týsdagur 2. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 1 - 2. januar 2007
Marknaðarrák
Hesar báðar vikurnar síðan seinasta
marknaðarrák hava verið merktar
av, at lítið hevur verið handlað á
virðisbrævamarknaðunum. Hetta
er vanligt við ársenda. 2006 gjørd
ist eitt gott partabrævaár, serliga á
evropisku marknaðunum. Norður
lendsk partabrøv hækkaðu í miðal
19% og evropisk hækkaðu 20%.
Amerikonsk partabrøv hækkaðu
16% roknað í dollara, men fyri
ein evropiskan íleggjara var hetta
tó einki serligt. Hetta kemst av,
at dollarin viknaði nógv sum árið
leið, og mátað í evrum góvu ameri
konsk partabrøv bert stívliga 4%
í vinningi. Útlit eru fyri, at 2007
verður eitt miðalgott partabrævaár,
hóast vinningurin neyvan verður
eins góður og í farna ári.
Lánsbrævarentur
farnar at hækka
2006 endaði við hækkandi láns
brævarentum. Danska 10-ára rentan
er nú 3,93%, og í desember hækkaði
hon 0,20%-stig. Seinasta árið er 10-
ára rentan hækkað 0,65%-stig. Útlit
eru fyri, at hon fer at hækka meira
komandi vikurnar.
Hækkandi inntøkur
stuðlaðu partabrøvum
Sum nevnt omanfyri gjørdist 2006
eitt gott ár á flestu partabræva
marknaðunum. Serliga á okkara
leiðum var vinningurin góður. Til
dømis hækkaði Danmark 14%,
Svøríki 23% og Noreg heili 34%.
Harafturímóti var Fjareystur meiri
blandað. Hong Kong hækkaði 35%,
meðan Japan bert hækkaði 7%, og
Thailand lækkaði 5%, alt í lokalum
gjaldoyra. Aftur í 2006 vóru hækk
andi partabrøvini stuðlað av hækk
andi inntøkum hjá virkjunum. Rokn
skapirnir fyri 3. ársfjórðing vístu
millum annað, at inntøkurnar í USA
vóru 23% hægri enn árið fyri.
Hesa vikuna
Ársins fyrsta vika verður hendinga
rík. Vit leggja hart út við álitis
tølum, tjóðbankauppriti og arbeiðs
marknaðarfrágreiðing úr USA.
Harumframt kemur eisini prís
vøkstur úr Evropa. Eftir at lítið
hevur verið handlað í desember,
verður áhugavert at fáa meiri handil
á marknaðunum.
2006 gott partabrævaár
Vika 1, 2007
Tað eru nógv fólk,
sum liggja fram við at
vinna vinningarnar í
stóru jólakappingini
hjá Sosialinum
Ídesember mánað skipaði
Sosialurin fyri jólakapping
í blaðnum. Puntar vóru í
hvørjum blaði í desember,
og teir skuldu klippast og
límast á ein jólakalendara,
sum Óli P. hevði teknað, og
sum varð borin í hvørt hús í
landinum síðst í november.
Tað
eru
sera
nógv
fólk, sum hava tikið lut í
kappingini og nú eru um
boðið at vinna teir frálíku
vinningarnar.
Sosialurin fekk óvanliga
nógvan post í morgun, og
higartil eru komnir 2.500
kalendarar inn til kapp
ingina. Enn ber til at verða
við í kappingini, tí seinasta
freist at senda kalendarar
inn er tann 8. januar 2007.
Treytin fyri at verða við
í kappingini er, at tú hevur
savnað allar puntarnar úr
blaðnum og hevur límað
teir á kalendaran.
Høvuðsvinningurin
í
kappingini er ein ferð, har
tú kanst bjóða 17 vinum til
Lalandia við Atlantsflogi.
Olja frá Shell fyri 10.000
krónur kann eisini vinnast,
og 10 kassar av Faxe Kondi
frá Poul Michelsen Heilsølu
standa eisini upp á spæl.
Stórur áhugi fyri jólakapping
Gudny og Durita
fegnast um
undirtøkuna,
jólakappingin fær