týsdagur 2. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2007
11
Tað er við ringum hugi, at
eg føli meg noyddan at svara
áhaldandi
niðursetandi
og útspillandi skrivingini
hjá Dan R Petersen um
Fiskimannafelagið og um
mín egna leiklut í felag
num.
Endamálið er at geva
fiskimonnum ta fatan, at
teir eru uttan fyri lóg og
rætt, og at teir hava eitt
felag, sum ikki rættir ein
fingur fyri at verja teirra
rættindini.
Við tí umfatandi virksemi
sum FF hevur skal eg vera
tann fyrsti at viðganga, at
tað verða mistøk gjørd, og
tað eru mál, sum kundu
verið betri avgreidd.
Men tað sum Dan ger,
seinast í grein beint fyri
nýggjár, er at sverta alt
virksemið hjá FF til á
ein slíkan hátt, at myndin
fiskimenn skulu fáa av
felagnum
er
beinleiðis
skeiv.
Heili og hálv ósannindi
Her skulu verða tikin nøkur
dømi burtur úr rúgvuni.
Hetta er mest sum alt
endurtøkur hjá Dan, sum
eg longu hava svarað aftur,
men veruligu viðurskiftini
tykjast ongan áhuga at hava
í hesi sverting av FF.
M. a. verður ført fram,
at avrokningarfreistir samb.
sáttmálanum verða ikki
virdar og at “frá fomansins
síðu er eingin hjálp at
heinta.
Klagar
maður
kann hann rokna við at
verða uppsagdur”.
Vit hava júst lagt fram
hagtøl, sum vísa, at hetta
er skeivt. Í allarflestu før
um røkka innsendu avrokn
ingarnar heilt inn í desember
mánaði fyri ísfiskamenn.
Langfaraskipini
gera
longri túrar, men fleiri
umboð fyri fjarflotan á okk
ara landsfundi søgdu bein
leiðis, at teir høvdu einki at
klaga um.
Sjálvsagt kemur tað
fyri, at avrokningar ikki
koma til tíðina. Hetta kann
eisini henda, tá eitt reiðarí
fullkomiliga steðgar upp, t.d.
av fíggjarligum orsøkum.
Men kemur avrokning ikki
verða altíð stig tikin at fáa
hetta í rættlag við at rykkja
reiðaran. Er skipið steðgað
upp leggja vit hýruna út til
manningina fyri at stytta um
bíðitíðina eftir ágóðanum.
Annars skal sigast, at
eingin verður uppsagdur
fyri at hava vent sær til
FF, tí vit uppgeva eingin
nøvn fyri reiðaran, sum tað
tykist, at Dan rør uppundir.
Eingin gøla við “Atlantic
Navigator”
Síðan verður róð uppundir,
at tað skal hava verið ein
“gøla” við sáttmála fyri
“Atlantic Navigator”. Her
er als eingin gøla. Við
mynstringina fyrsta túrin
fyri ári síðan varð lagt fyri
manningina eitt uppskot um
sáttmála, sum uppá seg gav
meira teir vánaligu túrarnar
og minni teir góðu. Hetta
var gjørt út frá royndum við
“Næraberg”.
Hetta uppskot varð ong
antíð undirskrivað og varð
slept, tá manningin ikki
góðtók tað. Eg havi váttað
fyri manningini, at fram
løgan av hesum uppskoti
ikki var nóg góð, og var
hetta mítt mistak. Men tað
týdningarmesta má tó vera,
at í dag hevur manningin
ein sáttmála, sum teir hava
góðtikið, og sum teir eru
nøgdir við.
Víst fáa fiskimenn hjálp!
Í eini undanfarnari grein
segði
hann
fiskimenn
onga hjálp fáa frá FF yvir
høvur, tá teir vendu sær
til felagið, og eitt dømi
um hetta var, tá talan er
um tryggingarviðurskifti.
Her var eisini talan um
ósannindi og útspilling.
Eg vísti m.a. á, at ein
stórur partur av okkara
advokatrokning fór júst
til at hjálpa monnum í
tryggingarmálum.
Hetta snarar Dan til, at
vit velja lættastu loysn at
beina monnum, sum venda
sær til okkara í t.d. slíkum
málum til advokat, og so
mugu teir klára seg sjálvar.
Hetta er aftur eitt dømi um,
hvussu hann snarar alt til
sín eyðkendu útspilling.
Árliga fáa vit eitt fýra
sifrað tal, t.v.s. onkunstaðni
omanfyri 1.000, av fyri
spurningum frá fiskimonn
um, sum venda sær til
okkara um eitt ella annað.
Í allarflestu førum verða
hesi mál avgreidd av skriv
stovuni við sínum royndu
starvsfólki. Við trygging
armálum er tað ofta av
lamisstigið, sum menn eru
misnøgdir við. Tá meta
vit tað vera rættast at fiski
maðurin tosar beinleiðis
við sakføraran, so hesin frá
viðkomandi sjálvum kann
fáa eina meting av støðuni
fyri víðari viðgerðini hjá
advokatinum. Tað er eingin
sum yvirfyri okkum hevur
tikið sær tykni av tí.
Kryvjimaskinur
enn eina ferð
Í eini av sínum fyrstu grein
um segði Dan seg einki
at kenna til, at FF hevði
gjørt nakað fyri at fáa
kryvjimaskinur
umborð
á ísfiskatrolararnar. Nú
vit hava skjalprógvað, at
hetta var høvuðsmál undir
samráðingununum í 2004/5,
veit hann tað kortini,
og nú sigur hann nakað
annað, enn hann gjørdi í
november! Soleiðis verða
frágreiðingarnar broyttar, so
hvørt Dan rennur seg fastan
í sínum ósannindum.
So er ákæran, at hetta
ikki er gjørt fyri 25 árum
síðani! Her veit Dan væl,
at kryvimaskinur komu
umborð, men fóru í land
aftur, tí tær ikki riggaðu
sum tær skuldi.
Tað avgerandi skuldi
verið, at fiskimenn fegnast
um, at trupulleikin við
kryvjing nú er loystur, og
nú er eftir at fáa ísmaskinur,
so arbeiðið umborð kann
gerast enn lættari.
Egið trúvirði fæst ikki
við at beina fyri tí hjá
øðrum!
Tað er óneyðugt at hava
fleiri dømi um tað mangl
andi trúvirði, sum er í
hesi niðurgering av fiski
mannafelagnum.
Annað
dømi eru allar hálvkvøddu
vísurnar um valsvik, sum
tað ikki er minsta grund
arlag fyri. Hetta kundi
bent á, at maðurin líður av
tvangstankum, sum ávirka
hansara dømievni, so hann
ikki kennir mun á veruleika
og sínum nærum sjúkligu
illgitingum.
Ein
heilt
avgerandi
dygd hjá einum formanni
í fiskimannafelagnum er,
at hann hevur eitt trúvirði.
Eingin ivi skal vera um,
at tað hann sigur er full
komiliga eftirfarandi til
eina og hvørja tíð.
Eitt kann í hvussu er
sigast um hesa skriving hjá
Dan R Petersen. Trúvirði er
ikki skapt í henni! Her eru
heili og hálvi ósannindi,
hálvkvøddar vísur, og ein
niðurgering av øðrum og
hevjan av sær sjálvum, sum
sjáldan er sædd fyri.
Samstundis førir hann
seg fram, sum um hann
longu er valdur til formann.
Tað er væl eisini avdúkandi
fyri mannin!
Sigast kann í hvussu
er, at fiskimenn vita, hvat
teir hava. Men við verandi
alternativum hava teir alla
grund til at ivast í, hvat
teir fáa!
Sáttmálin
Vit vita allir, at sáttmálin
dagliga verður brotin. Reið
arar nokta konsekvent at
gjalda fyri ístøku. Teir nokta
at gjalda fyri skipsarbeiði
millum túrar og annað
mangt. Sitandi formaður
noktar fyri, at hetta er eitt
problem, og tann, ið ikki
sær eitt problem, er ikki
førur fyri at loysa hetta.
So einfalt er tað. Hvar er
rættartrygdin?
Pensjónin
Sjómenn hava landsins
harðasta og vandamiklasta
arbeiði og slítast skjótari enn
øll onnur. Hóast tað so hava
somu menn landsins minstu
pensjón. Hetta er onki
minni enn ein katastrofa
og skandala. Og tað er ikki
TV2 ella myndugleikarnir,
sum hava skyldina av hes
um. Ábyrgdin kann bara
plaserast eitt stað, og tað
er hjá fráfarandi formanni.
Hesi viðurskiftir skulu
broytast í stundini.
Avrokning
Tað eru heilt greiðar reglur
fyri, nær avroknast skal.
Men hesar reglur verða ikki
virdar. Ísfiskamenn bíða í
vikur, og langfaramenn bíða
í mánaðir eftir avrokning.
Frá formansins síðu er
ongin hjálp at heinta. Klagar
maður, kann hann rokna við
at verða uppsagdur. Hvar
er rættartrygdin? Her skal
strammast alvárliga upp.
Arbeiðsumhvørvi
Arbeiðsumhvørvi er eitt
ódyrkað øki hjá F. F. sum
eg havi víst á, kom kryvji
maskinan 25 ár ov seint,
hon skuldi verið komin í
1980, men Óli reisti ikki
málið fyrr enn í 2004-
5. Tá var eitt ættarlið av
sjómonnum
niðurslitið
óneyðugt. Tað má trýstast
fyri at fáa ísmaskinur
umborð á øll ísfiskaskip,
so menn sleppa frá hesum
møðsama arbeiðinum at
høgga og lempa ís.
Tað er nakað ússaligt
og veikt við einum fak
felagsleiðara, sum reypar
sær av, at hansara limir
sleppa undan at gera íløg
ur fyri arbeiðsgevaran.
Ein slíkan mann kann
mótparturin altíð kroysta.
Eg havi heldur ongantíð
hoyrt formannin í Føroya
Arbeiðarafelag reypa av, at
hennara limir sleppa frá at
keypa Føroya Fiskavirking
flakamaskinur.
Og mann tað vera í tráð
við
galdandi
sáttmála,
at teir, sum fyrr noyddu
manningina at taka ís uttan
løn, trekkja ísin frá avrokn
ingini, nú bátar hava fingið
ísmaskinu?
Nógvir batar kunnu ger
ast alt eftir, hvat skip talan
er um. So her skal F. F. gera
eitt uppsøkjandi arbeiði.
Bara eitt lítið bagatell
fyri reiðaran, hetta, at sjó
menn kunnu hoyra útvarp
ið undir arbeiði, sum allar
flakakonur kunnu, er ikki
gjøgnumført. Tað hevði aldr
in gingið á landi. Men sigur
reiðarin nei, so sleppur hann
undan, sama hvat sáttmálin
sigur. Óli veit av hesum,
men hann letst ikki um vón.
Hvar er rættartrygdin?
Trygging
Eitt, sum sjómenn altíð
klaga um, eru tryggingar
viðurskiftir. Her er ikki
rætt vorðið. Tí skulu allar
tryggingaravtalur
enda
vendast og eftirhyggjast.
Sjómenn skulu altíð hava
tað, teir hava krav uppá og
tað, teir hava goldið fyri.
Sáttmáli
Sjómenn hava uppiborið
stabil sáttmálaviðurskiftir,
so teir altíð vita, hvar
teir flóta. Gølan um sátt
málasvansið við Atlantic
Navigator talar fyri seg, og
er eitt dømi um, hvussu
man ikki skal gera.
Als
Tað er ein sjálvfylgja, at
sjómenn koma undir Als.
Og her krevst diplomati.
Tað gerst ikki við at hegla
niður á myndugleikarnar,
so teir vísa tær bakið. Frá
míni tí í løgtinginum eri eg
persónligur vinmaður við
flestu tingfólk tvørtur um
floksmark, og her liggur
mín styrki. Við diplomati
og í góðum anda kann mál
ið loysast.
Betri tænasta
Tá ið menn føla seg illa
viðfarnar av t. d. trygging
og venda sær til felags
formannin, so er stand
ardsvarið: “Far til okkara
sakførara, tú fært frían
sakførara frá F. F.” so er Óli
leysur av trupulleikanum
og sjómaðurin skal, kanska
illa fyri av skaða ella øðrum
breki, sjálvur út at stríðast,
kanska í sakarmál. Hetta er
ikki nóg gott, tí menn føla
seg sleptar upp á fjall. Mítt
uppskot er, at F. F. setur ein
málsviðgera at taka hond
um evnið og um mannin,
og tað verður eitt mál hjá F.
F. og ikki eitt mál hjá tí illa
fyrikomna sjómanninum.
Lógir
Eg ætli eisini at broyta lóg
irnar hjá F. F. Vit skulu
burtur frá uratkvøðum til
beinleiðis val á landsfundi,
sum kann leggjast tollaks
messudag. Tær manningar,
sum tá eru burtur, greiða
brævatkvøðu.
Skipari,
stýrimaður og meistari eru
valnevnd. Í hesum elektron
isku tíðum er lætt at fáa
valúrslit fram. So slepst
undan, at sóknarformenn,
sum eru stuðlar hjá sitandi
formanni, standa og agitera
uppi yvir manninum, meðan
krossurin verður settur.
Valevnir skulu javnstillast
og sjálvandi hava somu
atgongd
til
limalistan.
Grannskoðari felagsins fyri
skipar einsamallur valið, og
sitandi formaður skal halda
fingrarnar burtur.
Blaðið
Til seinast vil eg hava blaðið
broytt, so tað gerst eitt blað
fyri sjófólk. Tað er heilt
klárt, at sitandi formaður
hevur ikki áhuga fyri fiski
skapi, og tað sæst aftur í
blaðnum. Tað standa fleiri
føroysk fiskarítíðindir í tí
íslendska Fiskifrættum og
tí norska Fiskaren, enn tað
stendur í F. F.- Blaðnum.
Hóast eg havi eina stóra
og góða familju, ætli eg
ikki at fylla hana í blaðið
hjá sjómonnum. Undirhalds
lesnaður skal sjálvandi
vera, men dentur má leggj
ast á fiskarí, skip, leiðir,
fiskireiðskap, royndir, lívið
umborð og alt, ið viðvíkur
sjólívinum. F. F.-Blaðið
skal gerast til eitt fakblað.
Áheitan
Í sjónvarpinum segði Óli
Jacobsen, at tað hevði ikki
verið meiningin at stilla
upp aftur, men tá ið hann
sá alternativið, noyddist
hann at bjóða seg fram eina
ferð enn.
Lat okkum vísa hesum
arroganta manni, hvar skáp
ið skal standa.
Og tit sum enn ikki hava
valt: Vælsignan eigi tykk
um, krossið seðilin sum
skjótast og koyrið hann í
postkassan.
Gott nýggjár.
Ágangurin móti FF:
Fiskimenn mugu fylkjast um sítt felag!
Óli
Jacobsen
Nýggj tíð skal koma
viðmerkingar
Dan R.
Petersen