Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2007 23 tíðindi Anfinn Kallsberg sigur, at hann hevur ikki lumpað nakran. Vóru tinglimir ónøgdir, høvdu teir ríkiligt av tíð at gera vart við seg. Men tað var tað ongin, sum gjørdi, sigur hann Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Anfinn Kallsberg skilir púra onki av ábreiðslunum, sum eru heglaðar niður yvir hann hesar seinastu dagarnar. Nú Fìggjarlógin varð sam­ tykt er Anfinn Kallsberg skuldsettur fyri at hava lumpað Løgtingi til at sam­ tykkja, at Landsverk skal yvirtaka tað, sum undir­ sjóvartunlarnir kosta at reka. Tað eru góðar fimm milliónir um árið. Sum tað sást í Sosialinum nú um dagarnar, eru tað eru mest javnaðarmenn, sum hava verið atfinningar­ samir. Men eisini Lisbeth Peter­ sen úr sambandsflokkinum, er rættiliga ónøgd við fram­ ferðina hjá Kallsberg. Alt hevur verið opið Men øllum hesum skilir Anfinn Kallsberg sjálvur púra onki av. ­ Alt er farið fram so opið, sum tað kann vera og tí eigur hetta ikki at koma óvart á nakran, sigur hann. Hann vísir á, at tað hev­ ur leingi verið tosað um at leggja báðar undirsjóvar­ tunlarnar í eitt og sama felag fyri at spara rakstur. Hinvegin hava tunnils­ feløgini nýliga søkt eftir tekniskum leiðara til at standa fyri at halda tunl­ arnar. Samstundis hava vit ein annan tekniskan stovn, Landsverk, sum heldur allar hinar tunlarnar. ­ Vit halda at tað er bíligari at lata ein og sama stovn umsita allar tunlarnar. Samstundis er greitt, at tá ið tunlarnir eru goldnir, skulu teir fella til landið og tá skal Landsverk undir øllum umstøðum hava ábyrgdina av teimum. Anfinn Kallsberg sigur, at tað, sum fíggjarnevndin nú hevur gjørt, er ein partur í teirri tilgongdini, tó at tað er framskundað nakað. Og atfinningunum skilir hann púra onki av. Hann sigur, at tað eru hann og skrivarin í fíggjar­ nevndini, sum hava skrivað álitið. ­ Hetta umstrídda málið stóð í álitinum, sum varð sent øllum limum í fíggj­ arnevndini minst 10 dagar áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið. Tað er eisini viðgjørt í fíggjarnevndini, staðfestir hann. ­ Hetta stóð eisini í álitinum, sum landsstýrið fekk frammanundan og málið er somuleiðis umrøtt á fundi ímillum fíggjar­ nevndina og Landsstýrið, áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið. Anfinn Kallsberg sigur, at Løgmaður visti í øllum førum um hetta og at tað er rætt sum hann sigur, at hann ávaraði ímóti hesum á tí sama fundinum, tí hann spáddi, at tað fór at elva til trupulleikar. ­ Tí er tað løgið, at Vil­ helm Johannesen onki skuldi vita. Og hvat aðrir javnaðarmenn vistu, er ein spurningur um, hvussu væl Vilhelm Johannesen kunnar sítt bakland. Men tað er ikki mín trupulleiki, sigur Anfinn Kallsberg. Ongin kravdi tað strikað Nú sigur eisini Lisbeth Petersen, at hon visti heldur onki, fyrrenn hon sá tað á prenti? ­ Tað er trúligt. Men tað eru eg og skrivarin í fíggjarnevndini, sum hava hildið skil á einstøku játtan­ unum. Men Lisbeth Peter­ sen visti í ællum førum av hesum minst 10 dagar áðrenn tað varð lagt fyri Løgtingið. Men hvørki Javnaðarflokkurin ella sam­ bandsflokkurin hava kravt játtanina strikaða, hóast báðir flokkar hava havt ríkiligt av tí til at gera vart við seg, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Hann sigur, at tað var ikki fyrrenn málið varð lagt fyri Løgtingið, foru tinglimir at ressast. ­ Men fyri at lýsa málið út í æsir, brúkti eg tað mesta av míni talutíð at greiða frá samanhanginum, sigur hann. ­ Tað eru fáar játtanir á fíggjarlógini, sum eru so væl lýstar, sum hendan, leggur hann afturat. Harafturat sluppu Løg­ tingslimir at atkvøða fyri hvørja játtan sær. ­ Akkurát hesari játtanini atkvøddu 28 løgtingslimir av 32 fyri, hóast tað ikki var ein samd nevnd, sum kom við hesum tilmmælinum. Og so stóra undirtøku í Løgtinginum vóru tað ikki nógvar játtanir, sum fingu, uttan har fíggjarnevndin var samd frammaundan, sigur Anfinn Kallsberg. Onki óvanligt Hann skilir heldur ikki petti av, at hann skal vera skuldsettur fyri at hava gjørt ein rossahandil fyri at fáa undirtøku fyri máli­ num um at leggja rakst­ rarútreiðslurnar hjá undir­ sjóvartunlunum undir Landsverk. ­ Eg kenni ikki til annað enn at tinglimir tosað saman, beint áðrenn fíggjarnevndin verður endaliga samtykt, tí tað eru altíð mál, sum hanga í leysari luft og sum vilji er til at fremja. Tað, sum hendi í ár, var onki undantak og púra vanligt, sigur formaðurin í fíggjarnevndini. Hóast Lisbeth Petersen ikki er stolt av tí, sum hendi í Løgtinginum beint fyri jól, ætlar ikki at renna undan ábyrgdini. Men eisini hon følir á sær, at Anfinn Kallsberg lumpaði hana og tað er ein óbehagilig kensla, sigur hon Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Eg føli tað soleiðis, at Anfinn Kallsberg hevur lumpað meg. Og eg má viðganga, at tað er ein óbehagilig kensla. Tað sigur Lisbeth Peter­ sen, løgtingskvinna fyri sambandsflokkin og limur í Fíggjarnevndini. Hon sigur, at tað var ikki ætlanin, at tað skuldi standa í tilmælinum frá fíggjarnevndini til Løg­ tingið, at Landskassin skuldi yvirtaka raksturin av undirsjóvartunlunum, soleiðis sum vit hava umrøtt í fleiri greinum í Sosialinum um dagarnar. Hon sigur sostatt, at hóast hon er limur í fíggjar­ nevndini, visti hon ikki av, at hetta kom við í tilmælið frá nevndini til Løgtingið, fyrrenn hon sá tað á prenti. ­ Men fyri at verða trúgv ímóti samgonguni, atkvøddi eg fyri, hóast hon ikki heldur, at hon hevur svølgt størri kameli í øllum sínum politiska lívi. Ikki stolt Lisbeth Petersen viðgongur eisini, at hon er ikki stolt av tí, sum hendi. Men hon rennur heldur ikki undan ábyrgdini. Lisbeth Petersen viðgong­ ur, at tað varð tosað um hetta í fíggjarnevndini, at landið skuldi yvirtaka raksturin av undirsjóvartunlunum. Men tað, sum lá í kortu­ num, var, at hetta skuldi ikki koma við í fíggjarlógina nú, men at tað skuldi bíða eftir heildarloysnini, sum samgongan arbeiðir við. ­ Hetta var okkara sjónarmið, tí vit vistu, at suðuroyartingmenn og aðrir, fóru ikki at góðtaka hetta, uttan at teir eisini fingu nakað. Hon sigur, at kortini setti Anfinn Kallsberg hetta í tilmælið frá fíggjarnevndini og endin varð eisini, at fíggjarlógin varð munandi dýrari. ­ Tá ið vit spurdu Anfinn Kallsberg, hví hann hevði sett hetta í tilmælið frá fíggjarnevndini, svaraði hann, at hetta var fyri at leggja upp til kjak. ­ Men kjakið kom ongan­ tíð og áðrenn vit vistu av, var tað enda í Løgtinginum, sigur fíggjarnevndarlimurin hjá Sambandsflokkinum. ­ Vit fingu ongantíð eitt kjak um hetta og tí væntaði eg, at tað varð tikið av. Hon heldur eisini lítið um, at Løgmaður skal hava ávarað fíggjarnevndina, sum hann segði við Sosialin beint fyri nýggjár. ­ Hann ávaraði ikki meiri enn vit onnur høvdu gjørt og at siga, at vit vóru hvørki til at høgga ella stinga í, er ósatt, tí hann kendi í hvussu so er mína støðu. Skuldi sligið nevan í borðið Lisbeth Petersen sigur, at Løgmaður skuldi heldur sligið nevan í borðið og gjørt greitt, at hetta gongur ikki. Hon dugir at síggja, at nú er skriðan lopin og at vit eru farin út eftir eini glíðibreyt, sum kann koma at raka okkum hart. ­ Anfinn Kallsberg hevur ongantíð dult at hann vil hava at tað skal verða ókeypis at ferðast í Føroyum. Eg stúri fyri, at hetta var fyrsta stigið á tí leiðini. Men onkustaðni skulu pengarnir koma frá og eg stúri fyri, at tað verða tey bleytu virðini, sum fara at bløða fyri hetta. Eg stúri fyri, at tað vera heilsuverkið og almannaverkið, sum koma at betala prísin. Hin møguleikin er at hækka skattin, men tað vil Fólka­ flokkurin heldur ikki. ­ Men tá spæli eg ikki við longur, slær Lisbeth Petersen fast. Umframt at hon følir seg lumpaða, er hetta ein orsøk til, at hon var so hart ímóti, at hetta kom upp á fíggjarlógina nú. Hin fíggjarnevndarlim­ urin hjá sambandsflokk­ inum, Kaj Leo Johannesen sigur stutt og greitt, at hann hevur skrivað undir tilmælið til Løgtingi og tí er tað hevur ongin annar ábyrgdina av, uttan hann sjálvur. Tí fer hann ikki at siga, at hann følir seg lumpaðan. Anfinn Kallsberg skilir púra onki Lisbeth Petersen er ikki stolt Lisbeth Petersen heldur ikki, at hon hevur svølgt størri kameli, enn hon gjørdi beint fyri jól - Øll í samgonguni hava havt ríkiligt av tíð til at gera vart við sína ónøgd, men tað var tað ikk ein tann einasti, sum gjørdi. Tí er tað undarligt at skuldseta meg fyri lump og lirk aftaná, sigur Anfinn Kallsberg