Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 2 - 3. januar 2007 tíðindi Sólbjørn Hansen og Niels Olsen sóu báðir deyða mann­ in í sjónum. Báðir tosaðu teir við havn­ ar­skrivstovuna, og teir kundu valla giv­ ið greiðari boð. Tí undr­ast teir stórliga á, at tað gingu níggju tímar áðrenn byrjað var at leita DRUKNIVANLUKKA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá Lómur legði at kei nýggjárs­aftan stóðu teir báðir Sólbjørn Hansen og Niels Olsen afturi í reyv á skipinum. Lómur bakkaði ímóti, og tá hann var tveir metrar frá kei, fekk hann eina kraftiga skrúvu, soleiðis at tað ikki skuldi koma ov harðliga innat. Tá var tað, at teir báðir bóru eyga við deyða mannin í sjónum. – Fyri mær sá tað út sum ein deyður maður, og um ikki tað var tað, so mátti tað vera ein ónatúrliga væl eftirgjørd dukka. Tað vóru eisini boðini, sum eg gav Havnaskrivstovuni, greiðir Niels Olsen frá. Hann er yvirstýrimaður á Lómi og saman við Sólbjørn Hansen, fyrsta stýrimanni, sá hann deyða mannin í sjónum. – Vit gingu bara út frá og roknaðu eisini við, at løgreglan fór at koma umgangandi. Men tað var ikki støðan, sigur Sólbjørn Hansen og undrast. Við Sosialin í gjár segði Jón Klein Olsen, vara­ politiinspektørur, at boð­ini sum vakthavandi á løgreglu­ støðini fekk, vóru so mikið ógreið og ósikkur, og tí valdu tey at bíða við leitingini. Sóu jakka og buksur Men hetta skilja Sólbjørn Hansen og Niels Olsen ikki heilt. – Sjálvandi kunnu vit ikki siga heilt víst, at talan var um ein deyðan mann. Men vit vóru báðir á einum máli um, at tað illa fekk verið annað, sigur Niels Olsen. – Vit sóu enn tá at hann var í buksum, og onkrum sum vit hildu vera ein anorakk. Vit sóu hvønn lit tað hevði, og tey boðini góvu vit víðari og tað hevur eisini víst seg at pass a, tá maðurin varð tikin upp og hugt var at honum, sigur Sólbjørn Hansen. Tað sum teir báðir hildu vera ein anorakk, vísti seg at vera ein jakki, men annars pass aði restin – bæði litur á buksum og jakka. Ikki hvønndagskostur At síggja ein deyðan mann á sjónum er ikki hvønn­ dagskostur hjá nøkrum. Tí gjørdust teir báðir eitt sindur illa við, tá teir sóu druknaða mannin á sjónum. Men tað skuldu ganga níggju tímar áðrenn nakar byrjaði at leita eftir druknaða manninum, og meir enn eitt hálvt samdøgur áðrenn teir fingu vátta, at tað sum teir óttaðust var ein druknaður maður, veruliga var ein druknaður maður. Kundu ikki givið greiðari boð Arbeiðið upp á seyða­smoguna á Sand­víkum tarnar nógv ferðsluni til og frá høvuðsstaðnum. Seinnapartin í gjár tók tað upp til trý korter at sleppa ígjøgnum ferðslu­ljósini, sum sett eru upp á einvegis umkoyr­ingini FERÐSLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað skapti mikla øsing, tá Landsverk fyri jól boðaði frá, at Kaldbaksvegurin skuldi steingja í nakrar dagar meðan arbeitt var við at gera eina seyðasmogu undir vegn­ um á Sandvíkum. Eftir at eisini lands­stýris­ mað­urin í vinnumálum legði seg út í málið, broytti Landsverk ætlan og í staðin varð gjørd ein lítil umvegur kring har, sum seyðasmogan verður gjørd. Hetta siss aði fólk aftur, men í gjár og í morgun eru fólk aftur farin at ilskast. Har sum lítli umvegurin kring seyða­smoguna er, gongur ferðsl­ an bert annan vegin. Tí verður hon regulerað við ljóskurvum. Men hesar hava yvirhøvur ikki víst seg at rigga nóg væl. Eftir arbeiðstíð í gjár – frá klokkan 16 og til 18 – bara vaks røðin av bilum, soleiðis at fleiri hundrað bilar stóðu og bíðaðu í Kaldbaksfirði eftir at sleppa norður úr Havnini. Orsøkin til hetta er, ljóskurvin lýsir líka leingi báðar vegir, og tað er ein trupulleiki, tí at ferðslan um morgunin fyri tað mesta gongur suður til Havnar, meðan bróðurparturin av ferðsluni seinnapartin gong­ ur norðeftir. Seinnapartin í gjár stóðu bilarnir og bíðaðu upp til trý korter, fyri at sleppa framvið einvegis umkoyringini á Sandvíkum. Rendi á russara Og mitt í øllum ferðslu­rok­ anum sum stóðst av ljós­ kurv­unum og umkoyr­ing­ini á Sandvíkum, hendi eitt ferðsluóhapp við Hvítanes. Klokkan 17.17 í gjár fekk løgreglan í Havn eina frá­ boðan frá einum bilførara um, at hesin hevði rent á ein fótgangara sunnan fyri Hvítanesi. Hann var komin koyrandi í bili sínum, og hevði rakt fótgangaran við síðuspeglinum. 11 minuttir eftir at løg­reglan hevði fingið fráboð­an­ina, var bæði løgregla og sjúkrabilur á staðnum. Tey kundu staðfesta, at tal­an var um ein russ ara, sum var blivin árendur, og at hesin helst hevði brotið beinið. Tí varð hann fluttur á landss júkrahúsið til við­ gerðar. Ferðslan vanlig aftur Men ferðslurokilsi á Sand­ víkum er nú av. Við Dimma­ lætting í gjár segði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk, at ljóskurvarnar verða tiknar niður á middegi í dag, og so kann ferðslan aftur ganga ótarnað. Einaferð seinni skal Kald­ baksvegurin aftur steingjast eina nátt, tá ein kaðal skal leggjast undir vegin, men annars skuldi friður verið av arbeiðinum á hesum vegastrekkinum. Bíðaðu í trý korter á Sandvíkum Røðin mundi telja fleiri hundrað bilar seinnapartin í gjár, tá fólk ætlaðu sær heim frá arbeiði, men sluppu at bíða í upp til trý korter Mynd: Jens Kristian Vang – Fyri mær sá tað út sum ein deyður maður, og um ikki tað var tað, so mátti tað vera ein ónatúrliga væl eftirgjørd dukka. Tað vóru eisini boðini, sum eg gav Havnaskrivstovuni, sigur Niels Olsen á Lómi