Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 66

‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 18 Tinghellan Okkara fiskivinna fær frið. Søgulig møguleiki at fremja okkurt á uttanríkisøkinum. Betri atgongd til ivasamar fríhandilsavtalur. Eitt styrkt fiskivinnusamstarv. Hetta eru nakrar av orsøkunum til, at løgmaður er so bráður at innlima Føroyar í EFTA Á vári í 2005 sníkti eitt nýtt gandaorð seg upp í før­oysk­an uttanríkispolitikk. Úr Ting­a­nesi hevur í fleiri ár verið júkað um, at Føroyar mugu fyri alt í verðini gerast virkn­ari á altjóða politiska leik­pall­inum. Og loysnina upp á tann trupulleikan hevur ABC- samgongan funnið í lyklaorðinum við teimum fýra stavunum E-F- T-A. Løgmaður hevur bæði undir ólav­søku- og nýggjársrøðum gjørt Føroya fólki greitt, at lands­ stýrið strembar eftir ­før­oysk­um limaskapi í altjóða hand­ils­ felagsskapinum EFTA. Og nógv hevur verið lagt fyri. Bæði løgmaður og em­bæt­ is­­fólk­ið í Tinganesi hava ver­ið á fleiri sjarmuferðum – bæði á høvuðstøðini hjá EFTA og ikki minst hjá teimum fýra limalondunum. Kortini tyk­ist dreymurin um limaskap fram­veg­is fjarður. Gamaní, mótburðurin síðan start­skotið í 2005 hevur verið stór­ur. Anders Fogh Rasmussen var skjót­ur at seta føtur í spenni, tá hann varskógvaði, at ein før­oysk umsókn um limaskap í EFTA ikki kemur upp á tal, áðr­enn Føroyar hava yvirtikið øll 12 málsøkini, sum eru knýtt at fullum limaskapi. Eitt høvuðsendamál við at ger­ast partur av EFTA sam­­starv­i­ num var at nýta lim­a­skapin sum jarnbrot til at gerast part­ur av attraktivu EBS-avt­al­uni, sum hevur ver­ið ein av grund­súl­unum í bú­skap­ar­ligu menn­ingini í bæði Noregi og Ís­landi. Men hend­an ætlan varð skjótt koll­dømd, tí okkara rík­­is­­rætt­ar­liga støða forðar tí. Bæði politikarar og ser­frøð­ ing­ar – føroyskir og út­lendsk­ir – hava eisini koyrt tummi­l­fing­ ur­in niður fyri ætlanini hjá landsstýrinum. Onkur hev­ur skýrt EFTA-limaskapin virð­is­leysan uttan eina EBS av­talu. Annar heldur, at fækk­andi limalondini í EFTA er eitt sólarklárt tekin um, at fel­ags­skapurin er ein søkkandi skúta. Ein triði væntar, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn Noreg og Ísland taka stig til at gerast partur av ES, og tá verð­ur EFTA ikki lív lagað. Tey fýra limalondini Ísland, Sveis, Liktenstein og Noreg hava heldur ikki beinleiðis tikið móti Føroyum við víðopnum ørm­um. Ísland ynskir Føroyar sum lim, meðan greipan Sveis og Liktinstein hevur sýnt Før­ oy­um lítlan áhuga. Hinvegin hev­ur verið torført at fáa eina greiða útmelding um støðuna hjá Noregi. Men hví er løgmaður so al­trá­ ður eftir einum limaskapi í EFTA, tá so nógvir sjónligir snáv­ing­ arsteinar eru at hóma? Óttin fyri Brússel Rákið úti í heimi seinastu ár­ini er týðuligt. Fleiri og fleiri lond ganga saman í størri fel­ags­ska­p­ir og lata stórar part­ar av sínum nationala sjálv­s­av­gerð­ar­rætti á týðandi økjum til hesar fel­ags­ kap­ir. Í Evropa leggjast fleiri og fleiri lond afturat ES. Fersk­asta dømið er Bulgaria og Rum­enia, ið gjørdust limir um árs­skiftið. Í fleiri áratíggju hava ymisk lands­stýri roynt at tryggja Før­oy­um eitt tættari tilknýti til Evropa – og serliga tann ev­rop­e­iska marknaðin. Hetta hev­ur kortini verið lættari sagt enn gjørt. Hugburðinum hjá bæði politikarum og van­liga føroyingum til ES er ikki stórvegis broyttur, síðan løg­tingið fyri yvir 30 árum síðan valdi at standa uttanfyri ES. Serliga óttin fyri felags rikna fiskivinnupolitikkinum úr Brússel hevur verið ein á­hald­andi grundgeving fyri ikki at trína inn í ES. Javnan verð­ur víst á, at kvotaskipanin hjá ES hevur havt við sær, at fiskivinnan í londum sum Span­ia, Portugal, Onglandi og Dan­mark hevur verið vanrøkt, síð­an londini gjørdist limir í ES. Meðan óttin fyri ES er stór­ur, stendur betri til við Gen­eve, har høvuðsdeildin hjá EFTA heldur til. Hetta kemst ikki minst av, at EFTA er grund­leggj­andi øðrvísi skipað enn ES. Meðan limalondini í ES lata fleiri og fleiri heimildir til ES, er EFTA ein felagsskapur, har limalondini framvegis hava ræðisrættin á flest øllum við­ur­ skif­t­um. At vit framhaldandi sleppa at skipa okkara egna fiski­vinn­u­ pol­i­tikk, hóast vit gerast lim­ir í EFTA, vigar uttan iva nógv hjá landsstýrinum. Undir orð­ a­skiftinum um EFTA á vári í fjør kom eisini greitt fram, at løg­tings­limir fegnaðust um, at fiskivinnupolitikkurin ikki verð­ur rørdur við føroyskum EFTA- limaskapi. Men. Heldur enn at halda kram­ p­akent upp á okkara fisk­i­rættindi, mugu vit hyggja longri og tora at seta spurn­ing­in um gullkálvurin – okkara fisk­i­rík­i­dømi- ikki skal offrast fyri at fáa tættari samband við ES. Tí tað er tættari samstarvi við tann felagsskapin, sum kann tryggja Føroyum veruligan fram­burð. Eg sigi harvið ikki, at vit skulu avreiða okkara fiskivinnu til ES fyri ein og hvønn prís, men vit EFTA - lovaða landið Tinghella Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo » -Tað er einki dulsmál, at gerast Føroyar limur av EFTA, fer EFTA at standa munandi sterkari á fiski­vinn­u­øki­num. Tú mást minnast, at Noreg, Ísland og Føroyar um­sita hvør sær nógv størsta partin av fiskivinnuni í Norð­ur­ atlantshavi. Velja tey trý londini at ganga sam­an í EFTA, verður støðan munandi sterkari mót­vegis ES« Knut Almestad, fyrrverandi norski sendimaðurin hjá Noregi í EFTA, Sosialurin 11.08.05 »Tað eru tríggir møguleikar: tú kanst gerast limur í ES sum er, tú kanst gerast limur sum sjálvstøðugt land, ella tú kanst gerast limur í EFTA, og eg trúgvi, at EFTA er tann møguleikin, sum politiskt hevur best møguleika. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, Sosialurin 18.05.05