týsdagur 2. januar 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 1 - 2. januar 2007
tíðindi
Felagsformaðurin,
Óli Jacobsen, sigur,
at atfinningar vóru
í einstøkum málum,
men sum heild heldur
hann, at fiskimenn
á landsfundinum
tóku undir við førda
politikkinum hjá
felagnum. - Tey mál,
sum vóru frammi,
verður arbeitt við, og
tað kom einki fram
um, at felagið hevur
arbeitt við málum,
sum ikki skuldu verið
tikin upp, sigur hann
Landsfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum vanligt hevur ver
ið í nógv ár, helt Fiski
mannafelagið landsfund í
Norðurlandahúsinum mill
um jól og nýggjárs.
Tað eru í fyrsta lagi
sóknarformenn FF’s og
teirra tiltaksmenn, sum
møta á landsfundinum,
og hvør sókn hevur eina
atkvøðu.
Sjófólk og fiskimenn
hava eisini høvi at vera
við og hava talurætt á
landsfundinum.
Stívliga 100 fólk
Á síni heimasíðu eftir
fundin,
heldur
Føroya
Fiskimannafelag, at lands
fundurin er besta høvi hjá
fiskimonnum at kunna
føra fram síni sjónarmið á
røttum staði.
Á fundinum í ár vóru
stívliga 100 fólk, bæði kend
og nýggj andlit.
– Hetta var eitt fjølbroytt
úrval
av
fiskimonnum
úr øllum landinum, sum
umboða ymisku veiðihætt
irnar væl.
Tað var felagsformaðurin
seinastu 36 árini, Óli Jacob
sen, sum beyð vælkomin.
Vanligt er á landsfundi
FF’s at minnast trúgvar
limir og álitismenn, um
onkur er farin í árinum,
sum fór – og soleiðis var
eisini hesaferð.
Ein av sóknarformonnum
felagsins gjøgnum mong ár,
Petur Sofus Juul í Funningi,
doyði síðsta summar.
Drúgv frágreiðing
Halgir W. Poulsen, advokat
ur, varð settur at stýra
fundinum.
FF hevur í nógv ár lagt
fram sína ársfrágreiðing í
bóklingi, og soleiðis var
eisini hesaferð. Bóklingurin
fyri farna ár fyllir heilar
140 síður, og í hesum vera
tey mál viðgjørd, sum fel
agið hevur havt á skránni
seinasta árið.
Bóklingurin verður send
ur umborð á skipini, og
teksturin
verður
eisini
lagdur út á heimasíðu fel
agsins.
Eftir at felagsformaðurin
hevur greitt frá farna ári, er
orðaskifti, har fundarfólkið
hevur høvi at taka øll
viðkomandi mál upp.
Tryggingarviðurskifti
Á landsfundinum greiddi
Óli Jacobsen eitt nú frá um
tryggingarviðurskifti hjá
fiskimonnum.
Hann vísti á, at tað finn
ast altíð dømir, har hesi ikki
rigga, sum tey eiga.
– Stóri trupulleikin er, at
ein nýggj lóggáva á hesum
øki hevur verið á veg í fleiri
ár, men politiska viðgerðin
er steðgað upp fleiri ferðir.
Óli helt, at tað má vera
eitt krav, at henda lóggáva
verður framd í hesi ting
setuni, soleiðis sum eisini
verður lagt upp til.
Eitt annað sera aktuelt
mál fyri fiskimenn er
pensjónsmálið.
– Her hava vit eina skipan
í sáttmálanum, har reiðarar
og fiskimenn rinda hvør
sína upphædd inn á eina
eftirlønarkonto. Semja er
um, at hetta einsamalt er ov
lítið. Men spurningurin er
eisini, hvussu lætt feløgini
eiga at gera tað fyri politisku
skipanina á hesum økinum.
Jú meira feløgini gera á
hesum øki, tess lættari
sleppur politiska skipanini
burtur úr trupulleikanum.
Eykaískoyti
Á
landsfundinum
varð
lagt fram eitt uppskot um,
hvussu FF kann koma
víðari á pensjónsøkinum.
– Ein møguleiki er, at
umframt verandi sáttmála
ásettu skipan, har upp
hæddirnar sjálvsagt skulu
hækkast, verður gjørd ein
eykaskipan.
Hon
kann
vera tann, at tað verður
ásett í sáttmálanum, at
ein eykaupphædd verður
tikin av partinum hjá
fiskimonnum, sum skal
fíggja eitt ískoyti til tær
skipanir sum eru á økinum.
Undirtøka var á lands
fundinum at arbeiða víðari
við hesum spurningi.
Spurningurin um fiski
menn og ALS hevur leingi
verið eitt afturvendandi
mál, sum hevur verið
trupult at loysa.
– Men hetta mál er aftur
komið á tingborð, og tað
skuldi merkt, at málið er
tað nærri eini loysn, sigur
Óli Jacobsen.
Sáttmálaviðurskifti
Sambært heimasíðu felags
ins, viðgjørdi landsfundur
in eisini sáttmálaviðurskifti
og onnur viðurskifti við
víkjandi fiskimonnum.
– Tað er greitt, at her
verða altíð mál at taka hond
um, og tað er hugaligt, at
menn nýta landsfundin júst
til at reisa slík mál, sum
felagsstjórnin so kann taka
upp.
Atfinningar vóru í ein
støkum
málum,
men
sum heild heldur felags
formaðurin, sum helst førir
pennin á heimasíðuni, at
Landssfundur Føroya Fiskimannafelags:
Atfinningar – men
sum heild undirtøka
um virksemið FF’s
Eftir at prísurin á
toski hevur verið
ómetaliga góður í
heyst, er nú líkt til,
at prísirnir fara at
fella nakað aftur - og
norðmenn hava longu
staðfest, at fall hevur
verið í prísunum
undan jólum
fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Noreg hevur í ár útflutt
umleið 14.482 tons av
feskum toski, og miðal
prísurin fyri árið liggur um
slakar 30 krónur fyri kilo.
Um somu tíð í 2005 útflutti
Noreg tilsamans 17.950
tons fyri ein miðalprís upp
á 26,24 krónur fyri kilo.
Prísurin á toski hevur
verið
ógvuliga
góður
í heyst, men um miðjan
desember byrjaði prísurin
at lækka og endaði ta einu
vikuna niðri á 33 krónum
fyri kilo til ES.
Í fyrra helmingi av
desember var prísurin á
feskum norskum toski til
útflutnings nevniliga út við
40 krónur fyri kilo.
Í 2006 útflutti Noreg
tilsamans
17.738
tons
av frystum toski fyri ein
miðalprís, sum var 23,03
krónur fyri kilo. Í 2005
var miðalprísurin hinvegin
20,13 krónur fyri kilo, og
tá var samlaða nøgdin fyri
árið 18.745 tons, skrivar
Fiskaren.
Toskaprísurin
í Noregi fellir
Spanska
kvinnan,
sum
sambært sjúkrahúskeldum
í Barcelona hevur føtt tví
burðar, er eitt ár eldri enn
rumenska kvinnan, Adriana
Iliescu,
sum
gjørdist
mamma í januar mánaða í
2005.
Navnið á 67 ára gomlu
kvinnuni
er
ikki
al
mannakunngjørt enn, men
sambært sjúkrahúskeldum í
spanska býnum, Barcelona,
hevur kvinnan júst føtt
tvíburðar
á
Sant
Pau
sjúkrahúsinum í býnum.
Sambært BBC er spanska
kvinnan eisini heimsins
elsta, sum hevur føtt børn
og eitt ár eldri enn rumenska
kvinnan, sum føddi fyri
tveimum árum síðan.
NTB sigur, at spanska
kvinnan gjørdist við barn
eftir
viðgerð
í
Latín
Ameriku.
Tvíburðarnir eru fyrstu
børnini hjá kvinnuni, og
sambært talsmanninum hjá
Sant Pau sjúkrahúsinum
hava bæði móðir og børn
tað gott.
CNN veit at siga, at
kvinnan, sum er úr Anda
lucia í SuðurSpaniu, valdi
sjúkrahúsið í Barcelona,
tí tey har eru væl fyri at
taka sær av føðingum, sum
kunnu hava trupulleikar við
sær.
(-vilmund)
67 ára gomul
føddi tvíburðar
Ein 9 ára gamal pakistanskur drongur, Mubashar Ali, hevur hongt seg, eftir at hann hevði
sæð í sjónvarpi, hvussu Saddan Hussain varð tikin av døgum
At sumt, sum sent verður í sjónvarpi, kann hava negativar fylgjur og fáa álvarsligar
avleiðingar, munnu mong dømi vera um.
Dagbladet .no skrivar um ein 9 ára gamlan pakistanskan drong, sum hevur hongt seg
eftir at hava sæð í sjónvarpi, hvussu fyrrverandi irakski einaræðisharrin varð tikin av
døgum.
Tann 9 ára gamli doyði, tá ið hann royndi at eftirgera tað, sum hann hevði sæð í
sjónvarpinum.
Tað var 10 ára gamla systirin hjá Mubashar Ali, sum hjálpti tí 9 ára gamla at binda eitt
reip í takrennuna í húsunum, tey búðu í.
Tað sigur løgreglan í Pakistan.
Hini í familjuni hildu, at børnini spældu og høvdu ongan varhuga av tí, sum systkini
vóru í ferð við at gera.
– Kona mín og eg lupu til fyri at bjarga Mubashar Atli, tá ið systirin rópti um hjálp,
men sonurin doyði, sum avleiðing av myndunum, hann hevði sæð í sjónvarpi, sigur pápin,
Alamgir Paracha.
Níggju ára gamal hongdi seg eftir lagnu Saddams
Eftir at felagsformaðurin, Óli Jacobsen, hevði lagt fram
ársfrágreiðing felagsins fyri farna ár, var høvi at bera fram sína
hugsan
Mynd: FF