fríggjadagur 19. januar 2007síða 63
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti 15
Hann hevur skrivað fleiri enn
30 bøkur. Og fólk tíma at lesa
hansara bøkur.
Vit tosa um Jógvan Isak
sen, sum fyrr í vikuni fekk
Heiðursgávu Landsins fyri
sítt virksemi sum ummælari,
ritstjóri, bókaútgevari og
krimihøvundur.
Hann er føddur í Havn í 1950
og er vaksin upp við bókum.
- Eg havi altíð lisið nógv.
Pápi las nógv, og báðir abb
arnir lósu nógv, minnist Jógvan
aftur á, og leggur afturat, at
satt at siga las hann bøkur,
áðrenn hann yvirhøvur dugdi
at lesa.
- Foreldrini lósu nógv úr
Sagnum og ævintýrum hjá
Dr. Jakobsen, Føroyingasøgu
og Robinson Kruso í týðing
hjá Sverra Patursson, greiðir
Jógvan frá.
Men hann leggur eisini
afturat, at Davy Crockett-bøk
urnar vórðu lisnar á tamb á
donskum, og foreldrini lósu úr
“Anders And”, sum hann kallar
tað, har tey umsettu beinleiðis
úr donskum til føroyskt.
Studenturin
Tí var tað kanska ikki so
løgið, at Jógvan fór beina
leið eftir tíðina í Hoydølum til
Århus at lesa bókmentafrøði.
Hann hevði tó ætlað, at hann
skuldu verða verkfrøðingur,
og í Hoydølum tók hann
matematiskt studentsprógv.
Men bókmentirnar vunnu á
støddum og mongdum.
Tá í tíðini - í 1970 - varð
kravt, at tey bókmentafrøði
lesandi skuldu lesa eitt mál
víð síðuna av høvuðsfakinum.
Jógvan valdi franskt, tí sum
hann sjálvur sigur, so var hetta
málið, hann dugdi minst.
Hann las franskt, til hann eitt
ár seinni kvetti á stokkkinum,
sum hann málber seg, tí tá var
franskt ikki kravt longur.
Jógvan skrivaði magistara
serrit um skaldskapin hjá
Heðini Brú.
- Tað varð ólukkusáliga
drúgt. Fleiri hundrað síður,
sigur Jógvan, sum minnist,
at hann fekk eykaloyvi til at
skrivað so langt spesiali. Hetta
var tó ikki óvanligt tá í tíðini,
tá tað meira enn so kom fyri,
at lesandi skrivaðu serrit yvir
1000 síður.
Jógvan gjørdist mag. art. í
1982. Hetta er ein útbúgving,
ið færri og færri taka í dag,
nú tey Ph.D. lesandi fyri tað
mesta hava yvirtikið henda
lesturin, sum er munandi
drúgvari enn cand.mag.-prógv.
Talan er um eina gransk
araútbúgving, har teir flestu
magistararnir hava hildið fram
á universitetinum.
Umframt at skriva um
Heðin Brú, viðgjørdi Jógvan
í lestrartíðini skaldskapin
hjá m.ø. Janusi Djurhuus,
Rikardi Long og Karsteni
Hoydal. Av tí at næstan
eingin á universitetinum í
Keypmannahavn, hagar hann
seinni flutti, skilti føroyskt,
bað hann um eykaloyvi til allar
sínar føroysku verkætlanir, og
fekk hann Pola Djurhuus, sum
undirvísti har tá, at vera eitt
slag av vegleiðara hjá sær.
Jógvan sigur annars, at
orsøkin til, at hann ikki var
liðugur við útbúgvingina fyrr
enn í 1982, var, at hann tað
mesta av tíðini var “fløktur upp
í” studentapolitikk, sum hann
málber seg. Í Århus var hann
virkin á universitetinum, og
í Keypmannahavn sat hann í
nógv ár sum formaður í MFS.
Av tí sama fekk hann SU øll
hesi árini, tí undantøk verða
givin fyri langa lestrartíð,
um hon er brúkt til t.d.
studentapolitikk.
- Tá var bara vinstravong
urin, greiðir Jógvan frá, tá
hann verður spurdur, hvar hann
kendi seg heima.
- Men tað var eisini rumblut,
tí vinstravongurin klandraðist
innanhýsis, fortelur Jógvan,
og sigur óbeinleiðis, at hetta
næstan gjørdi so at siga
høgraveingin óneyðugan.
Jógvan gjørdi eisini vart við
seg í vinstravendum tíðarritum.
Longu sum umleið 25 ára
gamal byrjaði hann at ummæla
í Framanum, og seinni fór hann
at senda Sosialinum ummæli
og greinir.
Fyrsta bók hansara, “Før
oyski mentunarpallurin”
kom út í 1983, og Jógvan
Samrøða
Theodor E. D. Olsen
blaðmaður
theodor@sosialurin.fo
– Hevði neyvan ummælt,
um eg búði í Føroyum
Mánakvøldið fekk Jógvan Isaksen Heiðursgávu
Landsins fyri sítt fjølbroytta virksemi innan
føroyska bókmentaheimin. - Fysiskt eri eg
niðri, men mentalt eri eg í Føroyum, sigur tann
bersøgni útisetin, sum í løtuni skrivar ta fjórðu
bókina um blaðmannin Hannis Martinsson
➘
Jógvan Isaksen fekk Heiðursgávu Landsins fyri sítt fjølbroytta virksemi innan
føroyska bókmentaheimin. Her undir samkomuni í Norðurlandahúsinum
mánakvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang