjótast til
ber. Til fasta starvið eru fyrstu 2 árini royndartíð.
_______________________________________________________________________________
Timburdeildin á Tekniska Skúlanun í Tórshavn tekur sær av undirvísing av húsasmiðju- og snikk-
aralærlingum og SIT-næmingum.
Eisini undirvísa lærararnir á eftirútbúgvingarskeiðum og teimum víðari útbúgvingum, sum skúlin
hevur. Á deildini starvast 8 lærarar og ein verkvørður.
Pedagogar
Vøggustovan á Konmansmýru søkir eftir 2 pedagog
um at starvast 30 tímar um vikuna. Størvini verða
sett 01.03.2007 (ella eftir avtalu).
Lønin er sambart sáttmála millum Føroya Pedagog
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Vøggustovan er ein sjálvsognarstovnur við 35 børn
í aldrinum 1 til 3 ár. Vit hava 3 stovur og 4 starvsfólk
á hvørjari stovu.
Krøvini til tín eru:
• At tú ert fyrikomandi og erligur.
• At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og
ábyrgdarfult í samráð við børn og starvsfelagar.
• At tú heldur at arbeiði í einari vøggustovu er
spennandi og avbjóðandi.
• At tú dugir at síggja avbjóðingar fram um
avmarkingar.
• At tú er nærverandi og dugir at lurta.
• At tú vil verða við til at menna stovnin og
arbeiða við tí vit seta okkum fyri.
Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sleppur at
verða við til at mynda títt egna arbeiði og gerandis
dagin hjá børnunum. Vit liggja í einum spennandi
umhvørvi tætt við Hoyvíkstjørn og sniggøtunum á
Konmansmýru.
Meira fæst at vita við at venda sær til leiðaran Katrin
Bjarnadóttir ella álitisfólkinum Jóhannu Laksá á
telefon 313131.
Skrivlig umsókn skal verða okkum í hendi seinast
01.02.2007.
Vøggustovan á Konmansmýru
Hoyvíksvegur 41 B
FO – 100 Tórshavn
Lærlingur til frisørsalong
í Suðurstreymoy
Søkt verður eftir fyrikomandi kreativum og ábyrgdar
fullum lærlingi til frisørsalong.
Umsóknin kann sendast til »Bill. mrk. 13007«.
Arbeiðsfólk til
bingjuplássið Norði á
Brúnum, í Kvívík
Søkt verður eftir røskum og álítandi arbeiðsfólki
til móttøkupláss kommununar, sum letur upp
leygardagin 3. februar 2007, kl. 14.
Móttøkuplássið verður opið mánadag og
mikudag frá kl. 17 til 19, og leygardag frá kl. 14
til 17.
Arbeiðstíðin er 9 tímar um vikuna.
Umsóknir skulu vera kommununi í hendi seinast
leygardagin 27. januar 2007
Kvívíkar kommuna
Víkarvegur 4 · 340 Kvívík · Tlf. 42 12 94 · Fax 42 14 98
M/S »ArCtiC SwAn«
Norge
søker
Fabrikksjef
med relevant erfaring.
Skiftordning 1-1, dagdeling,
torsk/reke-trål (Reke øst-Grønland).
Søknad med referanser sendes til einar@remoyrederi.no
evt. fax. nr. 0047-70 13 34 01 / mob.nr. 0047-41 600 300
lýsingar