Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2007 7 tíðindi Marjus Dam og aðr­ ir tinglimir í sam­ gonguni, kravdu, at rakstrarútreiðslurnar hjá undirsjóvartunl­ unum vórðu lagdar undir Landsverk, annars høvdu teir ikki atkvøtt fyri fíggjar­ lógini Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Marjus Dam spældi við eld, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár, varð samtykt beint fyri jól. Og hann sigur, at tað gjørdu eisini aðrir tinglimir í samgonguna. Síðani fíggjarlógin varð samtykt, hevur rok verið um, at Løgtingið samtykti, at Landskassin hereftir skal betala tað, sum undir­ sjóvartunlarnir kosta at reka. Sum tað hevur staðið í Sosialinum seinastu dagar­ nar, fúka skuldsetingar um lump og lirk og veikar samgongutinglimir ígjøg­ num luftina av hesum sama. Men Marjus Dam, sum er sambandsmaður og sostatt eisini limur í samgonguni, sigur, at tað er tað mest natúrliga í verðini, at lands­ kassin betalir tað, sum undirsjóvartunlarnir kosta í rakstri. Ófrávíkiligt krav Hann sigur rætt og slætt, at bæði hann og aðrir limir í samgonguni, settu tað sum eitt ófrávíkiligt krav, at undirsjóvartunlarnir sluppu undan rakstrinum og at landskassin tók yvir. ­ Hevði landskassin ikki átikið sær útreiðslurnar av tí, sum undirsjóvartunlarnir kosta at reka, hevði eg ikki atkvøtt fyri fíggjarlógini fyri næsta ár, sigur hann. ­ Og tað høvdu aðrir ting­ limir í samgonguni heldur ikki leggur hann afturat. Hann sigur, at politikarar í samgonguni vistu av hes­ um frammanundan. Hann sigur, at hevði hetta ikki endað við, at landskassin átók sær hesar útreiðslurnar, er tað ein stórur spurningur um fíggjarlógin hevði verðið samtykt. Og tað hevði verið ein alvorlig støða, sum sam­ gongan neyvan hevði yvir­ livað. Hann sigur tí, at hetta er tískil ikki eitt mál, sum er brádliga íkomið. ­ Anfinn Kallsberg hev­ ur ikki lumpað nakran, sum bæði tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Sam­ bandsflokkinum hava skuld­ sett hann fyri, sigur Marjus Dam. Skulu javnsetast Hann vísir á, at landið betalir tað, sum tað kostar at reka allar tunlar í landinum, uttan undirsjóvartunlarnar. Tí heldur hann, at allir tunlar skulu javnsetast og tí eigur landið eisini at átaka sær raksturin av tunlunum. ­ Hinvegin hava vit einki ímóti at betala fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar til lán­ ini eru afturgoldin, men tað, vit betala, skal ikki fara til rakstur, men til rentur og avdráttir. Tí hevur hann, og aðrir tinglimir í samgonguni, leingi kravt, at allir tunlar vórðu javnsettir. ­ Fyri at fáa nakað at henda, var tað nú komið har til, at vit settu sum treyt, at vit atkvøddu ikki fyri fíggjarlógini, var hetta ikki tikið við. Og nú vit sleppa undan rakstrarútreiðslunum, er tað eisini natúrligt, at tað eisini verður bíligari at sigla við Strandferðsluni. Og tað varð eisini sam­ tykt í Løgtinginum, tí nú fær eisini Strandferðslan fimm milliónir krónur at seta prísin á ferðaseðlum niður fyri. ­ Fimm milliónir eru eini 20% av inntøkunum hjá Strandferðsluni, so tað eigur at merkjast í prísunum, heldur sambandsmaðurin í Vágum. ­ Men hetta forðar ikki fyri, at vit taka málið upp í samgonguni í vár fyri at vita um vit ikki kunnu gera tað enn bíligari at brúka almenna samferðslunetið, bæði undirsjóvartunlar, strandfaraskip og bussar. Hann sigur, at fyri øll í miðstaðarøkinum kann hetta gera akkurát tað sama, tí har er alt ókeypis at ferðast. ­ Tað eru tey, sum búleik­ ast í útjaðaranum, sum betala prísin og tað besta hevði verið at tað var heilt ókeypis, sigur hann. Fíggjast við sparingum At gera tað heilt ókeypis, kostar einar 80­90 milli­ ónir. Hinvegin kann siglingin hjá Strandferðsluni gerast ókeypis fyri einar 10­12 milliónir. ­ Strandferðslan hevur einar 25 milliónir í inntøkum. Men hinvegin betalir landið 10­12 milliónir í stuðuli til fiskaflutning, til ítróttarfólk at ferðast fyri o.s.fr. ­ Verður tað ókeypis at sigla, verður Strandferðslan eisini eitt sindur bíligari í umsiting. Men verður tað ókeypis at brúka almennu ferðsluna, skal tað, sum manglar í, fíggjast onkusvegna. Tað hevur Marjus Dam ikki eitt greitt svar upp á. ­ Hann heldur ikki at tað er rætt at hækka skattin. Hann heldur somuleiðis ikki, at tað er rætt at leggja hægri avgjald á brennievni ella at hækka vegskattin. Tí heldur hann, at hetta skal finnast við sparingum. Men, hvar tað skal spar­ ast, hevur hann onki boð upp á. ­ Alt tað er ein spurningur, sum politisk semja má finn­ ast um, sigur hann. ­ Tann, sum kann øsa seg upp um fimm milliónir í eini støðu sum hesari, verður ofta á rokinum og kemur eisini ofta at standa sum tapari, sigur Henrik Old, løgtingsmaður Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað fríspæl, sum John Johannessen og aðrir hava víst seinastu dagarnar, er ótrúliga langt úti. Tað staðfestir Henrik Old, sum eisini er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann átalar harðliga sínar partamenn fyri framferðina seinastu dagarnar. Tað, hann sipar til, er, tað, sum er hent. Nú Løgtingið hevur samtykt at landskassin skal yvirtaka tað, sum tað kostar at reka undirsjóvartunlarnar. Tað eru góðar fimm milli­ ónir krónur og áður hava tað verið tunnilsfeløgini, altso tey, sum brúka tunlarnar, ið hava goldið hetta. ­ Tann, sum kann fáa sovorðið rok burturúr fimm milliónum, skal bara gevast í politikki beinanvegin, tí hann endar ofta í vási – og kemur ofta at standa eftir sum taparin, sigur Henrik Old. Hann sigur, at hann hev­ ur ongantíð verið í eini samgongu, har Javnaðar­ flokkurin hevur fingið so nógv burturúr. ­ Tí er tað langt úti, at John Johannessen og aðrir spæla fríspæl við at atkvøða saman við andstøðuni og frásiga sær ábyrgdina. ­ Vit hava eina avtalu um samhaldsfasta og um skattalættan. Tað hava vit vitað leingi so nú er ov seint at fáa kaldar føtur, tí at ágangur er um skatta­ lættan. Skattalættin er 260 milliónir, men vit taka 160 milliónir inn aftur í samhaldsfasta, sum er eitt risa framstig fyri allar pen­ sjónistar. ­ Skattalættin kann so skjótt hvørva aftur, men ongin torir at nerta sam­ haldsfasta aftur, so okkara partur í Javnaðarflokkinum liggur sanniliga ikki eftir, tí so stórt framstig eru aldrin áður hent í samhaldsfasta, sigur løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkin. Átalar niðrandi orð Hann vísir á, at hendan samgongan hevur hækkað pensjónirnar munandi. Hon hevur eisini skapt ein hóp av arbeiðsplássum til konufólk á ellis­ og røktarheimum og øðrum stovnum, samstundis sum eldrarøktin er munandi styrkt. Serliga er Hendrik Old harmur um viðmerkingarnar hjá John Johannessen um, at javnaðarflokkurin seldi seg fyri “nakrar grótrúgvur”. Her varð sipað til, at aftur­ fyri at atkvøða fyri at land­ ið yvirtekur raksturin av undirsjóvartunnilin, varð eisini samtykt at ymsir vegir skuldi gerast kring landið. ­ Hetta haldi eg eri ógvuliga niðrandi viðmerk­ ingar. Tí er tað nakað, Javnaðarflokkurin hevur lagt dent á, er tað at játta pengar til vegagerðir kring landið. Hetta hevur ómetaligan stóran týdn­ ing, tí hetta er mangan einasti møguleiki hjá smá­ um arbeiðstakarum, uppi­ løgstum fiskimonnum og øðrum á útoyggj og á smáplássum, at vinna sær nakrar krónur og tað skal ikki niðurgerast, sigur Henrik Old. ­ Eg kann yvirhøvur ikki góðtaka, at hesar játtanirnar fáa so niðurgerandi umtalu, tí hetta er av sonnum góður javnaðarpolitikkur. Hann sigur, at hann visti tíðliga av ætlanini hjá fíggjarnevndini at flyta raksturin av undirsjóvar­ tunlunum yvir í lands­ kassan. ­ Ìstaðin fyri at seta føtur í spenni, vóru vit nøkur, sum sóu hetta sum eitt kærkomið høvi til eisini at játta pening til Strandferðsluna, so at prísurin á ferðaseðlum kann lækka og soleiðis at tað fyri fyrstu ferð í søguni, verður væl bíligari hjá vanligum fólki at sigla við Strandferðsluni. Henrik Old sigur, at hetta er politikkur. Politikkur er at fáa onkustaðni og slaka onkra aðrastaðni. ­ Tað er mangan, at størri játtanir enn hendan, eru fluttar higar og hagar tann í evstu løtu, áðrenn fíggjarlógir eru samtyktir, sigur Henrik Old. ­ Tí er tað heilt langt úti st skuldseta hvønn annan fyri hetta og hitt, tí tað er ein torfør kabal at ganga upp. Marjus Dam sigur, at nú varð komið har til, at hann mátti hótta samgonguna, fyri at fáa sín vilja. Men hann var ikki einsamallur, sigur hann Átalar partamenn fyri at skáka sær undan ábyrgd Settu samgonguni knívin á barkan - Fríspælið hjá John Johannessen og øðrum, er ótrúliga langt úti. Tann sum ikki klárar at taka hetta, skal halda seg frá politikki, sigur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin