mikudagur 3. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2007
5
tíðindi
Hvørki Sambands
flokkurin ella floks
formaðurin eru
fyri deyðarevsing.
Tað sigur Kaj Leo
Johannesen, sum
viðgongur, at hann
gjørdi eitt mistak,
tá hann kallaði tað
“ótrúliga positivt”, at
Saddam Hussein fekk
ta revsing, hann fekk.
Men hann leggur
afturat, hansara
innasta kensla er, at
rættvísi hevur sigrað
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Tað er ongantíð positivt
at taka eitt lív, men mín
innasta kensla er, at rættvísið
sigraði.
Tað sigur Kaj Leo
Johannesen,
formaður
Sambandsfloksins, eftir at
Annika Sølvará, forkvinna
í Amnesty International,
í gjár segði seg harmast
um, at Kaj Leo Johannesen
hevði sagt við Sosialin, at
tað var “ótrúliga positivt”,
at Saddam Hussein fekk ta
revsing, hann fekk.
Kaj Leo Johannesen við
gongur í dag, at hann tók
ov rívan til, tá hann kallaði
ta jaligt, at fyrrverandi
einaræðisharrin
varð
hongdur.
– Eg kann gott taka orðini
“ótrúliga positivt” aftur. Hatta
var í
so hart
orðað.
– Tað at eg orði meg í
positivum vendingum, er
ein feilur frá mær. Men
mín vinkul er, at rættvísið
sigraði.
– Men eg havi so ikki
gjørt gjøldur burturúr Sad
dam Hussein, sigur Kaj
Leo Johannesen og sipar til
baksíðutekningina í Sosial
inum í gjár, har tveir føtur
sóust hanga ovast í myndini.
Heldur fast um at
rættvísi sigraði
– Men eg standi við, at rætt
vísi sigraði, sigur formaður
Sambandsfloksins og leggur
afturat, at hetta er hansara
innasta, persónliga kensla.
Kaj Leo Johannesen sigur,
at um jóltíðir verður hann
av fjølmiðlum sum kendur
persónur spurdur um mangt
og hvat, m.a. jóladunnur,
sum hann tekur til, og at hann
tí tosaði sum privatpersónur
og ikki floksformaður.
– Flokkurin gongur ikki inn
fyri hesum. Eg sigi eisini, at
Sambandsflokkurin gongur
ikki inn fyri deyðarevsing.
Tað er ongantíð positivt
at taka lív, sigur Kaj Leo
Johannesen, og grundgevur
hetta við, at tað altíð er vandi
fyri, at ein ósekur verður
avrættaður, og nevnir USA
sum eitt dømi, har tað er
komið fyri, at ósek eru tikin
av døgum.
Klivi ella deyðin
Kaj Leo Johannesen sigur,
at ein kann hugleiða um,
hvat er verri, at sita í einum
kliva í einum væl vardum
fongsli restin av lívinum ella
at fáa deyðarevsing, og um
pengarnir ikki høvdu verið
betur farnir at breyðføtt
svongum børnum fyri
tær milliónirnar, eitt slíkt
fongsul kostar.
Spurdur, um hetta altso er
ein spurningur um pengar,
sigur Kaj Leo Johannesen,
at tað metir hann tó ikki,
men hann undirstrikar, at
tað er álvarsamt, tá tað
snýr eg um brotsverk ímóti
mannaættini.
Kaj Leo Johannesen sigur
seg eisini skilja kenslurnar
hjá fólki, hvørs næstringar
eru myrd, men undirstrikar, at
tað skal verða rættarskipanin
og ikki kenslurnar, sum
avgera revsing í okkara
samfelag.
Hann samanber avrætt
ingina av Saddam Hussein
við Nurnbergprosessina,
har fleiri av teimum seku
handan týningarnar undir
seinna heimskríggi vórðu
deyðadømdir.
Spurdur, um tað var rætt
at hesir eins og Saddam
Hussein vóru avrættaðir,
sigur Kaj Leo Johannesen:
– Tað er ongantíð positivt
at taka lív.
Fyrrverandi danski
fólkatingslimurin og
núverandi advokaturin
Bjørn Elmquist metir
ikki, at útsagnirnar hjá
Kaj Leo Johannesen
hanga saman, tá hesin
sigur, at hann er ímóti
deyðarevsing, men
at rættvísi sigraði, tá
Saddam Hussein varð
dømdur í gálgan. Vit
skulu ikki nýta somu
metodur sum stýrið
hjá Saddam Hussein,
sigur Bjørn Elmquist.
Heldur ikki Halgir
Winther Poulsen
metir, at deyðarevsing
kann góðtakast
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Formaðurin í danska rættar
politiska felagsskapinum og
fyrrverandi radikali fólka
tingslimurin, sakførarin
Bjørn Elmquist, hevur í
mong ár arbeitt við málum
um mannarættindi. Sjálv
ur er hann avgjørt ímóti
deyðarevsing, og metir at
Saddam Hussein hevði rætt til
eitt rættvíst rættarmál eins og
øll onnur. Tí metir hann ikki,
at tað hongur saman, tá Kaj
Leo Johannesen, formaður
Sambandsfloksins, sigur seg
vera ímóti deyðarevsing, men
samstundis sigur, at rættvísi
hevur sigrað.
Bjørn Elmquist metir, at
av tí at Kaj Leo Johannesen
er føroyskur tinglimur og
Danmark og Føroyar hava
felags uttanríkispolitikk, og
hann metir tað vera skeivt,
at tað verður revsað við
deyðadómi, eins og tað varð
gjørt undir stýrinum, sum nú
er fallið í Irak, tí hvat er so
vunnið, spyr hann.
– Kaj Leo Johannesen
hevur ikki brotið talufrælsið
við at siga hetta. Men eg havi
heldur ikki brotið talufrælsið
við at siga, at hetta er býtt og
stupid sagt av honum, sigur
danski advokaturin um orðini
hjá sambandsformanninum,
at tað er ein sigur fyri
rættvísi, at Saddam Hussein
er hongdur.
– Hatta hongur ikki saman.
Men tey einastu, sum kunnu
revsa hann, er hansara egni
flokkur og veljararnir, sigur
Bjørn Elmquist.
Rættvísi at gera
upp við tað farna
Heldur
ikki
føroyski
advokurin Halgir Winther
Poulsen, sum er kønur í
mannarættindum, metir, at
rættvísi framt í Irak.
– Sum gamal amnesty
maður og eitt sindur mentað
menniskja eri eg ímóti
deyðarevsing, sigur Halgir
Winther Poulsen.
Hann greiðir frá, at tað er
trupult at allýsa rættvisi sum
hugtak, men at hetta neyvan
fæst við deyðarevsing. Hann
vísir á, at deyðarevsingar
fóru alment fram í Evropa
fyri nøkrum øldum síðani, og
at hetta varð gjørt til fragd og
undirhald fyri almenningin.
Vit eru tó komin víðari, og
avrættingar verða heldur
ikki vístar alment í USA í
dag, hóast fleiri statir har
enn loyva deyðarevsing,
sigur advokaturin.
– Rættvísi er at gera upp
við tað farna, sigur Halgir
Winther Poulsen.
Hann vísir á, at tað neyvan
er gott fyri fólk at vera stongd
inni í eitt ávíst áramál, og at
hetta neyvan er uppbyggjandi
og ger tey til betri menniskju.
Spurdur, um hetta hinvegin
er eitt slag av hevnd frá
samfelagnum, sigur hann,
at hetta kann vera ein
kombinatión av avbyrging,
um fangin verður mettur
vandamikil fyri samfelagið,
og hevnd frá samfelagnum.
Men deyðarevsing eru
vit komin burtur frá, metir
Halgir Winther Poulsen.
Kallaði
deyðadóm
jaligan á
tingsins
røðara
palli
Hóast Sambands
flokkurin er ímóti
deyðarevsing,
kallaði floksfor
maðurin tríggjar
dagar eftir, at
deyðadómurin
varð sagdur,
tað “ótrúligiani
positivt”, at Saddam
Hussein fekk hesa
revsing
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Kaj Leo Johannesen
viðgongur í blaðnum í
dag, at hann gjørdi eitt
mistak, tá hann í samrøðu
við Sosialin kallaði tað
“ótrúliga positivt”, at
Saddam Hussein fekk
ta revsing, hann fekk.
Eisini sigur hann, at
hann ikki segði hetta
sum floksformaður, og
at hetta ikki er politikkur
Sambandsfloksins.
Hesa orðing hevur Kaj
Leo Johannesen tó áður
nýtt á tingsins røðara
palli.
Undir orðaskiftinum
8. november í fjør – 3
dagar eftir, at irakiski
einaræðisharrin
varð
deyðadømdur har Tór
bjørn Jacobsen úr Tjóð
veldisflokkinum setti
løgmanni munnligan fyri
spurning um kríggið í Irak,
segði Kaj Leo Johannesen
m.a., at “hetta rættvísið
er so gott, at tað fyri ein
part fer út um Føroyar, at
tað hendir akkurát nú, at
tann maðurin, sum hevur
havt ábyrgdina har niðri,
fær tann dómin, sum hann
hevur uppiborið. Tað er
ótrúligani positivt, og tað
vísir bara tað, at rættvísi
er til fyri øll...”
Kaj Leo: Hatta var í
so hart orðað
Deyðarevsing og rættvísi einki
við hvørt annað at gera
Sambandsfloksflokkurin er ímóti deyðarevsing, sigur
floksformaðurin