Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 60

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 12 Religión og modernitetur - Størsti vandin er, at part­ ar av føroyingum ynskja at eftirlíka okkara grannatjóðum og Evropa, sum er í ferð við at avreiða tað dýrt keypta arvasilvurið, sum kristin­ dómurin hevur verið fyri okkum evropeararar. Vit eru í heimi hansara á Argjum. Hann tosar hart og týði­ligt, kropsmálið er livandi, og tað sæst á øllum brøgd­ um, at hann gongur uppí evnið við lív og sál. Hann reisir seg upp og fer at vála í stovuni, tá hann gerst ivrigur. Og meðan Martin Luther og Kristus hanga á vegginum og eygleiða passioneraða prestin, heldur hann verjurøðu fyri “tí klassiska kristindóminum”, sum hann sjálvur málber seg. Fyri summi er presturin í Vesturkirkjuni konservativur og dogmatiskur. Fyri onnur er hann bert trúgvur móti Skriftini. Vit hava hitt gud­frøðingin og prestin í Vestur­kirkjuni, Bergur Debes Joensen. Humanistiskt einaræði Og presturin av Argjum er ikki í iva um, hvør ein av høvuðsuppgávum hansara er: At verja klassiska kristindómin í eini samtíð, sum er eyðkend av liberalari gudfrøði, gud­ leys­ari humanismu og eini sníkjandi intolerantari eina­ ræðishugsjón, sum ynskir at bannlýsa átrúnaði í almenna rúminum. - Hendan sekularistiska hugsjón kann vera intolerant og fávitskut, um hon ikki tolir annað enn seg sjálva. Tí kann hon gerast einaræðiskend og ódemokratisk. Og við at nýta hugtøk sum mannarættindi og tolsemi sum skálkaskjól ímóti øðrum, hevur gudleysa humanisman, mótvegis kristnu humanismuni, ført Evropa á vandaleið og er í holt við at máa støðið undan gomlu kristnu virðunum, sigur Bergur Debes Joensen. Bergur óttast tað moralska forfallið. Hann fordømir her­rópini frá gudleysu human­ ismuni um, at átrúnaður skal burtur í almenna rúminum. Og hann er vónbrotin av danska forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen, hvørs proklameraða endamál er at “holde religionen indendørs”. Úrslitið er sambært Bergi, at hóvlig menniskju halda seg aftur og geva í staðin islamistum og andaligum fanatikarum føri. - Evropa hevur so dyggiliga misnýtt sítt andsfrælsi og ríka mentunararv, sum kristindómurin hevur givið okkum, við at skifta Gud út við menniskjað, sigur Bergur. Men er Evropa ikki júst heimsparturin við fólkaræði, fríum fjølmiðlum, rættartrygd, skrivi- og talufrælsi, væl­ferðar­ stati o.s.fr.? Gera vit ikki okkurt rætt í Evropa, síðani vit bæði búskaparliga og mentanarliga liggja á odda? - Evropeiska søgan hevur prógvað, at Evropa skal ansa sær at seta seg yvir øðrum. Evropa prædikar frið, men kann samstundis selja vápn til ræðuligar stjórnarleiðarar. Vit fordøma deyðadóm, men drepa sjálvi fleiri túsund verjuleys ófødd børn um árið. Gudleysa humanisman – Verðsliga humanisman kann gerast ein intolerant einaræðishugsjón, sum ikki tolir annað enn seg sjálva, og sum m.a. hevur til endamáls at banna øllum átrúnaði í almenna rúminum. Samstundis síggja vit eina liberala gudfrøði, sum ger kristindómin til eitt innihaldsleyst sjálvtøkuborð. Tað metir Bergur Debes Joensen, prestur. Hansara missión er at verja “tann klassiska kristindómin”, sum sambært Bergi er hóttur í Evropa og Føroyum. Lesið sjeynda part í greinarøð um trúgv og modernaða menniskjað Samrøða Heini í Skorini heini@sosialurin.fo