týsdagur 2. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 1 - 2. januar 2007
tíðindi
Formaður sambands
floksins heldur, at
rættvísi sigraði, tá ið
Saddam Hussein varð
hongdur
Deyðarevsing
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Saddam Hussein hevði
uppiborið at verða dømdur
til deyða.
Tað heldur Kaj Leo
Johannesen, formaður sam
bandsfloksins.
Tað eru ógvuliga fáir
politikarar í Føroyum, sum
hava sagt sína hugsan um,
at gamli einaræðisharrin í
Irak varð dømdur til deyða
Hann varð avrættaður í
lýsingini leygarmorgunin,
klokkan seks í Irak og
klokkan trý leygarnáttina
okkara tíð.
Men ein av teimum, sum
hevur eina meining um
hetta og sum torir at siga
hana hart, er formaðurin í
Sambandsflokkinum.
Hann heldur, at Saddam
Hussein fekk ein rættvísan
dóm og at hann hevði
uppiborið at verða dømdur
til deyða og avrættaður fyri
tær illgerðir hann hevur
staðið á odda fyri í Irak.
Hesa greiðu støðu hev
ur formaðurin í sambands
flokkinum,
hóast
bæði
Amnesty International og
nógvir aðrir felagsskapir
og
einstaklingar
hava
funnist hvassliga at deyða
dóminum.
Tá ið Saddam Hussein
varð tikin, segði Amnesty
International í Føroyum,
at eins og øll onnur, skal
eisini hann tryggjast eina
rættargond eftir altjóða regl
um.
Amnesty er ímóti deyða
revsing og er tí eisini
ímóti at Saddam Hussein
varð dømdur til deyða og
avrættaður.
Dømir irakiska fólkið
Saddam Hussein til deyða,
eru tey við til at rættvísgera
ein revsingarhátt, sum tey
sjálvi hava mótmælt, at
hann hevur brúkt seinastu
25 árini, heldur felagsskap
urin.
- Sterkasti mátin at gera
upp við fyrrverandi eina
ræðisharran, hevði verið at
dømt hann lívlanga fongsuls
revsing. Á tann hátt hevði
Irak steðgað siðvenjuni hjá
Saddam-stýrinum at avrætta
mótstøðufólk síni.
- Verður Saddam Hussein
avrættaður fer tað at seta
arbeiðið móti deyðarevsing
fleiri ár aftur, segði Amnesty
International í Føroyum, tá
ið Saddam Hussein varð
tikin.
Ótrúliga positivt
Men hetta ávirkar ikki for
mannin í sambandsflokk
inum í hesum føri.
Hann kann ikki fegnast
um, at lívið verður tikið frá
einum øðrum menniskja.
Men hann heldur, at
tað er “ótrúliga positivt”
at Saddam Hussein hevur
fingið tað revsing, hann
hevur uppiborið.
- Tað vísir bara, at rættvísi
er til – fyri øll, leggur Kaj
Leo Johannesen afturat.
- Ein og hvør gerð
hevur eina avleiðing. Og
nú Saddam Hussein varð
avrættaður, er tað rættvíst,
tí hann hevur sjálvur tikið
so nógv lív og eisini hann
má taka ábyrgdina av sínum
gerðum, sigur formaðurin í
Sambandsflokkinum.
Kortini Kaj Leo Johanne
sen ikki heilt tryggur við
deyðarevsing annars, tí hann
staðfestir, at tað er onki
dulsmál at bæði húðalitur
og onnur óviðkomandi
viðurskifti hava ein vissan
týdning fyri, hvør verður
dømdur til deyða.
- Og tað má ikki henda, at
ein tann einasti ein verður
dømdur til deyða ósekur.
Hann heldur at tað er
ómetaliga torført at taka
støðu til deyðarevsing sum
heild. Tað heldur hann ikki,
at vit kunnu gera, fyrrenn
tað er ein av okkara egnu
næstringum, sum hava verið
fyri einum álvarsligum
brotsverki, so at vit føla tað
á egnum kroppi.
- Tað verður ikki fyrrenn
eg sjálvur komi í eini slíka
støðu, at eg kann siga við
fullari vissu um eg eri fyri
deyðarevsing ella ikki,
sigur Kaj Leo Johannesen.
- Men eg kann ikki
lata vera við at skilja, at
fólk, sum hava verið fyri
álvarsligum brotsverki, taka
undir við deyðarevsing.
- Men fyri Saddam Hus
sein kann tað sigast stutt, at
rættvísi sigraði, sigur Kaj
Leo Johannesen.
- Deyðarevsing
kann undir ongum
umstøðum góðtakast
í einum samfelag, sum
byggir á fólkaræði,
sigur løgmaður í
viðmerking til, at
Saddam Hussein er
tikin av døgum
SADDAM HUSSEIN
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Uttan mun til hvussu álvar
samt brotsverk eru, kunnu
vit ongantíð vinna rættvísi
við at taka lív. Deyðarevsing
eigur als ikki at finna stað.
Tað sigur Jóannes Eides
gaard, løgmaður, í einari
viðmerking til, at Saddam
Hussein varð tikin av døg
um í morgun.
Løgmaður sigur, at deyða
revsing kann undir ongum
umstøðum
góðtakast
í
einum samfelag, ið byggir
á fólkaræði.
- Ætlanin við Irakkrígnum
segðist júst vera at vinna
irakska fólkinum fólkaræði
og tryggleika. Men hetta er
nú tvørturímóti vorðið eitt
høpisleyst kríggj, har alt
fleiri lata lív, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann leggur afturat, at
tað er neyvan nakað sum
bendir á, at avrættanin av
Saddam Hussein fer bøta
um støðuna í Irak.
Kaj Leo Johannesen:
Ein sigur fyri rættvísi at
hongja Saddam Hussein
Formaður sambandsfloksins,
Kaj Leo Johannesen, heldur,
at tað er “ótrúliga positivt”
at Saddam Hussein fekk ta
revsing, hann hevði uppiborið
Vinna
ikki
rættvísi
við at
taka lív
Forkvinnan í Føroya
deildini hjá Amnesty
International hevði
ikki væntað tílíkar
útsøgnir, sum tí hjá
Kaj Leo í einum landi
sum okkara
Niels Uni Dam
- Eg harmist um slík
úttalilsi, tað má eg siga,
sigur Annika Sølvará for
kvinna í Føroya deildini
hjá Amnesty International,
um útsøgnina hjá formanni
Sambandsflokksins
Kaj
Leo Johannesen, um at
avrættingina av Saddam
Hussein. Hon heldur fram:
- Tað er ikki talan um
rættvísi at avrætta nakran,
heldur ikki Saddam Hus
sein. Øll fólk hava krav
uppá og rætt til eina rættvísa
rættargongd, og fyri okkum
er deyðarevsing ongantíð
ein optión. Eg havi ikki
hug til at viðmerkja ov
nógv, um útsøgnina hjá
Kaj Leo. Ikki annað enn at
eg harmist um hetta, og at
eg ikki hevði væntað tílík
úttalilsi í einum landi sum
okkara, har deyðarevsing
ikki verður sæð sum ein
møguleiki, sigur Annika
Sølvará.
Hon gleðist samstundis
um, at vit liva í einum landi,
har politiska skipanin hevur
valt ikki at góðtaka hetta
sum revsimøguleika.
- Tað er gleðiligt at
síggja, at man í eini kom
andi stjórnarskipan hevur
valt, at lóggeva ímóti deyða
revsing og beinleiðis nevnir
hetta í henni, sigur Annika
Sølvará.
Hon heldur tvørturímóti
tí, sum Kaj Leo sigur, at tað
er ein ósigur fyri rættvísi at
avrætta Saddam Hussein:
- Hetta at avrætta ein
diktator ger, at man ikki
fær gjørt upp við hansara
misgerðir. Man fær ikki
sett hann til svars fyri øll
hini brotsverkini, sum hann
hevur gjørt, og tey málini
koma ongantíð fyri rættin.
Harafturat verður hann nú
pínslaváttur í Irak, og tað
ger ikki støðuna betri., sigur
Annika Sølvará at endans.
Annika Sølvará forkvinna í
Føroya deildini hjá Amnesty
International,
Amnesty harmast um útsøgnina hjá Kaj Leo