Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 1 - 2. januar 2007 tíðindi Stutt fyri klokkan tvey seinnapartin nýggjársdag, funnu froskmenn frá sløkkiliðinum líki av einum manni við Eystaru bryggju í Havn. Løgreglan fekk boðini kl. 00.40, men ikki fyrr enn kl. 9.35 byrjaði leitiarbeiðið LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Síðani líkið eftir 35 ára gamla Magna Hentze í gjár varð tikið upp við Eystaru bryggju í Havn í gjár, hava mong spurt seg sjálvan, hví tað gekk so long tíð, frá tí løgreglan fekk boðini til leitiarbeiðið byrjaði. Árið 2007 var ikki meiri enn 40 minuttir gamalt, tá løgreglan fekk eina fráboðan frá Havnaskrivstovuni um, at tey umborð á Lómi mettu, at tey møguliga høvdu sæð okkurt sum líktist einum menniskjakroppi, tá tey løgdu við kei. – Men boðini, vakthavandi fekk vóru so mikið ógreið og ósikkur, og avtalað varð, at Havnaskrivstovan skuldi kanna hetta nærri, sigur Jón Klein Olsen, vara­ politiinspektørur. Klokkan 06.45 tosað Havna­skrivstovan og Løg­ reglan saman aftur, og tá vóru boðini greiðari. Nú mettu tey seg við vissu kunna siga, at her var talan um ein menniskjakropp í sjónum, og klokkan trý korter til tíggju fór leitiarbeiði í gongd. Hetta merkir, at tað ganga út við níggju tímar frá tí at løgreglan fær boðini, til at leitiarbeiði byrjar. – Tað er ein avgerð vakt­ havandi hevur tikið, eftir at hann hevur tosað við frá­boðaran. Metingin, vakt­ havandi gjørdi var, at boðini vóru so mikið ógreið og tí lat man tað liggja fyribils. – Men man vildi ikki hava boðini liggjandi á sær. Tí verður tosað aftur við Havnaskrivstovuna seinni, og klokkan 9.45 byrjar leitiarbeiði, sigur Jón Klein Olsen, vara­politi­ inspektørur. Jón Klein Olsen sigur, at tað sum hann kann fyrihalda seg til er fakta. Hann sigur, at sæð í bakspeglinum, so fær hann ikki afturvíst, at ein stór leiting átti at verið setti í gongd beinanvegin, sum teir fingu fráboðanina. Tó er varapolitiinspektørurin ikki av teirri fatan, at vakthavandi hevur gjørt nakað skeivt. Sløkkiliðið í Havn undrast á, at tað gekk so long tíð, áðrenn teir fingu fráboðanina um druknaða mannin. – Vit høvdu fyritrekt at fingið boðini bein­ anvegin, sigur Kartni Jacobsen, sløkki­ liðsstjóri LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Millum teirra, ið hava undrast á, at tað tók so langa tíð, frá tí at løgreglan fekk fráboðanina, til at leitiarbeiði byrjaði, er sløkkiliðið í Tórshavnar Kommunu. – Vit vita onki fyrr enn fráboðanin kemur til okkara um morgunin, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Tórshavnar Kommunu, og vísir harvið á, at teir ikki fáa gjørt nakað fyrr enn ein fráboðan kemur til teirra. Kartni Jacobsen sigur, at teir sjálvandi ikki kunnu vita hvør og hvussu fráboðanin hevur verið. – Men vit kunnu undrast yvir, at fráboðanin kemur so seint til okkara, sigur hann. Vit spyrja sløkkiliðs­stjór­ an, um tað ikki átti at verið so, at um onkur hevði hildið seg sæð eitt lík á sjónum, so skuldi teir fingið boðini um hetta beinanvegin? – Tað vildi eg hildið, at tað átti at verið so, sigur Kartni Jacobsen og leggur so aftrat, at teir hava alla útgerð til hetta slagi av arbeiði. – Vit høvdu fyritrekt, at boðini komu víðari til okkum beinanvegin. So høvdu vit fara út beinanvegin, og eisini sloppið undan aðrir bátar og skip komu inn, sigur hann. Sløkkiliðið hevur til­kall­ ings­vakt. Har er altíð fólk til arbeiðis, og tí er tað teim­ um líkamikið um tað er nýggjársaftan, týsdagur, dag­ ur ella nátt. Teir kunnu fara úr húsinum upp á nakr­ar heilt fáa minuttir, men nýggjársdag skuldi tað altso ganga knapp­ liga níggju tím­ar, frá tí at løgreglan fekk fráboðanina til at leitiarbeiðið byrjaði. Gingu næstan níggju tímar Hjá løgregluni hevur viku­ skiftið hevur verið drúgv­ ari enn vanligt, tí bæði fríggjakvøldið, leyg­ar­kvøldið og sunnukvøldið vóru fólk í býnum. Av løgreglustøðini í morgun varð sagt, at hóast nógv smáting høvdu verið at tykist við, so var hetta vikuskiftið tó ikki verri enn vanligt. Ymiskar vóru tó upp­gáv­ urnar. Alt frá harðskapi í býn­um, til herverk, til eina spreinging í einum nýggj­ ársbáli í Miðvági og til at taka ein druknaðan mann upp úr Havnarvág. Av ítøkiligum málum kunnu vit nevna, at til nýggj­ árs­bálið í Miðvági var ein brád­liga ein spreinging úr bálinum. Sløkkiliðið av­byrgdi bálið, tí man ótt­að­ist møguliga fleiri spreing­ingar fóru at koma, men meiri enn tað sama hendi tó ikki. Ógvusligastu harð­skaps­ málini vóru, tá ein maður varð skallaður niður í býn­ um, og tá ein annars fekk ein fløsku knústa í høvdið. Og eitt av teimum mest keði­ligu herverksmálunum var, tá ein fløska varð tveitt inn í gjøgnum rútin á einum privathúsum við Landavegin í Havn. Nýttársaftan gjørdist brád­ liga hált um stóran partar av landinum, og hetta sást eisini aftur við síðurnar lands­vegunum kring landið, har nakrir bilar endaðu. Ongin stór­vegis fólkaskaði stóðst tó av hesum, hóast nakrir bilar fóru illa. -rwd Løgreglan nógv ymiskt at takast til Hesin bilurin fór út av vegnum sunnan fyri Hósvík nýttársaftan, men ongin fólkaskaði stóðst av óhappinum Mynd: Rólant Waag Dam Nýggjársdag var maður funn­in druknaður á Havnarvág. Tað var tá farmaskipið Lómur kom á Havnina í nátt, at teir hildu seg síggja okkurt, ið líktist einum fólki á sjónum. Froskmenn fóru niður um hálvgum tveytíðina nýggj­ársdag, og funnu teir stutt eftir líkið undir farma­ skipinum Lómi. Talan er um 35 ára gamla Magna Hentze úr Suðuroy. -rwd Maður druknaður á Havnarvág Sløkkiliðið undrast Froskmenn hjá Sløkkiliðnum funnu druknaða mannin stutt fyri klokkan tvey nýggjársdag Mynd: Eirikur Lindenskov Tað var farmaskipið Lómur, sum boðaði frá, at tey høvdu sæð ein mann undir skipinum, og maðurin varð seinni funnin undir skipinum Mynd: Eirikur Lindenskov