Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 64

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 16 viðgongur, at hetta fyrsta árið bara arbeiddi og svav hann. Nógv av tí, hann hevði skrivað sum vísindaligar ritgerðir á universitetinum á donskum, umskrivaði hann nú til føroyskt. Í 1982 var hann saman við øðrum við til at stovna tíðarritið Brá, sum kom út í eini 20 útgávum árunum eftir hetta. Jógvan viðgongur, at Brá var eitt slag av aftur­ svari til Varðan, og at tey í Brá settu sær fyri at brúka nógva tíð til at ritstjórna og fáa meira modernaðar greinir skrivaðar. Nógv av hesum fólkum høvdu tó fulltíðarstarv og fluttu heim aftur til Føroya, og tí var ikki so lætt at halda fram við ritinum. Málmaðurin Jógvan viðgongur fegin, at tað er tilvitað, at bøkur hansara oftast eru lættlisnar, og málið ikki er so akademiskt. - Tað er við vilja. “Føroyingar hata teori”, verður sagt, men universitet eru ofta ovur­ teoretisk. Ein stongdur heimur fyri eini 5-10 fólk, har eingin devil uttan fyri kennir nakað av tí, sum tosað verður um. - Tað sum er ógreitt skrivað, er eisini ógreitt hugsað, sigur Jógvan, ið ávarar ímóti, at neyðugt skal vera brúka fremmandaorðabók ov nógv, um tú skalt lesa eina bók. - Teori skal til, tí tú skalt kenna tær og brúka tær, men tú skalt ikki brúka tær sum filtur. Hví skalt tú skriva, so eingin skilir teg, spyr Jógvan retoriskt, og endurgevur Hans Scherfig fyri at hava sagt, at “tað finst einki, sum ikki ber til at siga á donskum”. Um hetta tó er galdandi fyri føroyskt, ivast Jógvan tó í. Føroyskt er sambært honum ikki eitt sokallað “fullkomið mál” eins og t.d. enskt, franskt og eisini danskt, har tú kanst málbera teg á øllum økjum. Hetta ber ikki so væl til á føroyskum, heldur Jógvan, av tí at tað føroyska skriftmálið er so ungt enn. Jógvan heldur føroyskt vera eitt ríkt mál, men hann er ikki samdur í nógvum av tí, purisman ella málreinsanin hevur staðið fyri í føroyskum málpolitikki seinastu nógvu árini. - Tað blívur heldur klombrut – eg sigi heldur teori enn ástøði. Tí føroyskt er ikki íslendskt. Hví ikki brúka brúka tað grikska heitið, spyr Jógvan og sipar til orðið “teori”. Hóast i’endingin ikki er vanlig í føroyskum, heldur hann ikki, at hetta ger nakað. Jógvan minnist einaferð hann prátaði við Sigurð Joensen, sála, ið hann metti sum ein íslendskt-sinnaðan loysingarmann, at hann hevði sagt stutt fyri, hann andaðist, at grikst og latín spiltu ikki føroyska málið. Og hesum er Jógvan samdur í. - Vit høvdu tann málpolitikkin í fyrstuni í Brá, at vit skrivaðu ú heldur enn y og s heldur enn z, sigur Jógvan, men leggur afturat, at hesm varð skjótt gingið burtur frá. - Eingin skrivar súmfoni, sigur Jógvan og heldur, at vit vita, hvussu vit skulu úttala Føroya Symfoniorkestur, hóast tað verður skrivað við y. Í sambandi við ta fyrstu skaldsøguna hjá sær, var Jógv­an nógv í iva, um hann skuldi skriva nazistar við s. Hann spurdi Eivind Weihe til ráðs, og hann gav Jógvani tað svar, at “tað nazistiska fór av tí nazist­iska”, um hann stavaði hetta við s. - Eg eri ikki puristur, men vit eiga at vanda okkum um málið og setningsbygnaðin, sigur Jógvan, ið heldur, at føroyskur málpolitikkur í nógv ár hevur verið normativur, meðan onnur lond hava ført ein deskriptivan málpolitikk. - Tað hevur kanska verið brúk fyri tí normativa, men føroyskt er eitt ríkt mál, sigur Jógvan, ið tó heldur, at vit eru vorðin meira liberal. Hann svarar tó ikki greitt, tá hann verður spurdur, um vit føroyingar fáa tað, hann kallar eitt “fullkomið mál” um nøkur ár. - Eg haldi, tað var ein skeiv leið, tá vit fóru at brúka heiti sum støddfrøði og evnafrøði, tí alla aðrastaðni eru hesi heiti á grikskum og latíni. Tað er einki høpi í, at vit sum 50.000 standa einsamøll. Ummælarin Ein av grundgevingunum fyri at lata Jógvani Isaksen Heið­ursgávu Landsins er m.a. hansara drúgva virksemi sum um­mælari. - Í studentaskúlanum las eg allar bókmentasøgur á tamb, greiðir Jógvan frá. Síðan helt hann, at hann skuldi fara undir at skriva um tær. - Eg brúkti langa tíð, sigur Jógvan um sínar fyrstu royndir sum ummælari, og minnist, at hann var so nærlagdur, at hann kundi brúka eina heila viku at skriva tríggjar-fýra A4- síður, fyri at hann ikki skuldi koma at skriva okkurt, hann ikki meinti. Jógvan fekk einaferð tey ráð frá einum lærara, at fyrstu ferð, hann las eina bók, skuldi hon bara lesast, tí um tú setir teg at notera, fyrstu ferð tú lesur, spillur tú bókina og oyðileggur tann elementera spenningin, sigur Jógvan. Men hevur tú eisini valt at ummæla bøkur, sum tú helt vóru vánaligar? - Skal eg vera ummælari, so er eingin bøn, og so havi eg tikið í nakkan á mær sjálvum, sigur Jógvan og greiðir frá, at hetta serliga hevur verið trupult, tá hann kendi fólkini. - Eg havi javnan fingið brøv og telefonuppringingar, men tað gjørdi einki, tí eg búði so langt burturi, sigur ummælarin, ið hevur búð í Danmark seinastu nógvu árini. Og júst útlegdin hevur iva­ leyst verið ein av orsøku­num, at Jógvan hevur hildið seg til at ummælt, tí sum hann sjálvur sigur, so hevði hann helst slept tí, um hann búði í Føroyum, her viðurskiftini eru smá. Men tú hevur ikki verið bonskur ella harður, hóast tú hevur verið erligur? - Nei, leiðin hjá Carl Johan Jensen førir ikki til nakað gott. Hann ger seg stuttligan upp á bekostning av øðrum, heldur Jógvan Isaksen - Fleiri - serliga kvinnur - tora ikki at skriva, tí so kemur Carli eftir teimum. - Hann fer ov nógv eftir høvundanum heldur enn verkinum, sigur Jógvan. Hóast Jógvan hevur um­ mælt síðani tíðliga í sjeyti­ árunum, so heldur hann ikki, at nógv er broytt, av tí at tað ikki er stórt meira av ummælum nú, enn tað var fyri 20-30 árum síðani. Hóast fleiri hava bókmentaútbúgving í Føroyum, verða fá ummæli skrivað, og Jógvan metir, at helst eru tey smáu og tøttu viðurskiftini ein orsøk. Í t.d. Danmark standa fólk í bíðirøð fyri at sleppa at ummæla, men so er ikki í Føroyum, staðfestir Jógvan. Kemur ov nógv út á føroyskum? - Har hava vit aftur tað normativa. Tað kemur ongantíð ov nógv út á føroyskum. Hatta er tað, eg vil kalla ein feilhugsan, sigur Jógvan og samanber hetta við at uppala fólk. - Eingin fani nakra aðrastaðni hevði kunnað funnið upp á at sagt, at bara góðar bókmentir skulu gevast út. Hatta kemur kanska av, at Carl Johan Jensen biður høvundar gevast, sigur Jógvan og heldur, at fólk áttu at hugt aftur í søguna og kannað, hvat hendi undir Stalin og nazistunum. Tú trýrt altso upp á marknaðarkreftirnar? - Blandingsbúskapurin í Norðurlondum riggar væl í øllum viðurskiftum, heldur Jógvan og nevnir viðurskifti, har tað almenna stuðlar upp undir við t.d. ókeypis sjúkraviðgerð og útbúgving, samstundis sum annað verður latið til marknaðarkreftirnar at umsita. Jógvan er samstundis harð­ liga ímóti einum almennum før­oyskum forlagi. - So kemur politikkur uppí, tí so mást tú ikki skriva “blíva” men “verða” við ð, og krøv verða sett um, at verk hjá ein­støkum yrkjarum ikki skulu út­gevast, sigur Jógvan og tað ! - Tað sum er ógreitt skrivað, er eisini ógreitt hugsað ! - Politikkur er uppi í øllum. Tú verður ikki gøtusópari í Havn, um tú ikki hevur rættan politiskan lit til ávísa tíð Jógvan á Lakjuni, lands­­­stýrismaður í skúla- og mentamálum, handar Jógvani Isaksen heiðursbræv og blómutyss i undir samkomuni, tá Heiðurs­gáva Landsins á 75.000 krónur varð handað Mynd: Jens Kristian Vang