týsdagur 2. januar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 1 - 2. januar 2007
tíðindi
Fyrsti føroyingur
í ár var ein didda
úr Klaksvík,
sum var fødd á
Landssjúkrahúsinum
klokkan 04.23
nýggjársnátt
Gleðiboð
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Føðideildin á Landssjúkra
húsinum fekk í ár heiðurin
at verða karmur um fyrstu
føðingina í nýggja árinum.
Og hetta hóast familjan,
sum fekk lítlu didduna, býr
í Klaksvík. Foreldrini eru
Alis Jacobsen og Jónleif
Christiansen og eiga tey
frammanundan 6 ára gomlu
Honna Elsubeth, ið við
hesum bleiv stórasystir.
Gentan vigaði 4200 g. og
var 54 cm. long. Mamman
var sett at eiga longu 19.
desember, so diddan lat
bíða eftir sær.
- Øll søgdu, at hetta fór
at vera eitt jólabarn, men
nú kom hon ikki fyrr enn
nýggjársnátt, sigur Hanna
Elsubeth, sum sjálv er ættað
úr Skálabotni.
Av føðideildini siga tey,
at tað er eitt sindur stuttligt
at vita, hvat sjúkrahús fer
avstað við fyrstu føðingini
í árinum, og at tað fer ein
lítil kapping fram millum
sjúkrahúsini um tað.
- Annars hevur verið
stak friðarligt her um øll
jólini. So mammurnar hava
ordiliga hugna sær við
teimum smáu, og páparnir
hava verið nógv til staðar,
verður sagt av føðideildini
á Landss júkrahúsinum.
Góður túrur
Nýggjársaftan kom Atlantic Navigator á Klaksvík við
umleið 1.400 tonsum av surimi og umleið 300 tonsum
av mjøli. Hesin túrurin byrjaði 16. november. Herfyri
legði skipið 300 tons av surimi og nakað av mjøli upp í
Ánunum, so við tí hevur Atlantic Navigator fingið umleið
2.200 tons hesar seks vikurnar. Sambært Norðlýsinum
er manningarparturin hendan túrin væl oman fyri 50.000
krónur. Skipið landar í dag.
Ferja avlýsti
Tað var rættiligt illveður í Danmark og Svøríki um
nýggjárshalguna, og tað ávirkaði millum annað
ferjusambandið. Eitt nú noyddist norska ferjan ”Prinsess e
Ragnhild” at avlýsa sína ferð úr Stavanger til Danmarkar.
Meiri enn 1.000 fólk vóru farin umborð, men á vegnum
gjørdi skiparin av at venda aftur, og so máttu ferðafólkini
halda nýggjár inni á einum firði. Skipið hevði tó verið uttan
fyri 12 fjórðingar fyrst, so tey fingu tollfrítt umborð.
Fyrsti føroyingurin í ár var ein didda
Fyrsti føroyingurin í árinum var
ein lítil didda úr Klaksvík
Ein stolt stórasystur.
6 ára gamla Hanna
Elsubeth við
lítlusystrini, sum
onki navn hevur
fingið enn.