Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 2 - 3. januar 2007 Eftir avrættingina av Saddam Hussein er deyðarevsingin bráddliga vorðin eitt mál, sum hevur fingið altjóða áhuga. Um rættin hjá einum stati at taka lív. Hóast USA og Europa eru sameind í mongum og saman útgera tann sokallaða sivilieraða og upplýsta Vesturheimin, so eru eisini diamentralir mótsetningar millum hesar báðar heimspartar. Eitt av málunum, sum skilir teir, er deyðarevsingin. Og hesin skilnaður kemur av álvara til sjóndar, nú Bush hálovar avvrættingina, meðan ES og europeiskir stjórnarleiðarar fordøma hana. USA gongur inn fyri deyðarevsing. Europa er ímóti. Tað er ikki so oftani, at slík prinsipiell mál megna at koma at dagskránna her heima. Deyðarevsing hevur so kortini víst seg at hava áhuga millum føroyskar politikarar. Jóannes Eidesgaard, løgmaður eins og tjóð­veldistingmaðurin Tórbjørn Jacobsen hava greitt fordømt hesa avrætting, tí hon stríðir ímóti deyða­ revsing sum heild. Um somu tíð hevur formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannessen úttalað beint øvugt, at rættvísi er framt við hesi avrætting. Tíverri tykist tað sum tørvandi upplýsing og vitan oftani er orsøk til, at eisini framstandandi politikarar mistaka seg. Vit loyva okkum at gita, at formaður Sambandsfloksins hevur verið ov skjótur við ”avtrekkj­ aranum”, tá hann nú um dagarnar fegnaðist um avrættingina av Saddam Hussein. Ì samrøðu við blaðið í dag dregur hann so nakað í land og ger greitt, at hann er ímóti deyðarevsing, men fastheldur, at rættvísi vann, nú Saddam Hussein varð hongdur. Hetta kann tykjast sum ella er eitt paradoks, ein mótsetningur, tí antin er tú fyri ella ímóti deyðastraffi. Vit hava á hesum stað gjøgnum mong ár gjørt okkara støðu púra greiða í hesum máli og vilja bara staðfesta hana her. Einstatur eigur ongantíð at taka sínar egnu borgarar av døgum. Tað var tí eisini hugaligt, tá oddagreinskrivarin á Dimmalætting herfyri tók í egnan barm og viðgekk, at hann hevði mistikið seg, tá hann í oddagrein skrivaði, at tað besta hevði verið, at Saddam Hussein, tá hann varð tikin fagni, fekk kúluna alt fyri eitt. Tvs. at blaðið tók undir við, at maðurin skuldi ikki ein gang sleppa at verja seg í einum rættarmáli. Tað átalaðu vit og ta átaluna tók Amnesty eisini til sín og fanst at blaðnum. Úrslitið varð, at blaðstjórin viðgekk, at hann hevði verið ov skjótur við ”avtrekkjaranum”. Vit kunnu tí samanumtikið fegnast um, at almenna orðaskiftið í kjalarvørrinum á hesum hendingum nú eisini hevur fingið formannin í landsins størsta flokki at draga í land eins og blaðstjórin á Dimmu gjørdi tað. Eftir stendur so bara paradoksið hjá formanninum um at vera ímóti deyðarevsing um somu tíð, sum man heldur rættvísið sigraði við avrætting Saddam Husseins. Hevur landsins størsti flokkur ikki eitt problem við slíkum útmeldingum! Sosialurin Sambandsflokkurin hevur ein trupulleika Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Í Sosialinum 28.12.06 undr­ ast løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal yvir, at ongin ella ov fá hava svarað Rúna Rasmussen upp á tað, sum Rúni alment hevur sagt um politikk og átrúnað. Sipað verður til eina samrøðu við Heina í Skorini í Viku­ skiftisblaðnum Sosial­inum 17-19. november 2006. Rúni úttalaði seg í hes­ um sambandi um ein yvir­skipaðan virðis­filosof­ isk­an spurning og setti spurnartekin við, um tað er rætt at sensurera meiningar hjá fólki alt eftir, um tær grunda seg á átrúna ella eru meira verðsligar meiningar – spurningurin um at halda átrúnaðarlig argument burtur úr poli­ tikki ella ikki. Slíkir virðis­ spurningar verða vanliga ikki viðgjørdir í eini stjórn­ arskipan. Tað verður sera torført fyri ikki at sig ógjør­ ligt at regulera tað við lóg, sum liggur aftan fyri politisku meiningarnar hjá borgarunum í landinum. Til tað, sum stóð í Dimma­ lætting 27.12.06, er at siga, at Finnur Helmsdal misskilur allan samanhangin, sum sam­røðan inngongur í. Rúni varð uppringdur av einum tíðindamanni, sum var áhugaður í fólkaat­ kvøðu­amboðnum í mun til ætlanina hjá Jenisi av Rana v.fl. at leggja sokall­ aðu glíðibreytina í virðis­ spurningum til fólka­ atkvøðu. Rúni segði har, at hesir virðisspurningarnir hjá Jenisi av Rana v.fl. ikki vóru nóg ítøkiligir til at leggjast út til fólkaatkvøðu, Tað var í tí sambandi, at Rúni sum dømi vísti á, at spurningurin um § 266b hevði egnað seg betur at farið til fólkaatkvøðu, tí her var eitt ítøkiligt lógar­ uppskot. Eg dugi ikki at síggja, at Rúni Rasmussen í hasari samrøðunu sigur nakað um, um tað hevði verið gott ella rætt at senda § 266b til fólkaatkvøðu ella ikki. § 266b varð einans nýtt sum eitt reint tekniskt dømi í mun til eitt evni, sum tíðindamaðurin sjálvur borðreiddi við. Við at átaka sær arbeiðið sum skrivari í Stjórnar­skip­ anarnevndini hevur Rúni Rasmussen ikki avskrivað sær nakran demokratiskan rætt til sum borgari at gera brúk av sínum tali­ frælsi. Í sínum arbeiði sum skrivari hevur Rúni Ras­mussen bara víst seg sum ein avbera loyalan, gløggan og arbeiðssaman medarbeiðara, og tað harm­ ar meg tí almikið, at limir í nevndini sáa iva um, hvørt tað er rætt, at hann hevur havt hetta starv. Tríggir “tilburðir” í fjøl­ miðlunum seinastu dag­ arnar fáa meg at undrast og øtast og vildu vakt ótta, um eg ikki kendi skrift­ irnar. Etiski framsøgumaður tjóð­ veldismanna, Finnur Helms­ dal, viðger í bløðunum h. 27. og 28. januar ein ungan, ágrýtnan og skilagóðum hampamann, ið uttan iva øll, ið kenna og hava starvast saman við, hava alt gott at bera. Viðgerðin skuldast prát, Dimmalætting hevur havt við hendan unga stjórn­ málafrøðing, har teir m. a. hava spurt hann, um § 266b burdi farið til fólka­ atkvøðu. Niðurstøðan hjá Finni er, at maðurin, vegna svar síni, eitt annað prát, ið Sosialurin hevði við hann herfyri, og at hann er persónligur trúgvandi, ikki átti at verið skrivari í Stjórnarskipanarnevndini. Við øðrum orðum, so verður her lagt upp til at sortera fólk frá eftir hugsanum og trúgv - tað, sum í øðrum londum verður nevnt Berufs­verbot. Í Sosialinum fríggjadagin lesa vit prát við ymisk um nýggjársynski teirra v. m. Her síggja vit hetta sama ófrættakenda, sum í døminum frá Finni. Fitt og hugalig svar frá nøkrum, meðan ótolsemi, hatur og niðurgerðan merkja fleiri, og uttan undantak eru hesi frá fólkum, sum tóku lut í kjakinum um § 266b, har tey skuldsettu onnur fyri m. a. ótolsemi. Ikki bert eru svar teirra ein sjáldsom andsøgn, men tey vekja eis­ini eina ófrættakenda kenslu og undran yvir, hvat samfelag hesi, frá sálar­ frøðingi yvir blaðfólk til politikara, ynskja. Triði tilburðurin var at hoyra sjálvan nýggjársaftan í almenna Útvarpi Føroya. Har sótu tríggir gestir sam­an við verti og tosaðu um broytingina í § 266b. Sum eitt óløgi legði tann fyrsti av trimum tjóð­veldis­ monnunum fyri við at saman­bera føroyingar við aðrari hugsan enn hansara egnu um samband millum átrúna og politikk, við teir, sum í Miðeystri m. a. senda seg sjálvan og onnur ósek í deyðan bert fyri at vinna fram politiskt. Og eingin av hinum í útvarpsstovuni mótmæltu hesari niður­ gerðan av øðrvísi hugsandi landsmonnum, hvørki gest­ ir ella vertur!!! Yvirskrift mín kundi eins væl verið ein fyrispurningur til øll hesi - hann í Dimmu, tey í Sosialinum og teir í Útvarpinum, um nær tey, heldur en at tosa um tað, fara at vísa næsta sínum tolsemi og virðing. Ella um vit, ið hugsa øðr­ vísi um m. a. § 266b og viðurskiftini millum poli­ tikk og átrúna, um vit kunnu vænta at fáa boð um at bera tekin, lík teim jødar fingu frá ávísum týskara, um Tjóðveldisflokkurin fær vald, sum hann hevur ætl­ anir um. Havnin h. 31.12.06 Jenis av Rana formaður Jóan Pauli Joensen Viðmerking til Finn Helmsdal Hvar fór tolsemið?