Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-19, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. januar 2007síða 68

‹ fyrra síða allar 136 síður

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 19. - 21. januar 2007 Vikuskifti 20 átrúnaður On-side! “Um vit ganga í ljósinum, eins og Gud er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” 1. Jóh. 1,7. Í fótbólti er avgerandi at vera on-side. Er ein off-side, kann ein duga so væl at spæla fótbólt, sum ein vil. Einki av tí, ein ger, nyttar nakað kortini. Møgulig mál telja ikki við. Tí er avgerandi at vera on- side. Tá kann ein frítt royna síni evni. Soleiðis er eisini við lívi okkara. At vera on-side í Guds eygum er tað avg­ erandi. Ella sum Jóhannes orðar seg: At ganga í ljósi­ num! Tí Gud er sjálvur ljós og einki myrkur er at finna í honum. Tí má tann, ið vil hava Gud við í spælinum, eisini ganga í ljósinum. Tað er at liva í opnum og erligum viðurskiftum við Gud. At vera sannur fyri Gudi og sær sjálvum um sína veruligu støðu sum ein syndari, ið ikki livir upp til Guds vilja. Men at ganga í ljósinum er eisini at hvíla í tí, sum Jesus gjørdi fyri meg. At Jesu deyði í mín stað er nóg mikil bót fyri mínar syndir. Og at eg tí – í Jesusi – eigi fyrigeving syndanna og ævigt lív. At ganga í ljósinum er tað avgerandi. Tá eru vit on- side. So kunnu vit frítt liva lív okkara, nýta tey evni, Gud hevur givið okkum, og njóta hansara gávur. orðið Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Keldan: - Sum samkoma eru vit sera spent uppá ársins páskastevnu. Henda er til íblástur bæði fyri einstaklingar og samkomur, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari í Skálafirði. Hann sigur, at hetta sam­ svarar eisini við teirra visjón, sum er at vera ein kelda til íblástur fyri aðrar samkomur. Fyrireikingarnar til stevnuna í apríl mánaði eru longu kom­ nar væl í gongd. Í ár verða norsku hjúnini, Anne og Stefan Christiansen høvuðs­ talarar. Bæði eru væl kend í heim­landi­num, har tey virka sum pastor­ar fyri Jesus Church í Oslo. Umframt hesi bæði er rætti­ liga sannlíkt, at unga norska sangkvinnan Lisa Børud úr kendu Børud-familjuni verður við. Hon og onnur úr familjuni fara at luttaka m.a. á eini familjukonsert á stevnuni. Nærri verður at frætta um hetta seinni. Komnir væl áleiðis við páskastevnuni Gamla missiónshúsið í Gøtu hevur tænt fyri seg. Kristiligu tiltøkini verða nú hildin í kjallaranum í kirkjuni, samstundis sum arbeitt verður við eini ætlan um eitt nýtt missiónshús. Gøta: - Tað gamla húsið varð vígt í januar mánaði 1925, men treingir til rættiliga umfatandi ábøtur. - Men so eru vit farin at tosa um tað ikki var betri at byggja okkum eitt nýtt hús ístaðin, sigur Dánial Pauli Dalbø, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið. Tað er sjálvandi kostnaðar­ mikið at fara undir bygging av einum nýggjum húsi. Tað verður ikki í bræði at farið verður undir tað. Ætlanin er at útvega eitt grundøki til húsið í nánd av Gøtu kirkju. Kirkjuráðið sjálvt er sinnað fyri eini slíkari loysn, men enn vantar svar frá myndugleikunum, áðrenn ein av álvara kann fara undir eitt slíkt stig. Í løtuni verða møtini, sunnu­ dagsskúlin, ungdómsmøtir, kórvenjing og onnur kristilig tiltøk hildin í kjallaranum í kirkjuni. Her hevur meinigheitin so hildið til tey seinnu árini, og her er ætlanin at verða, inntil nýggja húsið einaferð í tíðini verður liðugt. - Tað fer at taka sína tíð, áðrenn vit fáa nýtt missiónshús, sigur Dánjal Pauli Dalbø, sum her stendur við talarastólin í kirkjukjallaranum í Gøtu Fyrireika bygging av nýggjum missiónshúsi Bíða enn eftir aðal­ skrivaranum Bláikrossur: Enn er eingin aðalskrivari settur, eftir at Jaspur Langgaard fór úr starvinum sum aðalskrivari í felagsskapinum á nýggj­ árinum. Eftir áheitan frá lands­ nevndini fer Jaspur kortini at virka sum aðalskrivari hálva tíð fram til 1. februar. Sverri Steinhólm, for­ maður í landsnevndini hjá Bláa Krossi, sigur, at hann torir ikki enn at siga, nær nýggjur aðalskrivari verður settur. – Men vit arbeiða við málinum, sigur hann. Sent útvarp í sjey ár Lindin: Sunnudagin eru sjey ár liðin síðani virkin fólk byrjaðu við send­ing­ unum í kristnu útvarpsrásini Lindini. Í hesum sambandi bjóðar støðin fólki at skriva inn og ynskja sær ávísar sendingar, sum eru varpaðar út hesi árini, og sum fólk fegin vilja sleppa at hoyra einaferð enn. Hesar sendingar verða síðani endursendar alla komandi vikuna. Lindin sendir alt sam­ døgrið og hoyrist um megin­partin av landinum. Íalt eru eini 60 fólk virkin í arbeiðinum, harav flestu teirra gera tað sjálvboðið. Hesa vikuna: Øssur Kjølbro