Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2007 19 tíðindi Nýggjársaftan dansaðu mong túsund fólk í gøtunum í Bukarest og Sofia, nú londini við Svartahavið, Rumenia og Bulgaria, gjørdust limir í ES frá 1. januar 2007 at rokna Nýggj limalond Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Gott nýggjár og væl­kom­ in í eina »familju«, sum telir 500 miljónir íbúgvar. Hetta stóð á uppsløgum runt um í rumenska høv­uðs­ staðnum, Bukarest. Í býnum varð ES-flaggið vundið á stong, samstundis sum fýrverk varð skotið. Vónirnar um, at ES-lima­ skapurin fer at geva stabilitet og vælstand í hesum báðum fátæku londunum var eisini aðaltátturin í nýggjársrøðunum hjá politikarum. Samstundis, sum Rume­ nia og Bulgaria fegnaðust um sín ES-limaskap, hátíðarhelt Slovenia evruna, og gjørdist á nýggjárinum trettanda landið við evruni. – Hetta er friðarinnar løta hjá okkum. Við at gerast limur, vinna vit frið og vælstand, segði rumenski forsetin, Traian Basescu, við fólkarúgvuna, tá ið rumenar taldu minuttirnar til midnáttarleitið. Við Rumeniu og Bulgariu hevur ES nú 27 limalond, og út við helmingurin av hesum eru fyrrverandi kommunistisk lond. Fólkatalið í samveldinum er økt við 30 miljónum, soleiðis at samlaða fólka­ talið í ES nú er 490 miljónir – ell a út við hálv miljard. Bæði Turkaland, Al­ba­ nia og onnur lond á Balk­ an noyðast at bíða eftir limaskapi í einum Sam­ veldi, har mótstøðan móti, at fleiri lond gerast limir, veksur. Nýggju limalondini, Ru­me­nia og Bulgaria, veksa bert um samlaðu ES-framleiðsluna við einum prosenti. Hóast búskaparligur framburður er í hesum londum, liggur miðalinntøkan fyri hvønn íbúgva bert um ein triðing av miðalinntøkuni í ES- londunum annars. Bæði londini hava sett í verk nakrar reformar og hava stríðst ímóti korr­ uptión og kriminaliteti fyri at gerast limir í ES. Bulgarsku myndug­ leik­arnir stongdu sunnu­ kvøld­ ið fyri midnátt tveir kjarnorkureaktorar á tí eina kjarnorkuverkinum í landinum fyri at ganga krøvunum hjá ES á møti. Tvey nýggj limalond í ES fiskimenn á landsfundinum tóku undir við førda politikkinum hjá felagnum. – Tey mál, sum vóru frammi, verður arbeitt við, og tað kom einki fram um, at felagið hevur arbeitt við málum, sum ikki skuldu verið tikin upp, sigur hann. Serligur grunnur Á landsfundi FF’s varð roknskapur fel­ ags­­ins góðkendur og grann­­skoð­ari felagsins, Rasmuss­en & Weihe, varð eisini afturvaldur til grannskoðara. Samtykt varð at hækka limagjaldið við 100 krónum árliga. – Hækkingin skal setast í ein serligan grunn, sum skal nýtast til at veita fiskimonnum, sum koma ill a fyri, styrk, tá ið almenna skipanin ikki í nóg stóran mun tekur við. Felagsstjórnin skal gera eina reglugerð fyri grunnin. Helgi gestarøðari Vanligt er, at ein gestarøðari er við á landsfundi FF’s, og hesaferð var tað Helgi Nolsøe, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni. Hann greiddi frá um tøkni, sum kann gera arbeiði hjá fiskimonnum lættari – og gera, at meira kemur burtur úr. Ein stórur partur av tí, sum Helgi greiddi frá, snúði seg um blóðging og livratøku. Á heimasíðuni verður sagt, at landsfundurin sam­ anumtikið var hugnaligur, sum tikið verður til. – Vit sóu fundin soleiðis, at FF er á beinari kós, men at tørvur er á neyvari kós á fleiri økjum – og hetta áliggur komandi leiðsluni í felagnum at seta í verk, sigur felagsformaðurin á heimasíðu FF’s. Stívliga 100 fólk vóru á landsfundi Føroya Fiskimannafelags í Norðurlandahúsinum, 29. desember Mynd: FF – Vit sóu fundin soleiðis, at FF er á beinari kós, men at tørvur er á neyvari kós á fleiri økjum, sigur felagsformaðurin á heimasíðu FF’s eftir landsfundin Mynd: FF Ongantíð áður hevur norska vaktartænastan tikið so nógv skip fyri ólógliga veiði sum í árinum sum fór. Talan er bæði um norsk og útlendsk fiskifør. Tilsamans hevur norska vaktartænastan havt 70 slík mál í 2006. Í 2005 var talið 61. Tað veit norska tíðindastovan, NRK, at siga. Ein av leiðarunum hjá norsku vaktartænastuni, Steve Olsen, sigur, at brotini, sum verða framd á fiskivinnulóggávuna, eru vorðin grefligari og meira skipað enn áður. (-vilmund) Aðalfundur FSN'S Vit fara at greiða frá aðalfundi Føroya Skipara- og Navigatørfelags í morgin. Matvøruráðharrin í Danmark, Hans Christian Schmidt, heldur, at nýggja skipanin, sum danir hava sett í verk – sonevnda FKA-skipanin – er tann mest koll veltandi broytingin í danskari fiskivinnu seinastu 20 árini. – Nú nýtist ongum donskum fiskimanni at leggja út á hav, tá ið fiskaprísirnir eru vánaligir. Hann vísir á, at fiskimenn nú fáa frælsi til sjálvir at leggja til rættis sína fiskiveiði gjøgnum árið. – Nú kunnu fiskimenn eisini fiska, tá ið veðrið er frægast – og prísirnir bestir, sigur Hans Christian Schmidt. 70 skip tikin fyri brot á fiskiveiðilóggávu Kollvelting í danskari fiskiveiði (-vilmund) Bulgarski forsætisráðharrin, Sergey Stanishev, setir Bulgaria á kortið, sum vísir ES-londini í Evropa