týsdagur 2. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 1 - 2. januar 2007
tíðindi
Stutt fyri klokkan
tvey seinnapartin
nýggjársdag, funnu
froskmenn frá
sløkkiliðinum líki
av einum manni við
Eystaru bryggju í
Havn. Løgreglan fekk
boðini kl. 00.40, men
ikki fyrr enn kl. 9.35
byrjaði leitiarbeiðið
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Síðani líkið eftir 35 ára
gamla Magna Hentze í gjár
varð tikið upp við Eystaru
bryggju í Havn í gjár, hava
mong spurt seg sjálvan, hví
tað gekk so long tíð, frá tí
løgreglan fekk boðini til
leitiarbeiðið byrjaði.
Árið 2007 var ikki meiri
enn 40 minuttir gamalt, tá
løgreglan fekk eina fráboðan
frá Havnaskrivstovuni um,
at tey umborð á Lómi mettu,
at tey møguliga høvdu sæð
okkurt sum líktist einum
menniskjakroppi, tá tey
løgdu við kei.
– Men boðini, vakthavandi
fekk vóru so mikið ógreið
og ósikkur, og avtalað
varð, at Havnaskrivstovan
skuldi kanna hetta nærri,
sigur Jón Klein Olsen, vara
politiinspektørur.
Klokkan 06.45 tosað
Havnaskrivstovan og Løg
reglan saman aftur, og tá
vóru boðini greiðari. Nú
mettu tey seg við vissu kunna
siga, at her var talan um ein
menniskjakropp í sjónum, og
klokkan trý korter til tíggju
fór leitiarbeiði í gongd.
Hetta merkir, at tað ganga
út við níggju tímar frá tí at
løgreglan fær boðini, til at
leitiarbeiði byrjar.
– Tað er ein avgerð vakt
havandi hevur tikið, eftir
at hann hevur tosað við
fráboðaran. Metingin, vakt
havandi gjørdi var, at boðini
vóru so mikið ógreið og tí lat
man tað liggja fyribils.
– Men man vildi ikki
hava boðini liggjandi á
sær. Tí verður tosað aftur
við
Havnaskrivstovuna
seinni, og klokkan 9.45
byrjar leitiarbeiði, sigur
Jón Klein Olsen, varapoliti
inspektørur.
Jón Klein Olsen sigur, at
tað sum hann kann fyrihalda
seg til er fakta. Hann sigur,
at sæð í bakspeglinum, so
fær hann ikki afturvíst, at ein
stór leiting átti at verið setti
í gongd beinanvegin, sum
teir fingu fráboðanina. Tó er
varapolitiinspektørurin ikki
av teirri fatan, at vakthavandi
hevur gjørt nakað skeivt.
Sløkkiliðið í Havn
undrast á, at tað gekk
so long tíð, áðrenn
teir fingu fráboðanina
um druknaða
mannin.
– Vit høvdu fyritrekt
at fingið boðini bein
anvegin, sigur Kartni
Jacobsen, sløkki
liðsstjóri
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Millum teirra, ið hava
undrast á, at tað tók so langa
tíð, frá tí at løgreglan fekk
fráboðanina, til at leitiarbeiði
byrjaði, er sløkkiliðið í
Tórshavnar Kommunu.
– Vit vita onki fyrr enn
fráboðanin kemur til okkara
um morgunin, sigur Kartni
Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í
Tórshavnar Kommunu, og
vísir harvið á, at teir ikki
fáa gjørt nakað fyrr enn ein
fráboðan kemur til teirra.
Kartni Jacobsen sigur, at
teir sjálvandi ikki kunnu vita
hvør og hvussu fráboðanin
hevur verið.
– Men vit kunnu undrast
yvir, at fráboðanin kemur so
seint til okkara, sigur hann.
Vit spyrja sløkkiliðsstjór
an, um tað ikki átti at verið
so, at um onkur hevði hildið
seg sæð eitt lík á sjónum, so
skuldi teir fingið boðini um
hetta beinanvegin?
– Tað vildi eg hildið, at tað
átti at verið so, sigur Kartni
Jacobsen og leggur so aftrat,
at teir hava alla útgerð til
hetta slagi av arbeiði.
– Vit høvdu fyritrekt, at
boðini komu víðari til okkum
beinanvegin. So høvdu vit
fara út beinanvegin, og eisini
sloppið undan aðrir bátar og
skip komu inn, sigur hann.
Sløkkiliðið hevur tilkall
ingsvakt. Har er altíð fólk
til arbeiðis, og tí er tað teim
um líkamikið um tað er
nýggjársaftan, týsdagur, dag
ur ella nátt. Teir kunnu fara
úr húsinum upp á nakrar heilt
fáa minuttir, men nýggjársdag
skuldi tað altso ganga knapp
liga níggju tímar, frá tí at
løgreglan fekk fráboðanina
til at leitiarbeiðið byrjaði.
Gingu næstan níggju tímar
Hjá løgregluni hevur viku
skiftið hevur verið drúgv
ari enn vanligt, tí bæði
fríggjakvøldið, leygarkvøldið
og sunnukvøldið vóru fólk í
býnum. Av løgreglustøðini í
morgun varð sagt, at hóast
nógv smáting høvdu verið
at tykist við, so var hetta
vikuskiftið tó ikki verri enn
vanligt.
Ymiskar vóru tó uppgáv
urnar. Alt frá harðskapi í
býnum, til herverk, til eina
spreinging í einum nýggj
ársbáli í Miðvági og til at
taka ein druknaðan mann
upp úr Havnarvág.
Av ítøkiligum málum
kunnu vit nevna, at til nýggj
ársbálið í Miðvági var ein
brádliga ein spreinging
úr bálinum. Sløkkiliðið
avbyrgdi bálið, tí man óttaðist
møguliga fleiri spreingingar
fóru at koma, men meiri enn
tað sama hendi tó ikki.
Ógvusligastu harðskaps
málini vóru, tá ein maður
varð skallaður niður í býn
um, og tá ein annars fekk
ein fløsku knústa í høvdið.
Og eitt av teimum mest
keðiligu herverksmálunum
var, tá ein fløska varð
tveitt inn í gjøgnum rútin
á einum privathúsum við
Landavegin í Havn.
Nýttársaftan gjørdist brád
liga hált um stóran partar
av landinum, og hetta sást
eisini aftur við síðurnar
landsvegunum kring landið,
har nakrir bilar endaðu.
Ongin stórvegis fólkaskaði
stóðst tó av hesum, hóast
nakrir bilar fóru illa.
-rwd
Løgreglan nógv ymiskt at takast til
Hesin bilurin fór út av vegnum sunnan fyri Hósvík
nýttársaftan, men ongin fólkaskaði stóðst av óhappinum
Mynd: Rólant Waag Dam
Nýggjársdag var maður
funnin
druknaður
á
Havnarvág.
Tað var tá farmaskipið
Lómur kom á Havnina í
nátt, at teir hildu seg síggja
okkurt, ið líktist einum
fólki á sjónum.
Froskmenn fóru niður
um hálvgum tveytíðina
nýggjársdag, og funnu teir
stutt eftir líkið undir farma
skipinum Lómi. Talan er
um 35 ára gamla Magna
Hentze úr Suðuroy.
-rwd
Maður druknaður
á Havnarvág
Sløkkiliðið undrast
Froskmenn hjá Sløkkiliðnum
funnu druknaða mannin stutt
fyri klokkan tvey nýggjársdag
Mynd: Eirikur Lindenskov
Tað var farmaskipið Lómur,
sum boðaði frá, at tey
høvdu sæð ein mann undir
skipinum, og maðurin
varð seinni funnin undir
skipinum
Mynd: Eirikur Lindenskov