Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 14 - 19. januar 2007 TannarøkTari Kommunala barnatannarøktin á Tvøroyri søkir eftir tannarøktara at byrja 1. februar 2007. Tannarøktin umfatar børnini í Suðuroyar norð­ aru helvt frá 0­16 ár. Starvið Tannarøktarin skal gera fyribyrgjandi viðgerðir á tannlæknastovuni, og taka sær av upplýs­ andi/fyribyrgjandi arbeiði á skúlum og dag­ stovnum. Faklig førleikakrøv Útbúgving sum tannarøktari. Fyrimunur at hava royndir frá kommunalari tannarøkt og fyribyrgjandi arbeiði. Persónlig førleikakrøv • Hava lætt við at tosa við børn og foreldur. • Hava hug til at arbeiða við børnum. • Duga væl at samstarva. • Vera sjálvstøðugur í sínum arbeiði. Løn og setanartreytir Løn sambært avvarandi yrkisfelag og kommun­ una. Starvið er eitt nýupprættað hálvtíðarstarv við eini royndartíð uppá eitt ½ ár , orsakað av hølisviðurskiftunum. Gjøllari upplýsingar um starvið Kunnu seta seg í samband við Rutt Jensen klinikkstjóra tlf. 371216. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og møguligum við­ mælum, skulu vera Barnatannarøktini í hendi í seinasta lagi 19. jan. 2007. Umsóknin skal sendast til: Kommunala Barnatannarøktin 800 Tvøroyri T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Felagsformansvalið í Fiskimannafelagnum Atkvøðuseðlarnir til formansvalið í Fiski­ mannafelagnum eru sendir út til tey, sum hava atkvøðurætt. Hesi eru tey, sum hava goldið limagjald og/ella, sum eru mynstraði eftir sátt­ málanum millum Føroya Fiskimanna­ felag og Føroya Reiðarafelag í 2005 og/ ella 2006. Afturat hesum eru tey, sum hava goldið limagjald til Sjómannadeild FFs somu ár. Um tað hendir seg, at fiskimaður ella sjó­maður við valrætti ikki hevur fingið atkvøðuseðil, eigur viðkomandi at siga felagsskrivstovuni frá, og sendir hon so atkvøðuseðil. Atkvøðuseðlarnir skulu vera grannskoð­ ara felagsins í hendi í seinasta lagi 30. januar. Føroya Fiskimannafelag Tlf. 31 15 69 Fax. 31 87 69 Teldupostur: fo-fisk@post.olivant.fo Linedance Nú fara vit aftur at dansa linedance í Glæmuni í Kvívík. Skeiðið byrjar hósdagin 25. januar og dansað verður hvørt hóskvøld frá kl. 20-21.30 í 10 vikur. Kostnaður fyri skeiðið er 425,- kr. Pláss er fyri 25 luttakarum. Tilmelding á tlf. 221262 ella 227701 lýsingar Vegna Sp/f KjalneSbúðin í KonKurS verður handilsinnbúgvið í handlinum lýst til sølu Talan er um hesar lutir: AdvokAtfelAgið við Strond 4 YViri Við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · p.o. box 359 fo-110 tórShaVn · faroe iSlandS email: lawfirm@lawfirm.fo tórmóður djurhuuS · jógVan páll laSSen · petur eVen djurhuuS jógVan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir • terminalur • Kassatól • Vekt • roknimaskina • telefaks • 8 frystiskáp við glashurðum • 3 frystiboksir • handilshillar Yvirlit yvir frammanfyri nevndu handilslutir og nærri upplýsingar annars kunnu fáast við at venda sær til advokatfelagið við Strond 4, mimi Steintórsdóttir, adv.ft.