Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 1 - 2. januar 2007 Saddam Hussein varð avrættaður, hóast nógvar áheit­ anir um grið. Tað er merkisvert, at allir europeiskir statsleiðarar, sum úttalaðu seg mæltu frá at taka Saddam av døgum. Sama gjørdi pávin. Tann, sum greiðastur var, var fyrrverandi ES formaðurin, núverandi italski forsætisráðharrin Romano Prodi. Hann segði heilt einfalt, at Europa hevði avtikið deyðarevsing, tí henda barbariska og inhumana revsing er ósameinlig við ta fólkaræðisligu samfelagsskipan, sum vit her í Europa meta sum hina besta samfeflagsskipan. Europa góð­ tekur ikki deyðarevsing leggur hann afturat. Hetta uttan mun til, hvussu stór brotsverkini eru. Norður­ lendsklir forsætisráðharrar hava sagt nakað tað sama og løgmaður okkara hevur greitt sagt frá, at deyða­ revings er ósameinlig við fólkaræðið. Tað er tí við miklari undran, at vit hava lisið viðmerking hjá formanni Sambandsflokksins, sum lýsir avrættingin av Saddam Hussein sum eina positiva hending. Hetta má vekja undran. Hvussu kann Kaj Leo Johannessen vera so langt frá sínum liberalu starvsbrørðrum í Europa, eitt nú danska forsætisráðharranum, sum í sterkum vendingum fordømir avrættingina. Tá ein so hugsar um, hvussu hendan avrætting fór fram, allar kringumstøðurnar, har gingið var offrinum so nær bæði so og so, sum ikki er sæð fyrr í vesturlendskum fjølmiðlum. Alt kring avrættingina gongur ímóti tí, ið vit eitt nú í Norðrulondum standa fyri. Hetta kann best lýsast við, at sjálvur irakiski ríkisákærin, ið fekk Saddam deyðadømdan og sum var vitni til avrættingina alment hevur funnist sera harliga at framferðini í amband við avrættingina. Rætt hevur hann: hetta var eitt afturfall til barbarí. Tá almennar avrættingar t.d. í Norðurlondum vóru avtiknar fyri hálvtannaðhundrað árum síðan, var ein orsøkin tann, at hetta virkaði sera forráðandi uppá áskoðarar, ofta børn og ung. Tað, sum heidnir er, at vit venja okkum til tað ræðuliga og ómenniskjansliga og so smátt byrja at góðtaka tað. Søgan hevur ótlad dømi – tíverri! Hetta er eitt løgið fólkaræði, ið USA hevur útflutt til Irak Hetta minnir meira um miðaldarligt barbarí enn um fólkaræði og humanismu 2007. Við hesum í huga kann ein ikki annað enn øtast yvir støðuna hjá formanni Sambandsflokksins. Hvat hugsar maðurin og hvørji øld livir hann í? Er tað veruliga so, at flokkur hansara gongur inn fyri deyðarevsing? Hevur hann ikki skilt, at allir demokratiskir flokkar í Europa eru ímóti hesi ræðuligu revsing, tí hon sum longu nevnt eru fullkomuliga óhóskandi og ósameinlig við eitt nútímans demokratiskt samfelag. Tað hevði verið gott, um Kaj Leo kom fram og boðaði frá, at hann hevði mistikið seg og at hann sjálvsagt ikki undir nøkrum umstøðum metir eina avrætting sum eina positiva hending. Kann vera, at vit hava misskilt Kaj Leo, um so er vóna vit, at hann kemur fram og rættleiðir okkum, og vit sklu fegin geva honum eina umbering. Sosialurin Kaj Leo og deyðarevsing Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Las í kvøld við undran í Sosialinum um javnaðar­ ting­menn, sum saman við løgmanni kappast um at renna undan ábyrgdini av fíggjarlógini fyri 2007, ið var samtykt á seinasta løgtingsfundi fáar dagar fyri jól. Stóri trupulleikin og orsøkin til rokið eru tær 5,2 mill. kr. eyka til rakstur, ið fíggjarnevndarformaðurin, einsamallur og uttan at spyrja onnur í samgonguni fyrst, legði aftrat kontuni hjá Landsverk í seinastu løtu, fyri at flyta eina útreiðslu frá partafeløgunum hjá undirsjóvartunlunum yvir á landsins fíggjarlóg. Nú trínur løgmaður fram á pallin og fortelur, at hann hevði ávarað fíggj­ ar­nevndina ”- men tey hugs­aðu ikki nóg væl um avleiðingarnar av tí, tey gjørdu. Men tey vóru ávarað..” sigur løgmaður. Løgmaður verður eisini endurgivin fyri at siga: ”- At fíggjarnevndin gjørdi tað, var ikki nóg væl umhugsað, tí nevndin átti at vita, at tað fór at elva til stóra ónøgd, og til at fleiri onnur krøv fóru at verða sett fram ..” Sum fíggjarnevndarlimur og partur av samgonguni ætli eg ikki at skumpa ábyrgdina frá mær, men her má eg rætta løgmann, tí tær væntaðu fylgjurnar vóru júst tað, sum fekk fleiri okkara í fíggjarnevndini at mótmæla, tá vit sóu upp­ skotið uppá prent. Sum eg skilti støðuna, var semja gjørd um í staðin at brúka tíð til kannngar av eini heild­ arloysn, og tí skuldu tær 5. mill. kr. eyka til Lands­ verk takast av aftur, áðrenn uppskotið varð. Alt hetta hendi, áðrenn løgmaður hevði verið inni í myndini yvirhøvur, tað eg veit. ! Hvørjir rossahandlar síð­ an eru gjørdir, veit eg ikki, og heldur ikki millum hvønn, men tær 5,2 mill. kr. til Landsverk vóru standandi, og endin gjørdist tíverri, at eitt broytingaruppskot kom niðan í tingið beint undan seinastu atkvøðugreiðsluni, har setast skuldu av 5 mill. kr. eyka til Samferðslu á § 15, og ein onnur broyt­ ing til Vegir og Havnir á § 6 uppá 6,5 mill. kr. eyka, undirskrivað av sam­ gongulimunum í fíggjar­ nevndini. Eg eri ikki stolt av tí, sum hendi, men eg tori at siga, at løgmaður als ikki heldur seg til sannleikan, tá hann seinri í samrøðuni við Sosialin verður endur­ givin fyri at siga :”- Og sum eg eisini ávaraði fíggj­ar­nevndina um, førdi tað til stóra ónøgd, at undirsjóvatunlarnir vórðu tiknir burtur úr heild­ini. Men Løgmaður sigur, at fíggjarnevndin hvørki var til at høgga ella stinga í ..” Hertil gongur mítt mark !!! Løgmaður er ikki ein og hvør, og mín viðmerking til hetta kann bert vera tann eina, at um løgmaður var ein sterkur samgonguleiðari, so slerdi hann nevan í borðið og segði hart og týðiliga : NÙ ER NÒG MIKIÐ ! Men tað sær ikki út til at hann vil tað, tí tað er lættari at siga eina søgu, sum ikki er sonn. Ein tann mest “positivi” og “samstarvseggjandi” politikk­arin, sum Føroya land hevur fostrað, eitur Hergeir Nielsen, og nú er hann so aftur úti við einum av sínum altíð positivu útmeldingum, ið ber heiti “narkosulæknin í bleiv burtur”. Greinin er eitt álop á samgongutinglimirnir í Suð­ ur­oynni, ti hesir at­kvøddu ímóti einum and­støðu­upp­ skoti um ein narkosulækna til Suðuroyar Sjúkrahús undir fíggjarlógarviðgerðini. Lysti mær at vita, hvussu nógvum andstøðu upp­ skot­um Hergeir Nielsen at­kvøddi fyri í sínum sam­ gongu­tíðar­skeiðið 2008- 2004? Ístaðin fyri at seta seg niður saman við sam­gongu­ tinglimunum í Suðuroynni á sama hátt, sum vit gjørdu fyrr i ár viðv. laminar air­ flow, vekslara, og medi­cinsk­ um yvirlækna til Suðuroyar Sjúkrahús, sum eisini bleiv váttað við eykafíggjarlóg, ja so velur Hergeir enn einaferð at scora sær nøkur bílig politisk poeng - heldur en at royna enn einaferð at semjast um nøkur ting til bata fyri Suðuroyar Sjúkra­ hús. Viðmerkjast skal, at tá vit heittu á landsstýrismannin í Almanna- og Heilsumálum, so varð gjørt greitt frá honum til leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at hendan mátti raðfesta, hvørs teir vildu hava ein narkosulækna ella ein medicinskan yvirlækna, tí fíggjarligt pláss í hesum umfari ikki var til at játta báðar, og valdi leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi at taka medicinska yvirlækna framm um narkosulæknan. Hetta inniber tó ikki tað, at vit sum politikkarar ikki áhaldandi vilja arbeiða áhaldandi fyri at tryggja, at Suðuroyar Sjúkrahús eisini kemur á mál og fær sín neyðuga narkosulækna, tað vilja vit sjálvandi virka fyri. Eg vil hervið enn einaferð vinarligast heita á Hergeir Nielsen heldur at rætta hondina fram til samstarv á øllum økjum sum gagna Suðuroynni, heldur enn at sáa iva um okkara vilja til at menna og viðvirka til áhaldandi abøtur og skap­ an av karmum fyri Suður­ oynna. Hergeir kundi hóskandi eisini gjørt eitt sindur av politiskari sjálvsrannsakan og sagt okkum, hvat í hann sum 17. maður í samgongu frá 1998-2004 játtaði til Suð­uroyar Sjúkrahús til neyð­ugar íløgur?? Mær vitandi hava øll hesi ting sum VIT nú hava fingið avgreitt mangl­að at verið gjørd alt seinasta samgonguskeiðið við Her­ geiri sum 17. sam­gongu­ tinglimi. Vit hava so higartil frá 2004 til heystið 2006 m. a. fingið pening til nýgga røntgenútgerð, Laminar Air­flow til skurðstovuna, vekslara, medicinskan yvir­ lækna, og hvør veit um ikki okkurt annað munagott man koma afturat í komandi ári. Vágur 31.12.2006 Løgtingslimur Lisbeth L. Petersen Ilt eyga einki gott sær løgtingsmaður Johan Dahl Hatta er ikki allur sannleikin, Jóannes