Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 65

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 17 hoyrist týðiliga, at hetta er eitt evni, hann hevur hugsað gjølla um. - Mentunargrunnur Landsins er ein fínur stovnur, og hann er ein góð loysn, tí hann blandar seg ikki uppí. Játtanin til hann átti tó at verið størri. Men politikkur er uppi í øllum. Tú verður ikki gøtusópari í Havn, um tú ikki hevur rættan politiskan lit til ávísa tíð, sigur Jógvan uttan himprast við sítt speisemi. - Áðrenn tú veitst av, høvdu partamenninir hjá Carl Johan Jensen valt hann sum ritstjóra, og so hevði eingin bók komið út uttan kanska sjeynda hvørt ár. Bókaútgevarin Spurdur, hvat hann heldur um korini hjá føroyskum bókaútgevarum, sigur Jógvan, at tey kanska ikki eru so góð, men at tað eru tey heldur ikki alla aðrastaðni í heiminum. Hann greiðir frá, at Mentunargrunnur Studentafelagsins, ið er stjórnað av Jógvani síðani 1978 og sum annars er stovnað í 1914 og harvið er Føroya elsta forlag, hevur givið undirskot tey seinastu nógvu árini. Tað eydnaðist ikki at fáa slætt borð fyrr enn í fjør. Spurdur, hvussu tað yvirhøvur ber til at reka slíkt virksemi, svarar Jógvan, at kreditturin í slíkum førum veður strektur og at hetta hendir av vælvild frá prentsmiðju og peningastovni. Prentsmiðjurnar hava eisini ein sjálvsagdan áhuga í, at forløg lata bøkur prenta. Seinastu árini hevur Mentunargrunnur Studentafelagsins latið allar sínar bøkur prentað í Føroyum. Hetta er tó ikki av hugsjónarligum orsøkum, men av tí at føroyskar prentsmiðjur eru á minst líka høgum støði sum tær útlendsku, greiðir Jógvan frá. Harafturat slepst undan óneyðugum umbrótingarvillum og flutningskostnaði til Føroya. Tað er tó eitt annað slag av flutningi, ið Jógvan serliga brennur fyri, og er hetta útflutningur av føroyskum bókmentum. Í takkarrøðu síni í Norðurlandahúsinum mánakvøldið segði hann m.a., at vit áttu at fingið føroyskar bøkur umsettar til onnur mál, tí eingin ger hetta fyri okkum. - Eini hálvtannaðhundrað bøkur harav nógvar upprunaføroyskar koma út á Føroyum um árið, men eingin frættir um tað aðrastaðni. Jógvan greiðir frá, at íslendingar hava ein almennan stovn, sum tekur lut á altjóða bókamessum, og um t.d. ein íslendsk bók verður týdd til føroyskt, stuðlar hesin grunnurin við nøkrum fáum túsund krónum. Danir og norrmenn hava eisini líknandi stovnar, ið tó eru væl størri enn tann íslendski. - Mínar krimisøgur eru á donskum og týskum, men hetta er mest hent av tilvild. So seint sum í gjár fekk eg ein meyl um, arbeitt verður við at geva hesar út á enskum, sigur Jógvan. - Men nógvar aðrar bøkur hava hetta uppiborið, m.a. tær hjá Oddvør Johansen. Hevði tað bara komið út á donskum, tí nógv fólk duga eisini danskt í Týsklandi. Áhugin fyri Føroyum er nógv størstur í Danmark, sigur Jógvan, ið tó minnir á, at hetta eisini er galdandi í Íslandi. Jógvan greiðir frá, at hann hevur verið í samband við eitt nú stóra forlagið Gyldendal, har fólk hava róst føroyskum bókum, hóast tey ikki vilja geva tær út, tí tey ikki meta pengar vera í teimum. - 100.000 krónur um árið høvdu verið nokk hjá einum slíkum grunni, tí er tað fyrst komið út á donskum, er nógv vunnið, heldur Jógvan, og vísir á, at áhugin fyri tí norðurlendska er stórur í Týsklandi, og at helmingurin av besteljaralistanum í Týsklandi eru norðurlendskar bøkur, men at tað eru fá, sum duga at umseta føroyskt beinleiðis til týskt. Týskarar eru eisini sambært Jógvani áhugaðir í Føroyum. Herfyri var hann í Dortmund og las upp úr sínum krimisøgum, og tey spurdu nógv greiðir hann frá. Í næstum skal hann til Hamburg í tríggjar dagar í somu ørindum. - Omanfyri 100 fólk møttu upp, og tey gjalda eini 100 krónur fyri tað, sigur Jógvan. Útisetin og høvundurin Hóast Jógvan hevur búð í Danmark í meira enn 35 ár, so lesur hann dagliga føroysku bløðini, sær sjónvarpið í telduni og tosar heim fleiri ferðir um dagin. - Fysiskt eri eg niðri, men mentalt eri eg í Føroyum, hóast ein vinmaður segði mær, at tað ikki er tað sama sum at spáka niðri í Vágsbotni, sigur Jógvan. Men hóast hann býr niðri, fara hendingarnar í krimisøgum hansara fram í Føroyum. - Eg ætlaði ongantíð at skriva eina skaldsøgu, og sjálvt tá ið hon var liðug, visti eg ikki, um nakar tímdi at lesa hana. So eg sendi hana til pápa mín, og hann segði, at hon var góð Og so varð hon givin út, sigur Jógvan um “Blíð er summarnátt á Føroyalandi”, sum kom út í 1990, og sum Hanus Kamban í heiðursrøðuni í Norðurlandahúsinum mánakvøldið kallaði ein klassikara. Hendan fyrsta skaldsøgan hjá Jógvani er nú seld í omanfyri 3000 eintøkum í Føroyum. Flestu føroyskar skaldsøgur fara ikki upp um 1000 eintøk. - Í krimisøguni eru allar tær gomlu dygdirnar, alt tað samfelagsliga kjakið, sum ikki er aðrastaðni, sigur Jógvan, ið ikki er samdur við teimum, ið kalla krimisøgur lættisoppalesnað. - Tað finnast góðar bøkur og vánaligar bøkur innan allar sjangrur, er stutta svarið hjá Jógvan til hetta. Í løtuni situr Jógvan og skrivar ta fjórðu krimibókina um blaðmannin Hannis Martinsson. Hvat Hannis kemur í hóslag við í næstu bókini, vil Jógvan ikki út við, hóast hann sigur seg hava skrivað einar 50 síður og gjørt fitt av research. Men hann himprast ikki við at ásanna, at íblásturin kemur frá Philip Marlowe hjá Raymond Chandler, hvørs skaldskap hann hevur lisið eina ferð um árið, síðani hann var smádrongur. Hesum gavst Jógvan tó við, tá hann sjálvur byrjaði sum krimihøvundur, tí hann var bangin fyri, at líkjast Chandler ov nógv. Men nú er hann kortini aftur byrjaður at lesa um Philip Marlowe og hansara góðu evni at uppklára brotssverk. Harafturat hava danski Dan Turell og norski Gunnar Staalesen verið fyrimyndir hjá Jógvani. Spurdur, hvussu Jógvan ger slíkt research, tá hann býr niðri, sigur hann, at eitt nú liggja nógvar myndir av Føroyum á netinum, og t.d. ber til at finna hæddir o.a. hjá Geodætisk Institut. Internetið var tó ikki hvørsmansogn, tá “Blíð er summarnátt á Føroyalandi” kom út í 1990, og Jógvan viðgongur, at hann ikki var norðuri í Sjeyndum, har tann týski kavbáturin endaði sínar dagar, fyrr enn bókin var komin út. Jógvan greiðir frá, at hann áður mest skrivaði seint á kvøldi, men síðani dóttirin fór í skúla, roynir hann nú at skriva um morgunin. At hann í grundgevingini fyri at fáa Heiðursgávu Landsins verður sagdur at hava merkisvert arbeiðssemi, kemst sambært honum sjálvum av, at hann ikki vil vera latur. - Eg havi altíð mett meg sum dovnan, men eg eri uppvaksin við, at leti er eitt tað ringasta, sum finst, so tað hevur gjørt, at eg kenni meg noyddan at arbeiða, sigur Jógvan Isaksen. ! - Tá var bara vinstra­ vongurin.- Men tað var eisini rumblut, tí hann klandraðist innanhýsis ! - Fleiri - serliga kvinnur - tora ikki at skriva, tí so kemur Carli eftir teimum.