týsdagur 2. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2007
5
tíðindi
Jóannes Gaard er sera
áhugaður at veiða
hemarar, ikki minst tá
talan er um kapping
við aðrar.
Millum jóla og
nýggjárs fekk hann
tann higartil størsti
hemaran uppá land
– 177 kilo stórur
Fiskikapping
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Magni Blástein
Hemarar:
Kappingin
“Shark Atlantic 2006” hevur
víst seg at hava alstóran
áhuga millum menn.
Síðani kappingin byrjaði í
november mánaði í fjør, hava
fleiri verið á heimaraveiðu,
og tað skilst at menn eru sera
spentir eftir endaliga úrslit
inum.
Hetta er ikki uttan orsøk,
tí tað er ein rættiliga góður
vinningur sum bíðar honum
ella henni, sum veiðir størsta
hemarin.
Ikki færri enn 25.000 kr.
verða lætnar fyri fyrstaplássið,
10.000 kr. fyri næsta og 5.000
kr. fyri triðja plássið.
Kappingin byrjaði í nov
ember og varir fram til 1.
mars í ár. Tað vísir seg, at
støddin og vektin á teimum
veiddu hemarunum økist
alsamt.
Tveir hemarar higartil
Fleiri mans hava longu verið
á hemaraveiðu – og hava
fingið góðan fong.
Mikudagin í farnu viku
– 3. jóladag – fór Jóannes
Gaard frá bryggju og legði
leiðin suðureftir.
Komin nakað suður úr
Kirkjubønesi
“kastaði”
hann og nakað seinni beit á
hjá honum.
Jóannes var tá staddur
einar 100 metrar úr landi.
Men helst kom tað óvart
á Jóannes, at tað skuldi taka
so langa tíð at fáa henda
stóra hemaran at borði í
bátinum.
Í slakar tveir tímar – tað
er: ein tíma og 55 minuttir
stríddist Jóannes og vin
maður hansara, Bogi Jacob
sen, við at møða hann og
síðani fáa lívið av honum.
Spurningurin er helst, hvør
var mest troyttur av teimum
báðum.
Tá teir so komu at vektini
og tummastokkinum, kundu
teir – fróir og ikki sørt ernir!
– staðfesta, at tað var stríðið
vert: Hann vá nevniliga 177
kilo og var 168 sentimetrar
stórur.
Hóast kappingin enn
bert er hálvrunnin, hevur
fyriskiparin av kappingini,
Magni Blástein longu stað
fest tríggjar rættiliga stórar
hemarar:
Jóannes Gaard eigur tann
størsta, Heini Weihe tann
næststørsta uppá 170 kilo
og hesi sami, Jóannes Gaard
aftur við 95 kilo.
177 kilo eftir
tveimum tímum
Shark
Atlantic
2006
Kappingin er ætlað bæði
føroyingum og útlend
ingum, og er stuðlað
av tryggingarfelagnum
Trygd.
Hon byrjaði 1. nov
ember í fjør og endar 1.
mars í ár.
Tað er ikki óvanligt
at menn fáa hemarar
millum 100 og 200 kilo
í havøkinum kring Før
oyar.
Fyriskipari er Magni
Blástein í Vestmanna.
Hann hevur alla orsøk at vera errin – Jóannes Gaard, sum her
er avmyndaður saman við 177 kilo stóra hemara sínum
Hemaraveiðan hevur stóran áhuga
millum manna. Tað er helst ikki so
ofta, at slíkir kroppar eru at síggja
á Havnarkaj
Hetta minnir
mest um ein
Dødens Gab-film.
Spennandi verður
at frætta nærri um,
hvør man fanga
størsta hemaran
innan 1. mars
Løgreglan rendi á
Nýggjársnátt rendi ein bilur hjá løgregluni í Glostrup á
eina 62 ára gamla kvinnu har vesturi í Keypmannahavn.
Kvinnan varð alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, og har vísti
tað seg, at hon hevði fingið beinbrot og skallabrot av
stoytinum. Løgreglan í Glostrup sigur, at løgreglubilurin,
sum rendi á kvinnuna, koyrdi ikki skjótt, tí hann var
á vanligari kanningarferð, tá óhappið hendi. Førarin
varnaðist kortini ikki kvinnuna, fyrr enn ov seint var.
Eldur í bátum
Ikki færri enn ellivu bátar kolaðust upp, tá eldur kom í ein
goymslubygning í norska býnum Flekkefjord nýggjársaftan.
Løgreglan í Agder sigur við Aftenbladet, at átta bátar við
húsinum har frammi fóru so illa, at teir kunnu ikki gerast
aftur, og tað sama er galdandi fyri tríggjar minni bátar.
Tíggju av teimum ellivu bárunum vóru úr glastrevju. Enn
veit løgreglan ikki, hví eldurin kyknaði, og nógvur hiti á
staðnum hevur darvað kanningunum.