týsdagur 2. januar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 1 - 2. januar 2007
Saddam Hussein varð avrættaður, hóast nógvar áheit
anir um grið. Tað er merkisvert, at allir europeiskir
statsleiðarar, sum úttalaðu seg mæltu frá at taka Saddam
av døgum. Sama gjørdi pávin. Tann, sum greiðastur
var, var fyrrverandi ES formaðurin, núverandi italski
forsætisráðharrin Romano Prodi. Hann segði heilt
einfalt, at Europa hevði avtikið deyðarevsing, tí henda
barbariska og inhumana revsing er ósameinlig við ta
fólkaræðisligu samfelagsskipan, sum vit her í Europa
meta sum hina besta samfeflagsskipan. Europa góð
tekur ikki deyðarevsing leggur hann afturat. Hetta
uttan mun til, hvussu stór brotsverkini eru. Norður
lendsklir forsætisráðharrar hava sagt nakað tað sama
og løgmaður okkara hevur greitt sagt frá, at deyða
revings er ósameinlig við fólkaræðið.
Tað er tí við miklari undran, at vit hava lisið viðmerking
hjá formanni Sambandsflokksins, sum lýsir avrættingin
av Saddam Hussein sum eina positiva hending. Hetta
má vekja undran. Hvussu kann Kaj Leo Johannessen
vera so langt frá sínum liberalu starvsbrørðrum í
Europa, eitt nú danska forsætisráðharranum, sum í
sterkum vendingum fordømir avrættingina. Tá ein so
hugsar um, hvussu hendan avrætting fór fram, allar
kringumstøðurnar, har gingið var offrinum so nær
bæði so og so, sum ikki er sæð fyrr í vesturlendskum
fjølmiðlum. Alt kring avrættingina gongur ímóti
tí, ið vit eitt nú í Norðrulondum standa fyri. Hetta
kann best lýsast við, at sjálvur irakiski ríkisákærin,
ið fekk Saddam deyðadømdan og sum var vitni til
avrættingina alment hevur funnist sera harliga at
framferðini í amband við avrættingina. Rætt hevur
hann: hetta var eitt afturfall til barbarí. Tá almennar
avrættingar t.d. í Norðurlondum vóru avtiknar fyri
hálvtannaðhundrað árum síðan, var ein orsøkin tann,
at hetta virkaði sera forráðandi uppá áskoðarar, ofta
børn og ung. Tað, sum heidnir er, at vit venja okkum
til tað ræðuliga og ómenniskjansliga og so smátt byrja
at góðtaka tað. Søgan hevur ótlad dømi – tíverri!
Hetta er eitt løgið fólkaræði, ið USA hevur útflutt til
Irak Hetta minnir meira um miðaldarligt barbarí enn
um fólkaræði og humanismu 2007.
Við hesum í huga kann ein ikki annað enn øtast yvir
støðuna hjá formanni Sambandsflokksins. Hvat hugsar
maðurin og hvørji øld livir hann í? Er tað veruliga so,
at flokkur hansara gongur inn fyri deyðarevsing?
Hevur hann ikki skilt, at allir demokratiskir flokkar
í Europa eru ímóti hesi ræðuligu revsing, tí hon
sum longu nevnt eru fullkomuliga óhóskandi og
ósameinlig við eitt nútímans demokratiskt samfelag.
Tað hevði verið gott, um Kaj Leo kom fram og boðaði
frá, at hann hevði mistikið seg og at hann sjálvsagt
ikki undir nøkrum umstøðum metir eina avrætting
sum eina positiva hending. Kann vera, at vit hava
misskilt Kaj Leo, um so er vóna vit, at hann kemur
fram og rættleiðir okkum, og vit sklu fegin geva
honum eina umbering.
Sosialurin
Kaj Leo og deyðarevsing
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Las í kvøld við undran í
Sosialinum um javnaðar
tingmenn, sum saman við
løgmanni kappast um at
renna undan ábyrgdini av
fíggjarlógini fyri 2007,
ið var samtykt á seinasta
løgtingsfundi fáar dagar
fyri jól.
Stóri
trupulleikin
og
orsøkin til rokið eru tær 5,2
mill. kr. eyka til rakstur, ið
fíggjarnevndarformaðurin,
einsamallur og uttan at
spyrja onnur í samgonguni
fyrst, legði aftrat kontuni hjá
Landsverk í seinastu løtu,
fyri at flyta eina útreiðslu
frá partafeløgunum hjá
undirsjóvartunlunum yvir á
landsins fíggjarlóg.
Nú
trínur
løgmaður
fram á pallin og fortelur,
at hann hevði ávarað fíggj
arnevndina ”- men tey
hugsaðu ikki nóg væl
um avleiðingarnar av tí,
tey gjørdu. Men tey vóru
ávarað..” sigur løgmaður.
Løgmaður verður eisini
endurgivin fyri at siga: ”-
At fíggjarnevndin gjørdi
tað, var ikki nóg væl
umhugsað, tí nevndin átti
at vita, at tað fór at elva
til stóra ónøgd, og til at
fleiri onnur krøv fóru at
verða sett fram ..”
Sum fíggjarnevndarlimur
og partur av samgonguni
ætli eg ikki at skumpa
ábyrgdina frá mær, men her
má eg rætta løgmann, tí tær
væntaðu fylgjurnar vóru
júst tað, sum fekk fleiri
okkara í fíggjarnevndini at
mótmæla, tá vit sóu upp
skotið uppá prent. Sum eg
skilti støðuna, var semja
gjørd um í staðin at brúka
tíð til kannngar av eini heild
arloysn, og tí skuldu tær
5. mill. kr. eyka til Lands
verk takast av aftur, áðrenn
uppskotið varð.
Alt hetta hendi, áðrenn
løgmaður hevði verið inni
í myndini yvirhøvur, tað
eg veit. !
Hvørjir rossahandlar síð
an eru gjørdir, veit eg ikki, og
heldur ikki millum hvønn,
men tær 5,2 mill. kr. til
Landsverk vóru standandi,
og endin gjørdist tíverri, at
eitt broytingaruppskot kom
niðan í tingið beint undan
seinastu atkvøðugreiðsluni,
har setast skuldu av 5 mill.
kr. eyka til Samferðslu á
§ 15, og ein onnur broyt
ing til Vegir og Havnir
á § 6 uppá 6,5 mill. kr.
eyka, undirskrivað av sam
gongulimunum í fíggjar
nevndini.
Eg eri ikki stolt av tí,
sum hendi, men eg tori at
siga, at løgmaður als ikki
heldur seg til sannleikan,
tá hann seinri í samrøðuni
við Sosialin verður endur
givin fyri at siga :”- Og
sum eg eisini ávaraði
fíggjarnevndina
um,
førdi tað til stóra ónøgd,
at
undirsjóvatunlarnir
vórðu tiknir burtur úr
heildini.
Men Løgmaður sigur,
at fíggjarnevndin hvørki
var til at høgga ella stinga
í ..”
Hertil gongur mítt mark
!!!
Løgmaður er ikki ein og
hvør, og mín viðmerking
til hetta kann bert vera tann
eina, at um løgmaður var ein
sterkur samgonguleiðari, so
slerdi hann nevan í borðið
og segði hart og týðiliga :
NÙ ER NÒG MIKIÐ !
Men tað sær ikki út til at
hann vil tað, tí tað er lættari
at siga eina søgu, sum ikki
er sonn.
Ein tann mest “positivi”
og
“samstarvseggjandi”
politikkarin, sum Føroya
land hevur fostrað, eitur
Hergeir Nielsen, og nú er
hann so aftur úti við einum
av sínum altíð positivu
útmeldingum, ið ber heiti
“narkosulæknin í bleiv
burtur”.
Greinin er eitt álop á
samgongutinglimirnir í Suð
uroynni, ti hesir atkvøddu
ímóti einum andstøðuupp
skoti um ein narkosulækna til
Suðuroyar Sjúkrahús undir
fíggjarlógarviðgerðini.
Lysti mær at vita, hvussu
nógvum andstøðu upp
skotum Hergeir Nielsen
atkvøddi fyri í sínum sam
gongutíðarskeiðið 2008
2004?
Ístaðin fyri at seta seg
niður saman við samgongu
tinglimunum í Suðuroynni
á sama hátt, sum vit gjørdu
fyrr i ár viðv. laminar air
flow, vekslara, og medicinsk
um yvirlækna til Suðuroyar
Sjúkrahús, sum eisini bleiv
váttað við eykafíggjarlóg,
ja so velur Hergeir enn
einaferð at scora sær nøkur
bílig politisk poeng heldur
en at royna enn einaferð at
semjast um nøkur ting til
bata fyri Suðuroyar Sjúkra
hús.
Viðmerkjast skal, at tá vit
heittu á landsstýrismannin í
Almanna og Heilsumálum,
so varð gjørt greitt frá honum
til leiðsluna á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, at hendan mátti
raðfesta, hvørs teir vildu
hava ein narkosulækna ella
ein medicinskan yvirlækna,
tí fíggjarligt pláss í hesum
umfari ikki var til at játta
báðar, og valdi leiðslan á
Suðuroyar Sjúkrahúsi at
taka medicinska yvirlækna
framm um narkosulæknan.
Hetta inniber tó ikki tað,
at vit sum politikkarar ikki
áhaldandi vilja arbeiða
áhaldandi fyri at tryggja,
at Suðuroyar Sjúkrahús
eisini kemur á mál og fær
sín neyðuga narkosulækna,
tað vilja vit sjálvandi virka
fyri.
Eg vil hervið enn einaferð
vinarligast heita á Hergeir
Nielsen heldur at rætta
hondina fram til samstarv
á øllum økjum sum gagna
Suðuroynni, heldur enn at
sáa iva um okkara vilja til
at menna og viðvirka til
áhaldandi abøtur og skap
an av karmum fyri Suður
oynna.
Hergeir kundi hóskandi
eisini gjørt eitt sindur av
politiskari sjálvsrannsakan
og sagt okkum, hvat í hann
sum 17. maður í samgongu
frá 19982004 játtaði til
Suðuroyar Sjúkrahús til
neyðugar íløgur??
Mær vitandi hava øll
hesi ting sum VIT nú hava
fingið avgreitt manglað
at verið gjørd alt seinasta
samgonguskeiðið við Her
geiri sum 17. samgongu
tinglimi.
Vit hava so higartil frá
2004 til heystið 2006 m.
a. fingið pening til nýgga
røntgenútgerð,
Laminar
Airflow til skurðstovuna,
vekslara, medicinskan yvir
lækna, og hvør veit um ikki
okkurt annað munagott man
koma afturat í komandi ári.
Vágur 31.12.2006
Løgtingslimur
LISBEtH L.
PEtErSEN
Ilt eyga einki gott sær
løgtingsmaður
JoHAN
DAHL
Hatta er ikki allur sannleikin, Jóannes