fríggjadagur 19. januar 2007síða 61
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti 13
Religión og modernitetur
n tolir bara seg sjálva
Og hvat ger Evropa ítøkiliga
við vaksandi búskaparliga og
sosiala gapið millum sunnaru
og norðaru hálvkúlu? Tað
lekur ímillum teori og praksis
í Evropa, sigur Bergur Debes
Joensen.
Trúgv og politikkur
hanga saman
Bergur skeinkir meiri kaffi
í koppin, setist eina løtu,
men fer so aftur upp at
ganga, tá prátið kemur inn á
relatiónirnar millum átrúnað
og politikk. Stóra misskiljingin
hjá verðsligu humanismuni
er sambært prestinum
treytaleysa kravið um at skilja
sundur trúgv og politikk.
- Har politikkur er, eru
menniskju. Og har menniskju
eru, er trúgv. Trúgvin hevur
við ALT lívið at gera, og harvið
eisini við politiska lívið at
gera. Øll menniskju hava
eina trúgv í breiðari merking.
Eina lívsáskoðan um tú vilt, tí
tað finst eingin lívsáskoðan
uttan trúarsetningar, sum
ikki kunnu prógvast, men
mugu trúgvast. Tað verði seg
kristindómur, islam, ateisma,
verðslig humanisma, New
Age, Scientology ella hvat tað
skal vera. Og øll heimspeki og
politiskar hugsjónir innihalda
trúarsetningar. Tí er ógjørligt
at skilja ímillum politisk
sjónarmið og lívsáskoðan
annars, sigur Bergur Debes
Joensen.
Og áðrenn undirritaði fær
tíð at spyrja nærri, skundar
hann sær at modifisera sín
pástand. Tí tá hetta er sagt,
fer Bergur kortini at tosa um
eina partvísa sundurskiljing,
tá tað kemur til praktiska
valdsbýtið í samfelagnum.
Og júst hetta er sambært
presti ein integreraður partur
av lutherska kristindóminum
við sonevndu tvey-regiments
læruni hjá stóru fyrimynd
hansara, Martin Luther.
- Altso, vit kunnu orða
tað soleiðis, at politikkur og
átrúnaður hava bæði ALT
og EINKI við hvørt annað
at gera. Sum sagt skapar
okkara trúgv okkara politisku
sjónarmið. Men hinvegin
snýr politikkur seg bert um
hetta lívið, meðan átrúnaður
snýr seg um núverandi lívið
og tað komandi lívið. Tað er
aðalmunurin millum politiska
og átrúnaðarliga valdið.
Meðan Guds orð eigur at stýra
kirkjuni, eigur manna vit og skil
at stýra verðsliga valdinum.
Og Bíblian talar sjálv um
eina politiska yvirvøld, hvørs
uppgáva er at varðveita lóg
og landaskil. So í júst hesum
týdningi eiga vit at skilja
sundur politikk og átrúnað,
sigur Bergur Debes Joensen.
Men fyri Berg er markið
fyri hesi sundurskiljing, tá
verðsligir humanistar vilja
flyta átrúnaðin úr almenna
rúminum.
Bergur Debes
Joensen
Føddur í 1966.
Málsligur studentur í 1986.
Cand.theol. frá Københavns
Universitet í 1994.
Aðalskrivari,
ungdómsráðgevi
og blaðstjóri fyri
Heimamissiónina síðani
1994. Skrivari hjá
KFS í 1994. Prestur í
Suðurstreymoyar vestara
prestagjaldi síðani 1996.
Varalimur í føroyska
Prestafelagnum siðani 1998
og formaður í føroyska
Bíbliufelagnum síðani
1998. Formaður í Kirkjuligu
Heimamissióni frá 2001-
2006.
Fakta
➘
- Liberala og postmodernaða gudfrøðin
stendur í andsøgn til klassiskan kristindóm og
avmarkar kristindómin til ævintýr og Bíbliuna
til menniskjansliga frásøgn. Og tá gerst
Bíblian til eitt sjálvtøkuborð og kristindómurin
til eina døgnflugu, sigur Bergur Debes
Joensen, prestur
Mynd: Jens Kristian Vang