fríggjadagur 19. januar 2007síða 67
‹ fyrra síða allar 136 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007
Vikuskifti 19
Tinghellan
mugu tora at hugsa at tankan,
tí ES fevnir also um annað enn
fiskivinnu. ES markn aðurin er í
dag okk ara høvuðsmarkn aður
og øll orka eigur at vera nýtt
at til at virka fyri, at okk ara
marknaðartreytir við ES verða
betraðar.
Gransking og útbúgving eru
hornasteinar hjá nærum hvørjum
arbeiðsbólki í Visjón 2015, og
júst tey bæði økini verða raðfest
høgt í ES. ES hevur rammuætlanir
innan bæði útbúgving og
gransking, og við at krøkja okk um
upp í tær, høvdu vit kunnu fingið
tiltrongda ferð á granskingina í
Føroyum.
Sterkari
fiskivinnusamstarv
Verða Noreg, Ísland og Føroyar
at finna saman í EFTA, eru góð
útlit fyri einum tættari samstarvi
millum tær norðuratlantisku fiski
vinnutjóðirnar. Hóast tað ikk i er
eitt yvirskipað fiskivinnusamstarv
í EFTA, so hevði eitt formelt sam
starv millum Føroyar, Noreg og
Ísland verið gróðrarbotnur fyri, at
londini gjørdust sterkari úteftir.
Her verður serliga hugsað
um samráðingar við ES, har eitt
formelt samstarv gjøgnum EFTA,
fór at gera tað lættari hjá Noreg,
Íslandi og Føroyum at standa
saman og seta hægri krøv til ES-
myndugleikar, tá samráðingar um
fiski vinnupolitikkin tóku seg upp.
Hóast hesin spurningur fram
vegis ber brá av at vera teoret
iskur, so hava løgmaður og ein
norskur politikari longu víst á møg
uleikan. Hjá Føroyum hevði hetta
verið funnin fressur, tí EFTA hevur
eitt væl sterkari netverk og størri
fyrisiting, og hetta átti betra um
møguleikarnar hjá Føroyum at
samráðast – ikk i minst á fiskivinn
uøkinum.
Politiskur friður
Í politiska landslagnum hevur
verið óvanliga friðarligt, síðan
kjakið um EFTA tók seg upp. Tað
er sjáldan, at allir flokk ar á tingi
stuðla einum máli, men hetta
tykist meira ella minni galdandi í
spurninginum um EFTA limaskap.
Tann æviga orrustan um ríkis
rættarliga støðu Føroya tykist ikk i
fyribils at hava gruggað kjakið um
EFTA limaskap. Allir løgtingslimir
hava ásannað at tað er í tøkum
tíma, at Føroyar fáa ein virknari
leiklut á uttanríkispolitiska
økinum og at betra verður
um marknaðaratgongdina hjá
føroyskum vørum. Limaskapur í
EFTA gongur báðum ynskjum á
møti.
Í Føroyum hava stórpolitisk
mál lyndi til at drukna í
innanhýsis politiskum ósemjum,
men breiða semjan millum
andstøðu og samgongu í hesum
málinum slóðar fyri, at tað er
frálíkur møguleiki at fáa nakað
ítøkiligt burturúr arbeiðnum á
uttanríkisøkinum.
Tað er ikk i bert friður á
politiska leikpallinum. Bæði
arbeiðsgevarar og fakfeløgini
plaga ikk i at smæðast
burturímillum, um politikararnir
hava ætlanir, sum teimum ikk i
líkar. Áhugabólkarnir í Føroyum
– serliga innan fiskivinnuna
– hava eina ómetaliga stóra
styrki, og politikararnir eru
mangan hoknaðir í knøunum
og hava givið eftir fyri ynskjum
teirra. Hetta síggja vit best í
teimum mongu seravtalum, sum
ávísir samfelagsbólkar hava. Eitt
sólarklárt dømi er skattalættin
til fiskimenn og handverkarar
uttanlands.
Men bæði vinnulív og fakfeløg
hava verið óvanliga spøk í
málinum um EFTA. Antin eru tey
líkasæl, ella síggja tey ongar
vandar. At áhugabólkarnir serliga
innan føroysku fiskivinnuna
ikk i eru so eyðsýndir kemur
helst av tveimum orsøkum. Hjá
reiðarunum ger tað hvørki frá
ella til, um Føroyar gerast partur
av EFTA, tí fiskivinnupolitikk urin
verður sum áður sagt á okk ara
hondum. Vandin fyri at missa sín
einkarætt á føroyska heimasjógv
in er snøgt sagt ikk i til staðar.
Hóast EFTA limaskapur betrar
um samlaðu markn aðaratgongd
ina hjá føroyskum vørum, so
er tað ein givin lutur, at serliga
føroyskir fiskaseljarar hava nógv
størri tørv á betri atgongd til ES-
marknaðin, sum er okk ara nógv
størsti útflutningsmarkn aður.
Tað er rættiliga sigandi, at
hvørki politikarar ella fakfeløg
geva EFTA nakran ans. Tað er eitt
greitt tekin um, at týdningurin
av felagsskapinum fyri føroyska
samfelagið helst ikk i er tann
størsti.
Tað má ganga langt ímillum,
at løgmaður og hansara embæt
isfólk hava fingið fríar ræsur
at arbeiða uttan at politikarar,
vinnulív ella fakfeløg banka upp
á dyrnar og seta krøv. Hetta
frælsið má geva løgmanni eina
tiltrúgv um, at EFTA helst er
mest realistiska leiðin at ganga
um Føroyar skulu fáa tættari
samstarv við Evropa.
Men tú hevur hug at seta
spurningin um limaskapur í
EFTA ikk i bart út er eitt skálka
skjól fyri at gera bara okk urt á
uttanríkispolitiska økinum? Tað er
í ES - og ikk i EFTA , at tey stóru
tøkini hava verið tikin seinasta
áratíggju.
Fríhandilsavtalur
Tað er sannroynd, at vit hava
havt óvanliga torført at gjørt
handilssáttmálar við aðrar
tjóðir. Besta dømi um tað er
fríhandilssáttmálin við Russland,
sum hóast drúgvar samráðingar,
framvegis ikk i er komin undir
land. Men eydnast tað løgmanni
at innlima Føroyar í EFTA, fáa vit í
einum atgongd til í alt 14 fríhand
ilsavtalur, sum EFTA hevur undir
skrivað. Útlitini fyri øllum hesum
fríhandilsavtalum viga uttan iva
nógv hjá løgmanni.
Mantraðið í altjóða heiminum
í dag er fríhandil. Tað er ein
turkatrúgv upp á, at fríhandil
tryggjar størri markn aðir, sum
víðari tryggja størri vælferð og
størri búskaparligan vøkstur.
Og hesa trúgv hava føroyskir
politikarar tikið til sín.
Ísland og Írland verða javnan
nevnd sum tvær tjóðir, vit skulu
síggja upp til. Tær hava ein lítlan
heimamarkna – eins og Føroyar
– men sum hava krøkt seg til
størri eindir sum EFTA og ES,
og hetta hevur havt við sær, at
londini hava blómað við stórum
búskaparligum vøkstri. Við at lata
upp ístaðinfyri at byrgja seg inni.
Vónin er, at um fleiri føroyskar
fyritøkur fáa atgongd til ein størri
marknað, kunnu Føroyar gera
Íslandi og Írlandi bragdið eftir.
Kortini hevur lítið verið kjakast
um, hvørjar ítøkiligar møguleikar
teir 14 fríhandilssáttmálarnar
geva Føroyum. Hvat skalt tú hava
14 fríhandilssáttmálar til, um tú
ikk i fært nýtt tær til nakað? Tað
er áhugavert at leggja til merkis,
at samlaði útflutningurin hjá
teimum fýra EFTA-londunum bert
er 2,3 % til tey londini, sum frí
handilssáttmálar eru gjørdar við.
Tí átti størri dentur verður lagdur
á, hvørji lond møguleikar eru í
enn bara at staðfesta, at talan er
um 14 fríhandilsavtalur, tí hvat
fara Føroyar at fáa burturúr einum
fríhandilssáttmála við Palestina,
Tunis ella Makedonia, sum eru trý
av londunum?
ella oyðimørk?
Altjóða búskaparligi
felagsskapurin EFTA telist
í dag millum teir smáu
altjóða felagskapirnar. EFTA
kom undan kavi í 1960,
og felagsskapurin varð tá
mettur at vera eitt munagott
alternativ til ES. Seinastu
árini er talið av limum í
felagsskapinum minkað
umfatandi, tí tey flestu
londini, sum upprunaliga
vóru í EFTA eru blivin limir
í ES. Í dag eru bert Noreg,
Ísland og Liktenstein og
Sveis limir í EFTA. Føroyar
vóru limir í EFTA frá 1967 til
1972.
Stutt um EFTA
EBS er ein stytting fyri Evrop
eiska Búskaparliga Sam
starvið millum. ESB er ein
avtala millum ES og EFTA
londini. Samstarvið fevnir í
høvuðsheitum um , at vørur,
kapitalur, arbeiðsmegi og
tænastur skulu hava frítt at
fara um landamørk. Avtalan
millum ES og EFTA kom í
gildið í 1992. Noreg, Ísland,
Likt enstein eru partur av
EBS, meðan Sveis hevur valt
at vera uttanfyri.
Stutt um EBS
Bulgarina, Kroatia, Makedonia, Rumenia, Turkaland,
Marokk o, Tunis, Ísrael, Jordan, Libanon, Palestina, Kili,
Mexico, Singapore.
Fríhandilssáttmálar hjá EBS
» - Eg eri persónliga skeptiskur við
víkj andi limaskapi í EFTA, tí stovn
urin er ein doyggjandi eind. Tað er
einki dulsmál, at ES er tað stóra,
meðan EFTA er bara næstbest.
Hvat er virðir í EFTA, tá Ísland og
Noreg fara upp í ES?
Jóhan Dahl,
Sambandstingmaður,
Sosialurin 04.08.05
» - Uttan at gerast partur av EBS samstarvinum, síggi eg ikk i stórvegis vinning í at
gerast limur í EFTA. EBS avtalan er uttan iva tað berandi í EFTA í dag. Uttan hana er
felagsskapurin lítið verdur.
Inge Lønning, Næstformaðurin í norsku uttanríkisnevndini, Sosialurin 11.08.05
» - Parturin av EFTA, sum ikk i fevnir um EBS samstarvið, vigar ómetaliga lítið politiskt. Eg
skal ikk i leggja meg út í føroyska ynskið um limaskap, tí tað er nakað tit sjálvir mugu gera
av, men eg havi ringt við at fáa eyga á stórvegis fyrimunir at vera limur av EFTA uttan EBS
samstarvið,
Inge Lønning, næstformaðurin í norsku uttanríkisnevndini, Sosialurin 11.08.05